fríggjadagur 30. november 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 232 - 30. november 2001
31
Eftir fleiri góð úrslit á
rað kom Tjaldur
niður á jørðina, tá teir
fingu rættiligan bank
frá Neistanum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Seianstu vikurnar hevur
Tjaldur givið fleiri ábend-
ingar á, at leikluturin sum
botnlið ikki er so øgiliga
aktuellur í Runavíkini long-
ur.
Tríggir dystir á rað uttan
tap hava ikki bert lyft liðið
av botnsessinum, men so
sanniliga eisini givið vónir
um, at liðið framyvir kann
fara at gera ein vørr í
stríðnum um heiðursmerk-
ir.
Hetta sást eisini aftur í
høllini í Runavík, tá Neistin
kom á vitjan mikukvøldið.
Tjokkandi fult av fólki var
komið at hyggja, men sum
úrslitið sigur, so fóru tey
flestu av hesum vonsvikin
aftur til hús.
Týðandi jugoslavi
Fyrstu løtuna av dystinum
var tað tó einki, sum bendi
á, at Tjaldur skuldi gerast
offur fyri einari styrkisupp-
vísing
frá
Neistanum.
Tvørtur ímóti vóru teir á
heimaliðnum við yvirlutan,
tó at tað gekk sera javnt á.
Ikki minst hevði Neistin
alstórar trupulleikar av
skotsterka Dragisa Stojo-
vic, og um miðjan hálvleik-
in hevði neistavenjarin sæð
nóg mikið, og gav tí monn-
um sínum boð um at taka
jugoslavan úr spælinum.
Hetta gjørdi alt fyri eitt
mun. Tjaldursspælið steðg-
aði at kalla upp, og at fleiri
bóltar vorðu tveittir burtur,
skapti sjálvandi møguleika
fyri nøkrum løttum málum
til gestirnar.
Neistin vann sær soleiðis
eina
hampuliga
trygga
leiðslu undan steðginum,
og í seinna hálvleiki tóktust
teir eina mest at hugsa um
at fasthalda hesa.
Skrædnaði
Munurin øktist heldur ikki
nakað serligt fyrstu løtuna
av seinna hálvleiki, men
eftir kundu tjaldursmennin-
ir akkurát tað sama vera
farnir undir brúsuna.
Tað hevur áður víst seg,
at venjingarstøðan er størsti
meinbogin hjá liðnum, og
hóast hon er batna, so er
hon enn ikki hædd við
bestu liðini í landinum. Alt
skrædnaði, tá Tjaldur í eina
góða løtu spældi 4 móti 6
(og nøkur sekund 3 móti 6).
Neistin fekk tá trý mál á
rað, og so góvust teir á
heimaliðnum bara at spæla.
Sum so høvdu teir tá
heldur ongan møguleika at
venda dystinum, men sjálv-
ir kunnu teir neyvan vera
nøgdir um, at teir soleiðis
fóru niður við flagginum.
Endin var, at Neistin gjørdi
12 mál seinastu 12 minutt-
irnar, og tí gjørdist støðan á
máltalvuni alt annað enn
góð hjá heimaliðnum.
Hugburðsbroyting
Hóast stórtapið, so merkir
hetta ikki, at Tjaldur einki
sum helst kann gera við lið-
ini, sum eru omanfyri
Runavíkina á stigatalvuni.
Í løtum prógvaðu teir
tvørtur ímóti, at hondbólts-
evnini á liðnum eru góð, og
í øðrum dystum hava teir
eisini borið prógv um tað
sama. Tað, sum nú tykist
resta, er neyðuga treystið til
at stríðast. Eisini tá rákið
gongur ímóti, men hetta er
helst nakað, sum fer at taka
tíð. Tá leikarar so leingi
hava verið partur av einum
botnliði, kann ein hug-
burðsbroyting gerast trup-
ul, men tað er lítið at ivast í,
at hon fer at koma. Spurn-
ingurin er bara nær.
Mansverjan sum
trumfur
Hjá Neistanum gjørdist
dysturin at enda bert ein
venjing í skjótálopum, men
hóast greiða sigurin, so eru
ivaleyst fleiri lutir, sum
venjarin fegin vil arbeiða
meira við.
Her tykist tann týdning-
armesti helst at vera, at fáa
verjuna at rigga nóg væl.
