Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 25 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. Ummæli inna törnroos inna@sosialurin.fo Nýggja bókin hjá Oddvør Skarð­ hamar »Oddvørsa krás úr køk­ inum« er onnur bókin hjá henni og Ingi bjørg Jacobsen. Í fjør kom »Oddvørsa køku­ og dessertdreymar«, sum royndist væl. Hesuferð eru tað ikki bara køk­ ur í bókini. Uppskriftir uppá breyð, døgverðarættir og salatir eru at finna saman við dessert­ og køku­ uppskriftum. Bókin er sera snotulig og vekjur hug at gera mat. Góð góðska er á myndum og pappíri. Forsíðumyndin við Oddvør er bæði stuttlig og frísklig. Fyri at ummæla eina kókibók er ikki nokk at lesa og hyggja ígjøgn­ um bókina. Her má farast inn í køk in og royna uppskriftirnar. Sum sagt so gjørt. Eg valdi mær tríggj­ ar uppskriftir – eina við fiski, eina muff ins uppskrift og eina lekra sjoku látakøku. »Ovnbakað toskaflak við grøn­ meti í sinnopskremi« var ein einkul uppskrift, sum eg gjørdi til familjuna. Maðurin og eg dámdu sera væl teir ymisku smakkirnar av asparges og dijonsinnopi, men børnini snerktu og fóru frá borðinum. Kanska ikki so yvirraskandi eftirsum smakkirnir vóru í so »vaksnir«. Eitt, sum eg sakn aði, var rís ella epli til. Tað var ikki nokk við bara gularøtum og asparges. Næsta uppskrift, sum skuldi royn ast, var »Matmuffins við tomat og feta«. Her hevði eg trupulleikar at finna frískt basilikum í handlunum í Havn, og brúkti tí turkað basilikum. Muffinar smakka sera væl, tá teir eru kølnaðar eitt sindur. Hevði tó viljað brúkt eitt sunnari mjøl enn hveitimjøl – hví ikki skifta helvtina út við rugmjøl? Triðja uppskriftin – men tó neyv­ an síðsta, eg geri úr hesi bók – var »Sjokulátukøka við osti«. Hendan var eitt sindur skuffandi. Fyri tað fyrsta kann hon ikki etast sama dag, hon verður gjørd, og fyri tað næsta helt eg ikki, at hon smakkaði so væl. Her vóru vit tó eitt sindur ósamd, systurin sum fekk ein bita, elsk aði søta smakkin av amaretto og makrónum, meðan eg helt, at tað gjørdist ov mikið av tí góða. Summar av uppskriftunum er í so torførar, og tilfarið nokk ringt at fáa fatur á úti á bygd í Føroyum. Av teimum 28 kókibókum, eg havi standandi í køkinum, verður hend an óivað millum topp­5. Vænti ikki, at hon fer at standa og samla støv saman við Jamie Oliver og Nigellu. Góður matíblástur frá Oddvør lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Barbara Brattaberg Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 200 gr Myrk sukurláta (t.d.Cadbury, Anton Berg), verður smelta 1/3 glas av honningi, verður smelta 6 past. eggjablommur 6 dl av róma Sukurlátamousse (10 verðar/portiónir) Píska eggjablommurnar væl og píska smeltaða honningin í. Smeltaðað sukurlátan skal síðan vendast í eggjablommurnar og honningin. Píska róman lætt, og vend varliga eggja-, honning-, sukurlátamassan í. Pynta við rivnari hvítari sukurlátu, og hav pískaðan róma afturvið.