Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 20. november 2009 29 lýsingar Stjórin kemur at hava listaligu og fyrisitingarligu ábyrg dina og standa fyri menningini av Tjóðpallinum í samstarvi við leiklista- og mentanarøkið í Føroyum. Førleikakrøv Vit vænta, at umsøkjarar hava visiónir um at menna leiklist í Føroyum og neyðuga førleikan at leggja framtíðar ætlanir fyri Tjóðpall Føroya. Umsøkjarar skulu harafturat hava • leiklistaliga útbúgving ella royndir innan leiklist • leiðslu- og samstarvsevnir • hollar royndir við fyrisiting og fíggjarstýring Lønar- og setanartreytir Starvið er í løtuni lønt samsvarandi 36. lønarfl okki hjá Tænastumanna felagnum, tó uttan at vera tænastu- mannastarv. Treytað av, hvørjum fakfelag, komandi stjórin er limur í, kann talan vera um samráðingar um innskipan sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Lønardeildina hjá Fíggjar málaráðnum. Stjóraskeiðið er í mesta lagi 5 ár í senn. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará, forkvinnu í Leik listaráðnum, á telefon 56 78 03 ella á annika@gransking.fo. Umsóknarfreist Umsóknir við grundgevingum, prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Leiklista- ráðið, sum er setanarmyndug leiki, í seinasta lagi 27. november 2009. Leiklistaráðið · Postrúm 212 · FO-110 Tórshavn att. Annika Sølvará Stjóri til Tjóðpall Føroya Lýst verður eftir stjóra at seta frá 1. februar 2010 ella skjótast til ber. Tjóðpallurin skal sambært lógini • í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði, eins og stovn urin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk • geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist – sjón leiki so væl sum aðrari palllist • tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hós kandi arbeiðs møgu- leikar til tess at menna yrkis førleikar teirra • skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftir útbúgvingum • fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum. Tjóðpallur Føroya er almennur stovnur, skipaður við løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Játtanin til Tjóðpallin er 3,85 mió. kr. í 2009. Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Workshop Stuðulstænastan Recovery Er tað møguligt at koma fyri seg aftaná álvarsligar sálarligar trupulleikar? Workshop í Norðurlandahúsinum 10. og 11. desember 2009 • Hvat merkir tað, at koma fyri seg? • Hvat skal til, um tað skal bera til? • Hvat siga tann sjúki og avvarðandi hansara skal til? • Hvussu kunnu viðgerðartilboð og stuðulstilboð hjálpa? Workshoppin fer at vísa á nýggjari vitan um recovery, og møguleiki verður fyri kjaki í minni bólkum og millum øll í felag. Hesir báðir dagarnir eru ætlaðir øllum teimum, ið hava royndir við álvarsligum sálarligum trupulleikum, avvarðandi, t.d. foreldur, hjúnarfelagar, systkin, vinir og næstrafólk. Samstundis eru dagarnir eisini ætlaðir starvsfólki í psykiatriini og sosialpsykiatriini. Undirvísari er Pernille Jensen, journalistur og cand.pæd., sum í fleiri ár hevur arbeitt við recovery, og m.a. hevur staðið fyri eini stórari danskari kanningarverkætlan um at koma fyri seg aftur. Prísurin fyri báðar dagarnar er kr. 1000. Áhugað fyri luttøku kunnu venda sær til: Odu Johansdóttir, tlf. 764103, T-postur odaj@naerverk.fo, í seinasta lagi 30. november 2009. Workshoppin er tilrættisløgd sum samarbeiði millum Miljøterapeutisk Útbúgving í Føroyum (MTUF) og Nærverkið. Skeiðsváttan verður givin. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.