Sum er, hevur tað nærum í
hvørjum dysti verið neyð-
ugt hjá liðnum at fara út í
mansverju, og hóast hendan
hevur givið úrslit mest sum
hvørja ferð, so er spurning-
urin helst, hvussu leingi
hetta fer at halda.
At tað ofta gerst minni
undirhaldandi hjá áskoðar-
unum við mansverju, man
venjarin ikki leggja so nógv
í, alla ta tíð at stigini koma
inn á kontina, men hetta
skuldi helst verið ein
trumfur at spælt út, tá
avgerandi dystirnir í enda-
spælinum
standa
fyri
framman, og ikki nakað,
sum mótstøðuliðini longu
nú kunnu fara at fyrireika
seg til.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 24-41 (12-
19)
Málskjúttar
Tjaldur: Dragisa Stojovic
7, Zoran Sarcevic 5, Hart-
vig Joensen 5(2), Mortan
Hansen 4(2), Sverri Justin-
ussen 2, Svein í Heiðunum
1
Neistin:
John Petersen
10(1), Hans Áki Dal-
Christiansen 7, Kári Mor-
tensen 6, Jacob Jónsson 6,
Elmar Ósá 6, Heini Joensen
5(1), Ragnar Stakksund 1
Brotskøst:
Tjaldur
5,
Neistin 2
Útvísingar:
Tjaldur
5,
Neistin 2
Dómarar úr Kyndli: Uni
Wardum
&
Hannis
Wardum
Kvinnur:
Simona Dziugyte
Stjørnan
83
(24)
Gabriella Fekete
VB 81
(21)
Asta Petrauskine
Sóljan
73
(9)
Lotte Sørensen
Kyndil
63
(23)
Ioana Rápa
VÍF52
(14)
Katrin á Neystabø
Neistin
44
(21)
Birita Wardum
Neistin
39
(3)
Ileana Manulescu
StÍF39
(4)
Jacklin Durhuus
VÍF38
(2)
Annika Ljósstein
Kyndil
38
(9)
Anna K. Samson
Stjørnan
37
Nicoleta Radu
VÍF35
Sóleyð Mikkelsen
VÍF35
(4)
Regina Radó
VB 35
(6)
Hertha Simonsen
Sóljan
31
(1)
Menn:
Costin Dumitrescu
StÍF62
(18)
Jacob Jónsson
Neistin
58
(6)
Finnur Hansson
H7158
(16)
Høgni Klein
Kyndil
54
(2)
Heini Joensen
Neistin
53
(17)
Halgir Dahl Olesen
H7152
(9)
Bjarni Wardum
H7151
(12)
Sámal Joensen
VÍF50
(8)
Ingi Olsen
VÍF47
(6)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
44
Hans Áki Dal-Christiansen
Neistin
42
(6)
Mortan Hansen
Tjaldur
40
(4)
Jónleif Sólsker
Kyndil
40
(15)
Kári Mortensen
Neistin
39
Dorica Tomic
KÍF
37
(7)
Tjaldur-Neistin 24-41 (12-19):
Tjaldur fekk frammaná
Mortan Hansen og teir úr Tjaldri gjørdu at enda ikki annað
enn at hyggja at, meðan Jacob Jónsson og hinir
neistamenninir veruliga settu ferð á málskjótingina
Mynd:Álvur Haraldsen
Máltindarnir
Hóskvøldið hevði Simona Dziugyte møguleika at leggja
størri fjarstøðu niður til kappingarneytarnar á máltindinum
31
30
Nr. 232 - 30. november 2001
Kvinnurnar úr Vest-
manna vunnu ein
tryggan sigur á
strandingum, uttan at
meistararnir nakran
tíð høvdu fyri neyðini
at spíla seg út
HONDBÓTLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
VÍF var risa favorittur, tá
tær mikukvøldið vitjaðu
inni á Skála. Meistararnir
úr Vestmanna hava ikki
roynt at tapt síðani aprí
mánað í fjør, og longu eftir
fáum minuttum stóð eisini
greitt, at tað ikki skuldi
vera hesaferð, at nakar fór
at koppa teimum.
Ferðin fór niður
VÍF legði nevnliga bragd-
liga fyri, og tó at bæði
Ioana Rápa og Nicoleta
Radu byrjaðu á beinkinum,
so varð full ferð sett á
málskjótingina alt fyri eitt.
Eftir sjey minuttum var
støðan 6-1 til gestirnar, og
so var alt líka sum avgjørt.
Tá var Nicoleta so eisini
komin á vøllin, men Ioana
varð sitandi á beinkinum
alla tíðina, og hetta sigur
kanska ikki so lítið.
Hesa løtuna sá veruliga
út til, at tær gulu ætlaðu sær
mest sum at gera av við
StÍF, og sum so helt
gongdin eisini fram restina
av hesum hálvleikinum.
Tað stóð tó greitt, tá liðini
fóru til hálvleiks, at ferðin
hjá VÍF var niðurgangandi,
og hóast tær neyvan ætlaðu
tað, so fór ferðin longur
niður í seinna.
Sigurin kom tó ongan tíð
í vanda. Til tess var mun-
urin millum liðini alt ov
stórur, men tað er tó
undrunarvert, at VÍF mest
sum
í
hvørjum
dysti
sleppur undan at skula
savna seg um dystin í
samfullar 60 minuttir. Og í
øllum førum kann hetta
gerast ein vansi, tá tær um
stutta tíð skulu royna seg í
europeiskum høpi, tí sleppa
tær ikki at royna seg undir
trýsti her heima, so kann
tað gerast sera torført, tá
ferð verður sett á allan
dystin
á
tamb
móti
útlendskum mótstøðuliði.
Fleiri skaðar
Hetta við mótstøðuni fær
helst venjararnar hjá lið-
num at hugsa sítt, men
hóast trygga sigurin miku-
kvøldið, so gav hesin dyst-
urin teimum eisini annað at
hugsa um.
Fyrst og fremst av teirri
orsøk, at Nicolina Eyð-
bjørnsdóttir noyddist út við
skaða. Vanliga er hon ein
stinnur liður í verjuni eins
og í týdningarmikla kontra-
spælinum, men eftir at hon
fyrst noyddist út við eym-
um ryggi, og síðani keikti
sær tummilin, verður hon
kanska noydd at hava ein
steðg í nakrar dagar. Tað
hevur Jórun Ludvig eisini í
løtuni, so hóast hópurin er
breiður, so skulu vest-
mannagenturnar helst ikki
fáa fleiri skaðar, nú tað
stundar
til
europeisku
dystirnar, og í heimligu
kappingini stendur helst
torførasti dysturin í grund-
spælinum fyri framman, tá
VÍF um góða viku skal til
Klaksvíkar á vitjan.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 9-23 (3-14):
Málskjúttar:
StÍF: Poula D. Olsen 3,
Ileana Manolescu 3(1),
Anna Maria Berthelsen 1,
Alina Olaru 1, Anna B.
Danielsen 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7(1),
Sóley
Mikkelsen
6(1),
Fríða Marjunardóttir 6(1),
Nicoleta Radu 2, Nicolina
Eyðbjørnsdóttir 1, Randi
Kúrberg 1
Brotskøst: StÍF 6, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 3
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen
&
Trúgvi
Mortensen. Høvdu millum
lítið og einki at taka støðu
til.
VÍF sýndi stórspæl í
eitt korter, men vóru
kortini hepnir at fáa
sigurin við sær av
Skála
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Fyrstu løtuna av dystinum
millum á Skála millum StÍF
og VÍF var lítið, sum bendi
á, at talan skuldi gerast um
nakran spennandi dyst.
Beint framman undan
høvdu kvinnuliðini hjá
báðum feløgum spælt, og
mannfólkini úr Vestmanna
tóktust bara at halda fram,
har kvinnurnar sleptu.
Flúgvandi byrjan
VÍF var nevnliga snøgt sagt
flúgvandi fyrsta knappa
korterið av dystinum. Verj-
an riggaði væl, strandingar
vórðu meira ella minni
noyddir at skjóta úti frá, og
tá Bárður Nielsen í mál-
inum dugdi væl at lesa
skotini, fór einki inn um hjá
honum.
Í hinum endanum sóu vit
veruliga, hvat meistararnir
eru førir fyri í álopspart-
inum. Pressað varð upp alla
tíðina, soleiðis at glottar
komu í strandaverjuna, og
við teimum skjúttum, sum
VÍF hevur, so var hetta
sjálvandi ikki ókeypis fyri
vertirnar.
Soleiðis fór VÍF upp á
sjey mál áðrenn heimaliðið
hevði gjørt nakað, og tá so
André F. Danielsen eisini
hevði fingið reytt kort í
hesum tíðarbilinum, tóktist
alt at vera avgjørt.
StÍF hevði takið
Helst var tað eisini hetta,
sum vestmenningar hildu,
tí ótilvitað byrjaðu teir at
seta ferðina niður, soleiðis
at strandingar nú eisini
sluppu upp í part.
Spakuliga fingu teir betri
tak um dystin, og efitr eina
langa og deyða periodu hjá
vestmenningum, var brád-
liga bert hitt eina málið á
muni. Av venjarabeinkinum
royndi vestmannavenjarin,
Páll Poulsen, at broyta
gongdina. Millum annað
við einum time-out og fleiri
útskiftingum, men hóast
hetta bøtti nakað um, so
fingu gestirnir ongan tíð
sama tak á dystinum.
Tvørtur ímóti so vóru tað
strandingar, sum høvdu
yvirvág størsta partin av
seinna hálvleiki.æ Vest-
menningar fylgdu við, men
tað var leingi líkt til, at teir
– eins og í fjør - skuldu
koppa á Skála. Ikki minst
mundi hugurin hjá bæði
ásoðarum og leikarum vera
góður, tá StÍF bert átta
minuttir undan leikloki økti
upp í 20-17.
Vestmenningar gjørdu tá
av at mansverja Costin
Dumitrescu, og hendan
seinasta royndin eydnaðist
teimum. StÍF fekk bert eitt
mál afturat, og seinastu
seks
minuttirnar
fekst
bólturin als ikki inn í málið.
Hjá VÍF hepnaðist nakað
betri. Teir togaðu seg nærri
og nærri, og tá farið varð
undir seinasta minuttin,
stóð á jøvnum millum
liðini.
Vestmenningar
dugdu – onkur helt ov væl –
at dríggja sær hetta álopið.
Endin varð, at teir vunnu
sær tríggja metra kast, og
eftir at Áki og Sámal høvdu
tosað um, hvør skuldi
skjóta, endaði alt við, at
Sámal
hamraði
sigurin
heim til Vestmanna.
Krevur meira
Við sigrinum helt VÍF fast
um oddastøðuna, har teir
eru júst sigurin á Skála
framman fyri argastu kapp-
ingarneytarnar. Hóast sig-
urin, so skerst tó ikki burt-
ur, at tað fer at krevja størri
stabilitet frá oddaliðnum,
um teir framhaldandi ætla
sær at halda fast um odda-
sessin.
Hesa ferð spældu teir upp
til sítt besta í eitt korter, og
tá er neyvan nakar, sum
skalar teimum, men ein
dystur fevnir altso um 60
minuttir, so neyðugt verður
uttan iva at leingja um góðu
løturnar framyvir.
Hjá StÍF er søgan hin-
vegin framvegis tann sama.
Stabiliteturin
væntar
í
ólukkumát. Tað kann væl
vera, at teir onkun tíð hava
kent seg vónsviknar av
dømingini, men hetta er so
ikki einasta frágreiðingin.
Liðið megnar – tað vístu
teir aftur hesaferð - at spæla
upp til tey bestu í landinum,
men hinvegin eru stig eisini
mist móti øðrum liðum, og
tað eru fyrst og fremst hesi,
sum skulu vinnast, um teir
skulu blanda seg upp í
oddin hetta kappingarárið.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 21-22 (10-11)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen
5(2), Alexandur Johansen
3, Jón Rasmussen 3, Costin
Dumitrescu 3(1), Anfinnur
Joensen 2, Bent Djurhuus
1, Artur Johansen 1
VÍF: Sámal Joensen 7(2),
Harald Bjørgvin 4, Áki
Olsen 3, Ingi Olsen 3,
Johnny Joensen 2, Ragnar
Zachariasen
1,
Agnar
Joensen 1, Daniel Rápa 1
Brotskøst: StÍF 3, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 3, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári
Hansen
&
Trúgvi
Mortensen
StÍF-VÍF 21-22 (10-11):
Tepurt hjá meistarunum
Fyrstu løtuna av dystinum
vóru skjúttarnir hjá VÍF
flúgvandi, men restina av
dystinum máttu meistarnir
stríðast av øllum alvi til tess
at tryggja sær sigurin
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-VÍF 9-23 (3-14):
Tómgongd í stórsigri
VÍF hevði ikki stórvegis trupulleikar av StÍF, og sum dysturin
leið, var alt bara ein spurningur um støddina á sigrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
30