fríggjadagur 20. november 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 223 - 20. november 2009
lýsingar
Lógasavnsmennari
Innlendismálaráðið sóknast eftir einum starvsfólki
til Kunngerðablaðiðog logir.fo.
Hevur tú hug at arbeiða við lýsing av rættarreglum og tal gilding
í einum politiskum umhvørvi, so er hetta starvið í Inn lendis mála-
ráðnum kanska nakað fyri teg.
Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá lands stýris kvinnuni
í innlendismálum og er skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunu-
mál, náttúrumál og samferðslumál.
Missiónin hjá Innlendismálaráðnum er innan hesi øki at veita
lands stýris kvinnuni ráð, tryggja haldgott grundarlag og at gera
hug skot til veruleika.
Í ráðnum arbeiða 14 starvsfólk, harav 10 eru akademikarar.
Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og verður
partur av fakøkinum lógamál.
Tú kemur at hava ábyrgdina av umsitingini og menningini av
Kunn gerða blaðnum og lógadátusavninum logir.fo. Tú skalt eisini
fyri skipa og stýra eini verkætlan um at talgilda Kunn gerða-
blaðið.
Í Kunngerðablaðnum skulu lýsast allar løgtingslógir, kunngerðir,
reglu gerðir og aðrar almennar fyriskipanir, sum givnar eru av
Lands stýri num. Lýsingin í Kunngerðablaðnum er einasti bindandi
kunn gerðar hátturin av løgtingslógum o.ø. Kunngerðablaðið
kemur út, so ofta tørvur er, tó í minsta lagi eina ferð hvønn
mánað.
Logir.fo er ein internettænasta, har borgarar, vinnulív, stovnar og
aðrir myndugleikar kunnu leita sær skjóta kunning um gald andi
lóg gávu í Føroyum. Vit arbeiða í løtuni við eini nýggjari lóga savns-
skipan, sum vit ætla, at tú skalt fáa av bakka stokki.
Tú skalt eisini arbeiða við at talgilda Kunngerðablaðið. Í dag
verður Kunngerðablaðið útgivið í pappírsútgávu, men vit ynskja
at leggja tað um og geva tað út í talgildari útgávu.
Um teg: Tú skalt hava viðkomandi útbúgving, hava góðan teldu-
før leika og duga at skanna tekstir (OCR). Tær dámar at arbeiða
sjálv støðugt, tú sýnir ábyrgd og skilvísi, fert væl um, hevur gott skil á
og ert reglubundin. Tú ert ágrýtin, og tær dámar væl avbjóðingar
og at vera vil til at menna skipanir. Tú dugir at arbeiða saman við
øðrum.
Tað er avgjørt ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum verk ætlan ar-
leiðari. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur løgfrøðiligan førleika
ella kunnleika, antin ástøðiliga ella av royndum.
Vit bjóða:
• Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv í einum
aðalráði í menning
• Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
• Løn sambært viðkomandi sáttmála
Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið
á www.imr.fo.
Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Nellu Festirstein,
deildar stjóra, tlf. 55 80 76.
Umsóknir: Umsóknir skulu sendast til Innlendismálaráðið, Postrúm
158, Tinganes, 110 Tórshavn, og skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 23. november 2009.
Les meira á www.imr.fo
Hølir til leigu
Stiðjagøta 3 · 100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo
Úti í Stiðjagøtu 3 eru 110 m2
hølir við 7 rúmum og eini
230 m2 høll við portri 4 m
breidd 3 m hædd í einum til
leigu.
Alt kann innrættast eftir ynski.