Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. november 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 223 · 20. november 2009 5 VIKUSKIFTI Samgongan Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Stríðið millum samgonguflokkarnar harðnar, so hvørt sum evstamarkið fyri komandi fíggjarlóg nærkast. Tað er um góðar tríggjar vikur, og fram­ vegis er eingin politisk semja um eina røð av sparitiltøkum í tí sonevnda ólav­ søkupakkanum, sum løgtingið samtykti fyrr í ár. Samstundis bant løgtingið seg eisini til at halda ein karm fyri útreiðslurnar komandi ár. Raksturin skal ikki uppum 4,3 milliardir, og íløgur nar hava fingið 317 milliónir. Men hesin karmurin er tengdur at lógaruppskotum, sum stór ósemja valdar um, og sum enn ikki eru komin í tingið til politiska viðgerð. Uttan at himprast siga fleiri samgongupolitikarar við Sosialin, at karmurin fyri útreiðslurnar komandi ár als ikki fer at halda, tí semja ikki fæst um ymsu málini. Tað kann í fyrstu syftu merkja, at hall ið kann gerast væl størri enn tær 768 milliónirnar, sum uppskotið hjá fíggj ar málaráðharranum sigur. Tað kann í aðru syftu merkja, at tað verð­ ur upp til fíggjarnevndina at gera av, hvussu karmurin skal haldast, og hvar skal sparast. Og tað kann í triðju syftu merkja, at samgongan rýkur. Fíggjarnevndarformaðurin Anfinn Kallsberg hevur saman við restini av Fólka flokkinum meldað greitt út, at karm urin fyri rakstarútreiðslur má og skal haldast. Tað sama hevur Magni Laksáfoss, fíggjarnevndarlimur fyri Sambandið, eisini sagt. Men onn ur sambandsfólk og at kalla allur Javn aðar flokkurin hava signalerað, at karm urin má víðkast, um sparingarnar raka ov meint. Rumbul um almannaøkið Allir flokkar hava sínar kvalir av ætlaðu sparitiltøkunum. Fólka­ flokk urin er ikki glaður fyri at strika inntøkutrygdina hjá fiski monnum á fíggj arlógini og leggja málið út á ar­ beiðs marknaðin. Hetta uppskotið kann sambært nýggjastu tølunum spara landskassanum 50 milliónir kom andi ár, men í ver andi støðu bendir einki á, at reformurin verður gjøgnumførdur áðrenn evsta mark. Sambært nýggjastu boðunum verð ur ikki klárt at gjøgnumføra mál ið fyrr enn 1. mars í 2010, men fíggjar nevndin kann bara budgettera við støði í galdandi lóggávu og má tí játta 50 milliónir, um lógin ikki er broytt áðrenn 1. januar. Síðani er tað tann nógv umtalaði pensjónsreformurin, sum møguliga verður samtyktur, men sum als ikki fer at spara tær 25 milliónirnar, sum upp runa liga ætlað. Fleiri politikarar nevna eina upphædd á fimm ella seks milli ónir, og samanlagt kunnu bara hesi bæði málini – inntøkutrygdin og pen­ sjóns málið – gera hallið á fíggjarlógini ein ar 70 milliónir størri. Umframt inntøkutrygdina og pen­ sjóns reformin bíðar fíggjar nevnd­ in framvegis eftir eini røð av øðr um málum, sum enn ikki eru kom in úr landsstýrinum. Sum dømi kunnu nevnast sparingar í strand ferðsl ­ uni, apoteksverkinum, sjúkra kass­ anum, vanligari forsorg og fyritíðar­ pensjónistum. Tilsamans skulu øll hesi málini spara landskassanum knappar 120 milliónir krónur. Í viðtalu við Sosialin vátta bæði løgmaður og fleiri samgongupolitikarar, at ein stórur knútur beint nú eru ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum, sum Rósa Samuelsen úr Sambandinum var ar av. Til dømis er ætlanin at spara knappar 20 milliónir á forsorgar øk­ inum, men hesum sparingum hev ur Javnaðarflokkurin higartil blok er að, samstundis sum partar av Sam bands­ flokkinum heldur ikki eru við uppá, at teirra málsøki skal ofrast, tá onnur mál ikki koma ígjøgnum. Spar ingarnar á almannaøkinum snúgva seg um at strika veitingar til veikastu sam­ felagsbólkarnar, og saman við Javn­ aðarflokkinum spyrja kreftir í Sambandsflokkinum, hví Rósa Sam­ uel sen skal finna alternativar sparingar, tá so stór óvissa valdar um hini spari­ tiltøkini. Kyrrstøða Við øðrum orðum sær út til, at øll upp­ skotini um sparingar eru koyrd í ein pott, og einki uppskot kemur úr aftur pott inum, fyrr enn øll koma úr. Flokk­ arnir halda hvørjum øðrum í skák, og eingin vil geva seg, fyrr enn mótparturin eis ini gevur seg. Hóast løgmaður kate­ goriskt avnoktar, at stígur er komin í fíggjarlógartilgongdina, so siga fleiri keldur í samgonguni, at trupulleikarnir eru so stórir, at samgongustevið er farið at ridla. Ímeðan rennur tímaglasið, og um lands stýrið ikki megnar at greiða ósemj urnar, so verður tað upp til fíggj­ ar nevndina og løgtingið at gera av, hvussu stórt hallið skal gerast, hvar skal sparast og hvussu nógv skal sparast. Í tinginum mikudagin ávaraði Eygðunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, sum sjálv situr í fíggjarnevndini, staðiliga ímóti hesum, tí so er eingin skipaður samgongupolitikkur aftanfyri tær sparingar, sum verða gjøgnumførdar til komandi ár. Javnaðarflokkurin vil hækka karmin Í fyrispurningi til løgmann í tinginum mikudagin spurdi Torbjørn Jacobsen, um løgmaður framvegis vil halda fast um ásetta útreiðslukarmin, og hvør skal finna alternativar sparingar, um landsstýrið ikki kemur ásamt um at bera øll sparitiltøkini niðan í tingið. Spurningurin varð settur, tí løgmaður hevur borðreitt við ørkymlandi sign­ al um hesum viðvíkjandi. Í summar kom tað ikki uppá tal, at karmurin skuldi hækkast. Síðani segði Kaj Leo við Sosialin og Dag og Viku í seinastu viku, at karmurin kann hækkast, um sam gongan er samd um tað. Og mána­ dagin vendi løgmaður so aftur til upp­ runa ligu støðuna og lovaði á fundi í fíggjarnevndini, at landsstýrið fram vegis er bundið av ásetta karminum og fer at koma við teimum uppskotum, sum enn mangla. Hetta endurtók løg­ maður í tinginum mikudagin. Men allir flokkar í samgonguni eru ikki líka samdir um hetta, og serliga hevur Javnaðarflokkurin róð framundir, at karmurin helst má víðkast. Í tinginum mikudagin var John Johannesen skjót ur upp á tingsins røðarapall og spurdi, um karmurin partú skuldi haldast fyri ein og hvønn prís. Jokarin á lista C vildi vita, um karmurin skal haldast, sjálvt um tað merkir, at man rakar veik astu samfelagsbólkarnar og rekur fólk av landinum. Samstundis helt parta­ maðurin Gerhard Lognberg, at spar­ ingarnar fyrst og fremst raka útjað­ ar an, t.d. við ætlaðu sparingunum í strand ferðsluni, og hesum tekur hann ikki undir við. Eyðgunn Samuelsen vísir eis ini á, at um nøkur av uppskotunum í ólavsøkupakkanum ikki koma ígjøgn­ um, og um onnur ikki geva tann pen­ ing, sum tey upprunaliga skuldu, so kann fíggjarnevndin ikki finna tíggju­ tals ella hundraðtals milliónir í eini handavending. Ergo skal karmurin víðkast og hallið verða størri. Samgongan í vanda? Við orðunum hjá javnaðarleiðaranum Jóannesi Eidesgaard, so er hvør spard króna kærkomin, men hvør spard króna hevur eisini menniskjansligar av leið­ ingar. Tað er tann stóra tvístøðan, sum samgongan í hesum døgum stríðist við. Løgmaður lovar framvegis at bera øll uppskotini í ólavsøkupakkanum niðan í tingið í nærmastu framtíð, so karmurin kann varðveitast og hallið haldast niðri á 768 milliónum krónum. Men sambært fleiri samgongulimum eru ósemjurnar so grundleggjandi og tíðarpressið so stórt, at samgongan av álvara er komin sær í vandasjógv. Sum løgmaður segði í tinginum mikudagin, so er fíggjarlógin fyri 2010 sveinastykkið hjá samgonguni. Komandi dagarnir fara at vísa, um løgmaður megnar upp­ gávuna, ella um tað verður upp til fíggj­ arnevndina at gera av, hvussu landsins fíggjarpolitikkur skal síggja út í 2010. Um samgongan altso heldur ... At yVIrlIVa Hóast løgmaður avnoktar, at stígur er komin í fíggjarlógartilgongdina, so siga fleiri keldur í samgonguni, at trupulleikarnir eru so stórir, at samgongustevið er farið at ridla. Ósemjurnar eru so grund- leggjandi og tíðarpressið so stórt, at samgongan av álvara er komin sær í vandasjógv Ein stórur knútur beint nú eru ætlaðu sparingarnar á almannaøkinum