fríggjadagur 20. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 223 · 20. november 2009
17
VIKUSKIFTI
kropsprýði
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Jákup Pauli er í svørtum jakka, hatti og
converse-skógvum. Hann hevur reytt
skegg og eina piercing í tunguni.
Vit byrja við at taka myndir. Hann
letur seg úr, og vísur stoltur armarnir,
sum eru tatoveraðir sum »ermar« ella
»sleeves«, sum tað verður kallað.
Høgri armur er liðugur, og vinstri
er komin hálvegis. Litir skulu bara fyll-
ast í.
– Tað tekur nokk eini 15 tímar
afturat, til armurin er heilt klárur,
sigur Jákup Pauli, sum sama kvøld vit
hittast, skal út til tatovørin Michael
Lomholt í Yndi at halda áfram við
tatoveringini av arminum.
Jákup Pauli hevur fyriuttan
arm ar nar eisini tatovering á búkinum
og á beininum.
Tatoveringarnir á ørmunum eru av
monstrum og óndum klovnum.
– Mær dámar væl 1950-ara horror,
sigur hann.
Ein, sum tó er alt annað enn ræðu-
ligur, er Homer Simpson, sum Jákup
Pauli hevur á vinstra beininum.
– Eg hevði hug at gera Homer til
ein fótbóltshooligan, sigur hann og
flenn ur.
Jákup Pauli er heilt vísur í, at hann
ongantíð fer at angra sínar tatoveringar.
Hann hevur umhugsað tær væl, áðrenn
hann fór ígongd við tær.
– Hetta er ein stórur partur av mín-
um stíli og image, sigur hann.
At tatoveringarnar skulu gerast ein
trupulleiki, tá hann eldist, trýr hann
ikki uppá.
– Eg verði gamal og rukkutur við
ella uttan tatoveringar. Tað ger akkurát
tað sama, sigur hann og suffar eitt
sindur – eg eri neyvan tann fyrsti at
seta henda spurning.
Fer tú at fáa tær fleiri
tatoveringar?
– Ja, fyrst skal vinstri armur gerast
lið ugur. Síðan er ætlanin at tatovera
rygg in, leggirnar og kanska eisini
bring una.
Hevur tú nøkur mørk?
– Eg kundi ikki hugsa mær at tatovera
andlitið.
Tá fólk skulu lýsa Jákup paula Gaard Olsen, siga Tey helsT:
Tað er hann við Teimum nógvu TaToveringunum. Jákup pauli hevur
nevniliga fleiri og sJónligari TaTOverInGar enn flesTu onnur.
‒ eg havi alTíð vilJa sæð soleiðis úT, sigur hann.
Eg hevði hug at gera Homer
til fótbóltshooligan
Eg ErI føddUr
rocK'n rollarI
Hetta er ein stórur
partur av mínum
stíli og image
myndIr: jens kristian vang
Homer sum hooligan á
beininum hjá Jákup Paula
Fakta Jákup pauli G. Olsen
Aldur: 32 ár
Bústaður: Havn
Tatoveringar: Fimm
Fyrsta tatovering tá eg var: 19 ár