Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 224 - 23. november 2009 Sorgblítt at hoyra formann Fólkafloksins í Degi & Viku eftirlýsa ábyrgd í fíggarpolitikkinum, nú stórt hall er á fíggjarlógini. Víðari segði hann, at vit mugu síggja álvaran og ikki sleppa øllum leyst, tí so verður hallið á fíggjar­ lógini 1 milliard. Undir­ tónin er týðiligur, at Fólka­ flokkurin borgar fyri ein­ um ábyrgdarfullum fíggjar­ politikki, og tað má so merkja, at tað gera hinir samgonguflokkarnir ikki. Í tilgongdini at gera bæði ólavsøkupakka og fíggjar­ lóg hava sum vera man verið uppskot um at taka av bygnaðarligar skeiv­ leikar. Men næstan undan undantak hevur Fólka­ flokkurin sett seg ímóti. Besta trygdin fyri, at vit framvegis hava eina røð av stuðulsskipanum til bæði vinnu og borgaran er sami Fólkaflokkur, sum nú rópar um fíggjarliga ábyrgd. Eg síggi, at ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum Huxa sigur, at allur stuðul til vinnu skal takast burtur. Av hesum átti Fólkaflokkurin at tikið við læru. Sjálvur situr Jørgen sum landstýrismaður í uttan­ ríkismálum og ger avtalur. Kann nevna 7 rammu­ skránna hjá ES, sum Jørgen tekur sær æruna av í fjølmiðlunum. Avtalan kostar 10 mió í 2010. Men tað er ikki uttanríkisráð­ harrin ið skal útvega fígg­ ingina. Nei tá tað kom til fíggingina, tá átti lands­ stýriskvinnan í menta­ málum ábyrgdina. Uttanríkisráðið er á tremur við fólki og kostar hópin av peningi, og var einasta ráðið, ið fekk øktar karmar í 2010, við eini játtan á 9 mió til at markn­ aðarføra Føroyar. Ein annar landsstýris­ maður hjá fólkaflokkinum skuldi fáa inntøkutrygdina út til partarnar á arbeiðs­ marknaðin. Hetta er ikki hent enn, og tí mangla 50 mió á hesi kontu á fíggjar­ lógini fyri 2010. Óneyðugt er at siga, at landsstýris­ maðurin hevur boðað frá, at hann ikki kann finna sparingar fyri hesa upphæddina. Einasta boð uppá spar­ ingar, ið vit hava hoyrt frá Fólkaflokkinum, var at lóggeva sáttmálabundna lønarhækkingin hjá alment løntum burtur. Hetta er nær um einasta boð uppá loysn , ið Fólkaflokkurin higartil er komin við. Men tað er hópin av uppskotum, ið teir ikki vilja góðtaka. Á íløgusíðuni hevur Fólka­ flokkurin markerað seg við, at bæði Norð um Fjall og Sandoyartunnilin skuldu á fíggjarlógina fyri 2010. Hes­ ar íløgur merkja eina øking av skuldini hjá landskassan­ um við 1,5 milliard. Tí skal meira enn vanligt hugflog til, um ein skal keypa orðini hjá Jørgen Niclasen um, at hann og Fólkaflokkurin borga fyri at fáa ábyrgd inn í fíggjar­ politikkin. Nógvar ritgerðir eru skriv­ aðar seinastu árini av øllum hugsandi slag. Tá ein so hugsar um, hvønn ómetalig­ an týdning flogvøllurin hevur havt á tað føroyska samfelagið, síðani tveir framskygdir sørvingar tóku stig til millutjóðaflúgving fyrst í trýssunum, so átti hettar risaframbrotið, ið flutti føroyska samfelagið áratíggjur fram, at veri eitt sera viðkomandi gransk­ ingarevni. Ein ritgerð um hetta hevði helst kunnað givið okkum eina ábending um, hvar Føroya land bú­ skaparliga og mentanarliga hevði verið ídag, um Lars Larsen og Hugo Fjørðoy bara lótu standa til. Aftaná seinna heimsbar­ daga lá ein eftir tátíðar um­ støðun vælútgjørdur flog­ vøllur í Vágum. Flúgviljós við sera sterkun glasi vóru niðurfeld báðu megin lend­ ingarbreytina. Tað, sum síð­ ani hendið, er ein sorgar­ søga. Landsins mynduleikar góvu vøllin upp fyri skutil, við tað at teir góvu loyvi til, at allir kaðalirnir