Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 20. november 2009 Klaksvíking­ ar verja kong Klaksvíkar Talvfelag er hálvt stig framman fyri Sanda vágs Talvfelag, nú fýra umfør eru telvað í lið ­ kappingini. Havnar Telv­ ingarfelag, sum á triðja plássi er tvey stig aftan­ fyri, eigur tó ein dyst á Um vikuskiftið er fimta umfar í liðkappingini í talvi, og síðani verður vetrarsteðgur. Í løtuni er Klaksvíkar Talvfelag á odda og hevur 11½ stig, og síðani kemur Sandavágs Talvfelag við 11 stig­ um og Havnar Telvingarfelag, sum hevur 9½ stig, men eigur ein útsettan dyst á ímóti Vest­ manna Talvfelag, sum er numm ar fýra við átta stigum. Hesin dystur verður telvaður næsta sunnudag. Líkt er til, at kappingin í vetur verður líka spennandi sum í fjør, tá fýra lið lógu til at gerast føroyameistarar, líka til seinasta umfar. Havnar Telvingarfelag er á pappírinum størsti favoritt­ urin, men fremstu liðini eru sera jøvn og taka øll stig frá øllum. Hinvegin sær út til, at niður­ flytingin verður eitt stríð millum næstbestu klaksvíkingarnar og Tofta Talvfelag, sum hava ávika­ vist 3½ og ½ stig. Sunnudagin klokkan 14 verða dystirnir í fimta umfari, og tá møtast í Havn Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag, í Vestmanna Vest­ manna Talvfelag og Sandavágs Talvfelag, og á Toftum tekur Tofta Talvfelag ímóti Klaksvíkar Talvfelag 2. Hinar deildirnar Í 2. deild er Havnar Telvingar­ felag 2 trygt á odda við 12 stigum, Havnar Telvingarfelag 3 hevur níggju stig og Klaksvíkar Talvfelag 3 hevur átta stig. Í 3. deild, har øll liðini møtast eina ferð og telvað 11 umfør í staðin fyri tey vanligu 10, er Vest­ manna Talvfelag 3 á odda við 16½ stigi, Skopun hevur 14½ og Gøta 10½ stig. Í unglingadeildini stendur á jøvnum millum Klaksvíkar Talv­ felag og Vestmanna Talvfelag, sum hava 12½ stig í part, meðan Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag A koma við teimum á baki við 11½ stigi í part, so her kann roknast við harðari og góðari kapping millum júst hesi fýra liðini, ið eru javnsterk. Aftan fyri tey koma Rókur og Havnar Telv­ ingarfelag B, sum ikki hava so royndar telvarar sum hini liðini. Tað var ikki gamalt, at eitt føroyskt landslið var favorittur, men neyvan slepst undan tí leiklutinum í morgin, tá U21­landsliðið aftur spælir útidyst í EM­undankappingini – hesa ferð ímóti Andorra, ið hvørki hevur fingið stig ella mál í kappingini higartil Eftir eina drúgva ferð úr lettiska høvuðsstaðnum Riga, ið var um ­ vegis fyrst Keypmannahavn og síðani Barcelona, kom U21­lands­ liðið seint í gjárkvøldið til Andorra. Í dag verður so onkur løtt venjing og annars fyrireiking til EM­undan­ kapp ingardystin ímóti Andorra, sum verður í morgin klokkan 14, føroyska tíð. Vanliga eru Føroyar á pappírinum liðið, ið skal inn at berjast við tey stóru og royna at prógva sín til­ veru rætt, men í morgin er leiklut­ urin ein annar. Takkað veri 1­0 útisigrinum á Lettlandi mikudagin og teimum sjey stigunum, føroyska U21­landsliðið hevur vunnið í hesi EM­undankappingini, eru Føroyar at rokna sum favorittur undan dystinum ímóti Andorra. – Teirra U21­landslið er nýtt og hevur ikki tær stóru royndirnar, og í hesi kappingini hava teir hvørki fingið mál ella stig, sigur Bill McLeod Jacobsen, ið saman við Heðini Askham hevur ábyrgdina av U21­landsliðnum. – Vit hava ein lítlan trumf í Boga Løkin, ið vónandi verður klárur til Andorra­dystin, eftir at hann sat uttanfyri ímóti Lettlandi, tí hann hevur verið skaddur í knænum. Men eisini hava vit aðrar frískar menn at seta inn, um vit halda okkum hava brúk fyri tí. Eingin undirmeting Heldur ikki Jóhan Troest Davidsen, sum eftir 14 landsdystir á A­lands­ liðnum aftur er á U21­landsliðnum, vil upp á nakran máta undirmeta Andorra, sum er greitt botnlið í okkara bólki. – Eg kenni lítið og einki til Andorra, annað enn tað, at teir ikki hava staðið seg so væl. Men hetta átti at verið ein dystur, vit hava møguleika at vinna. Nú hava vit akkurát vunnið, so sjálvandi hava vit gott sjálvsálit, men tað er sera umráðandi fyri okkum, at vit fara inn á vøllin við sama hugburði sum ímóti Lettlandi, sigur hann. Fremsta uppgávan hjá venjarun­ um verður at fáa spælararnar at taka uppgávuna í fullum álvara, so teir ikki fara inn á vøllin, sum var dysturin vunnin frammanundan. Hetta er ein fella, A­landsliðið onkun tíð datt í tey fyrstu árini, so nú er at vóna, at ungu U21­menn­ inir, ið hava avrikað so nógv í hesi EM­undankappingini, eru greiðir yvir, at Føroyar saktans kunnu fáa somu lagnu sum Lettland og Russ­ land, ið Føroyar hava vunnið á í hesi kappingini! Dysturin verður spældur í Andorra la Valle, og sigast kann annars, at hetta er eitt smátjóða­ møti upp á fleiri mátar, tí dómari, hjálpardómarar og fjórði dómari koma allir úr San Marino. UEFA­ umboðið kemur úr Hvítarusslandi og UEFA­dómaraeygleiðarin úr Albania. Føroyska U21-manningin, ið byrjaði dystin ímóti Lettlandi mikudagin. Aftast frá vinstru Dánjal Davidsen, Rógvi Holm, Pól Jóhannus Justinussen, Øssur M. Dalbúð, Jóan Símun Edmundsson og Christian Restorff Mouritsen, liðformaður. Fremst frá vinstru Rógvi Poulsen, Róaldur Jacobsen, Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Kristoffur Jakobsen og Jóhan Troest Davidsen Mynd: Fótbóltssambandið Føroyar favorittur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen