Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 223 - 20. november 2009 33 lýsingar Lærarastarv í Hósvíkar skúla Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir avloysara at byrja 4. januar 2010. Starvið er tíðaravmarkað soleiðis, at setanin er frá nevnda degi og skúlaárið út. Hósvíkar skúli er 3-flokkaður skúli við 39 næmingum í 1.-7. árgangum. Tann, ið settur verður, skal hava læraraútbúgving. Tó kann annað fólk verða sett, um eingin lærari søkir. Ynskiligt er, at viðkomandi kann undirvísa í fimleiki og svimjing. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til skúlaleiðaran, Árna av Reyni, á tlf. 737258. Umsókn saman við CV, avriti av prógvi og møguligum ummælum, skal verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desembur 2009, kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Hósvíkar skúla Vørðuvegur 5 420 Hósvík www.sunda.fo Leiðari til Sosialu Deild hjá Porkeris- og Vágs Kommunu Starvið Leiðarin kemur at hava ábyrgd av allari fyrisiting av deildini og barnaverndarmálum hjá Porkeris- og Vágs kommunu. Somuleiðis málsviðgerð av almannamálum, sum sambært lóggávuna eru ella verða løgd til kommunurnar. Leiðarin verður skrivari og ráðgevi hjá sosislu nevnd hjá Vágs kommunu, og ráðgevi og málsviðgerði hjá Porkeris kommunu. Leiðarin kemur eisini at hava samskifti við m.a. tannlækna, kommunulækna, skúlaheilsusystur, heilsusystur, NSR Suður, dagstovnar, kommu- nalu dagrøktina og landsmyndugleikar Førleikakrøv Ert tú sosialráðgevi, ella hevur tú aðra hóskandi sosiala ella í minsta lagið miðallanga útbúgving, innan heilsu-, og almanna- ella skúlaverkið, hevur tú hug til sosialt arbeiði og hevur góðar samstarvseginleikar, dugir at arbeiða sjálv- støðugt og ynskir at gera mun, so er tað tær vit leita eftir. Setunarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og í seinasta lagi 1. januar 2010. Starvið verður tíðaravmarkað til 2 ár. Arbeiðið er fulla tíð og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara- felag Føroya og avvarðandi fakfelag. Fleiri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kirstin Strøm Bech, stýrisformann tlf.73 30 04. Umsóknin við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast til Porkeris kommunu, við Á 8, 950 Porkeri í seinasta lagi 25. november 2009 kl. 12.00 Sosiala Deild Porkeris- og Vágs Kommuna Við Á 8 · 950 Porkeri Tlf 37 36 04 · Tlf 22 67 04 T-post: sosialadeild@email.fo Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 nær sum helst, hvar sum helst Boks 76 · FO-110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú fyri einans 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! Tel. 34 18 00 lysing@sosialurin.fo Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís!