Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 34

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 223 - 20. november 2009 lýsingar Pedagogur til ungdómsdeildina á Føroya Barnaheimi Søkt verður eftir pedagogi at byrja 1. januar 2010 ella skjótast tilber. Tann sum settur verður, skal starvast i skiftandi vaktum á Ungdómsdeildini, har tilsamans 8 fólk eru í starvi. Endamálið við arbeiðinum á Ungdómsdeildini er fyrst og fremst at at geva børnunum/teim­ um ungu umsorgan og tryggleika, samstundis sum dentur verður lagdur á at vísa á týdningin av gevandi og mennandi samveru. Hetta verð­ ur gjørt við einum skipaðum og viðkomandi gerandisdegi við áhuga og nærleika, við ser­ ligum átøkum, og ikki minst við regluligum samrøðum og øðrum uppbyggjandi samskifti. Tað er greitt mál hjá Ungdómsdeildini at hava gott samstarv við foreldur og játtandi myndug­ leikar, umframt aðrar viðkomandi starvsbólkar og stovnar. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. november 2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Duritu Petersen, virkandi leiðara á tlf. 312320 ella 225672. Føroya Barnaheim Pedda við Steingøta 10 FO­100 Tórshavn Skattalistin 2008 Skattalistin 2008 fyri Leirvíkar – og Gøtu kommunu liggur frammi á býráðsskrivstovuni við Gøtugjógv frá mánadegnum 23. november fram til 7. desember 2009 Skrivstovan er opin: Mánadag – Hósdag kl. 09.00 – 14.00 Fríggjadag kl. 09.00 – 12.00 Leiðari til Dagstovnin á Argjum Søkt verður eftir leiðara, sum hevur dirvið og áræðið til at taka ábyrgdina av, at stovnurin verður eitt stað har børn fáa góðar fyrimyndir og mennast saman við starvsfólkunum og læra ábyrgd í felagsskapinum. Starvið fevnir um ábyrgd av námsfrøðini, trivnað hjá starvsfólkum og umsiting av fíggjarstøðuni hjá stovni­ num. Starvið verður sett 1. januar 2010, ella eftir avtalu. Dagstovnurin er sjálvsognarstovnur við 5 manna nevnd, men verður eftir ætlan kommunalur stovnur frá 1. januar 2011 at rokna. Stovnurin leggur dent á • Opinleika • Fakliga menning • Samstarv • Øll fáa ábyrgd • Virðing og trivnað • Námsfrøði, har dentur verður lagdur á menning og avbjóðing • Spælið úti og inni • Vøggustovu, barnagarð og forskúla Hví trívast starvsfólki á stovninum • Tí eg saman við mínum starvsfeløgum eri við til at seta dám á stovnin • Tí á stovninum veðrur arbeitt við trivna, dygd og menning • Tí at opinleiki og góður stemningur er millum arbeiðsfólki. Hvat kunna vit bjóða tær • Eitt starv, har tú hevur ávirkan • Álit og sjálvstøðugt arbeiði • Eitt starv, har tú nýtir dygdir og samstundis mennir teg sjálvan Førleikakrøv • Námsfrøðiliga útbúgving • At tú hevur leiðsluroyndir, dirvið og visiónir • Faklig vitan, sum kann nýtast í dagliga arbeiðinum • Góð samstarvsevnir, og duga at skipa arbeiðsuppgávurnar á tann hátt at starvsfólki mennist í arbeiðinum,so øll blíva dugnalig • Framfýsni og skal fylgja við hvat rørir seg í nútíðini • Er fús/ur til at taka avbjóðingar • At ymiskleiki verður virdur • Hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setarnartreytur Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðarin á telefon 219019, ella Jóhan Simonsen, formann í nevndini telefon 286698 Umsóknir við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera á Dagstovninum á Argjum Traðagøta 55, 160 Argir í seinasta lagi mánadagin 14. desember 2009. Dagstovnin á argjum TraðagøTa 55 · 160 argir Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Røktarstarvsfólk til Røktarheimið á Mørkini Søkt verður eftir einum røktarstarvsfólki 24 tímar um vikuna í skiftandi vaktum frá 1. januar 2010 ella skjótast tilber. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið er Nærverkið og deildir undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard leiðara á tlf 471050. Umsókn Umsóknir skulu sendast til: Røktarheimið á Mørkini Neystavegur 435 Streymnes Stílað: Kristbjørg Toftegaard Umsóknarfreist: 24. november 2009 Lesið alla lýsingina á heimasíðu okkara www.naerverk.fo / leys størv Røktarheimið á Mørkini er ein samskipaður partur av Heimatænastuni Vágar/ Norðstreymoy. Aðalsetningurin fyri heimið er at skapa eitt heimligt og livandi umhvørvi, har trivnaður og sjálvsavgerðarrættur hins einstaka er í hásætið. Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Trivnaðartænastan Avloysari fyri námsfrøðing Søkt verður eftir avloysara fyri námsfrøðing í barnsburðarfarloyvi Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Emmu Warberg, leiðara á tlf. 318057, fartlf. 763160. Umsókn Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum verður at senda til: Bústovnurin Garðsgøta 20 160 Argir Stílað: Emma Warberg, leiðari Umsóknarfreist: 30. november 2009. Lesið alla lýsingina á heimasíðu okkara www.naerverk.fo / leys størv Trivnaðartænastan rekur og hevur eftirlit við stovnum, sum hava tilboð til per­ sónar, ið hava serligan tørv. Tilboðini hjá Trivnaðartænastuni umfata í løtuni sambýli, bústovnar, dagstovnar, umlættingarstovnar og verkstaðir til fólk við menningartarni og fólk við autismu. Endamálið hjá Trivnaðartænastuni er at kunna veita borgarum, sum hava serligan tørv, bústaðar­ virknis­ og umlætting­ artilboð, sum eru lagað eftir ítøkiliga tørvinum hjá einstaka borgaranum. Til sølu Nýggjur køkur til sølu. Ring 214281 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið