Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 29 VIKUSKIFTI Sera hugnalig hús í Lamba Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Frálíku húsini standa sera væl fyri í Bøgøtu ovarlaga í bygdini. Fyrsta fatanin Tú sært við tað sama, at talan er um eini sera hugnalig eldri hús. Húsini Húsini eru væl hildin, í góðum standi og eru dagførd, øll sum tey eru. Eisini hava húsini nýggjan klædning á niðaru síðu, nýggj vindeygu og nýtt tak. Húsini eru klár at flyta inn í, so tær nýtist einki at gera. Ljós og luft Húsini standa væl fyri ovarlaga í bygdini. Sparkivøllur er beint við. Har er veðurgott, og vakurt útsýni er út yvir Skálafjørðin og niðan á Hústoft. Stílur og snið - inni og úti Stílurin er nýmótans, lættur og ljósur. Tey gomlu trægólvini eru tikin fram aftur og viðgjørd. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar. Urtagarður og umhvørvið Niðanfyri húsini er ein lítil urtagarður og omanfyri er ein stór nýggj garaga og hjallur. Har er friðaligt barnavinarligt og sparkivøllur og spælipláss er beint við. Húsini standa við blindan veg, og útsýni er stórsligið. Innan Í miðhæddini er inngongd, durur, baðirúm við baðikari, køkur, alrúm / stova, bryggers / vaskirúm / fýrrúm og 1 kjallararúm. Trappa er millum hæddirnar. Á loftinum er gongd, hjúnarrúm, 2 kømur og klædnarúm. Fakta Adressa: ..........Bøgøta 8, Lamba Byggiár: ...........1956 Hæddir: ............2 Gólvvídd: ..........120 m2 Grundøki: .........374 m2 Bilhús: ..............ja Hjallur: .............ja Prísuppskot: ...kr. 950.000,00