til ljós og annað, harav nógvir vóru blýggjbelagdir, vórðu skræddir upp og seldir fyri lítið og lætt. Hetta var eitt greitt tekin um, at flogvøllurin í Vágum longu tá ongan góðan átti, og at okkara álit varð sjóð­ vegis samband við megin­ landið. Tað var tí eitt megn­ aravrik, ið Lars og Hugo gjørdu, tá byrjað varð í ein­ um lítlun skúri við flogvøll­ in undir so vánaligum um­ støðum, at var tað ikki fyri teirra hugflog og optim­ ismu, so var henda ætlan, ið kom at hava so ómetaligan tydning fyri okkara sam­ felag, deyð í egginum. Og tað er helst eingin ivi um, at okkara samfelag hevði ikki verið tað sama, og tað so langt í frá, um flogvøllurin ikki var tøkur. Aftaná fløvandi samtykt Sjálvstyrisfloksins og greiðu útmeldingina frá fyrrverandi framsøgumanni Tjóðveldis í vinnumál­ um um, at hann stendur við løgtingsuppskotið um Vága Floghavn, og at flogvøllurin skal útbyggjast til 1799 metrar, havi eg nú eina greiða fatan av, at konspira­ sjónspolitikararnir kunna teljast á einari hond, og hava teir eittans endamál: at draga málið út, soleiðis at Vága Floghavn og útbygg­ ingin skal enda í ruðuleika. At so Vinnuhúsið nú eis­ ini heilt greitt tekur frástøðu frá teimun, ið leggja fótongl­ ar við at royna at útseta av­ gerðina um at fáa verklags­ lógina samtykta, tað eiga vit at fegnast um. Tað skal vera mín inni­ liga vón, at Føroya Løgting tekur undir við hesi altav­ gerðandi útbygging av flogvøllinum, og at termi­ nalurin verður nútímans­ gjørdur aftaná 30 ára status quo. Eisini skal tað vera mín vón, at Lars Larsen og Hugo Fjørðoy koma at uppliva, at tað sáðið, ið teir fyri 45 árum síðan við miklum áræði sáddu, og sum hevur givið okkara oyggj og tí føroyska sam­ felagnum eitt sovorðið frambrot, ikki sleppur at steðgast av teimun, sum hava sovið í tímanum. Fólkaflokkurin og ábyrgd tingkvinna Eyðgunn SamuElSEn Flogvøllurin gjørdist ein drívmegi í føroyska búskapinum Sørvágur Frank DaviDSEn Thor í Hósvík hugsar grønt og vil hava oljufrían kjøl umborð á Athenu, sum í løtuni er til umvælingar í Kina. Teir hava tí bílagt oljuskiljiskpanina ”Oil Conveyor” frá Faroe Maritime Technic í Vági, sum fer til avskip­ ingar í næstum SkiljiSkipan Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Á Faroe Maritime Technic í Vági, hava tey hesa síðstu vikuna gjørt kláran ein ”Oil Conveyor” at senda til Kina. Tað er Thor Fisheries í Hósvík, sum hevur bílagt hesa skipan til verksmiðju­ trolarin ”Athenu”, sum í løtuni er til umvælingar í Kina. Hjá Thor hugsa tey grønt og vilja í hesum sambandið í hægsta mun stuðla føroyskum vinnulívi, við t.d. at keypa trolútgerð frá Vónini, orkusparandi lemmar frá Rock Trawl­ doors, oljuskiljiskipan frá Faroe Maritime Technic, og annars nýta føroyskar veitarar. Á Faroe Maritime Technic eru tey sera væl nøgd við, at føroysk reiðarí vilja vera millum tey fyrstu at fáa bast oljutrupuleikanum á hendan hátt. Báðir partar er væl nøgdir við sáttmálan og Thor væntar, at kostnaðarstøði á innlating av oljudálkaðum vatni fer at lækka munandi. eftir at skipanin er ísett. Arbeitt verður við at fáa tungoljuna brenda umborð til m.a. upphitan. Tað verður arbeiðsfólk frá Faroe Maritime Technic, ið fara til Kina at íseta skipanina og tryggja, at alt virkar sum tað skal. Onnur føroysk reiðaríir vísa eisini skipanini áhuga, verður sagt á Faroe Maritime Technic . Søluarbeiði byrja av álvara ­ Síðani skipanin varð víst fram á Danfish messuni á Aalborg, er áhugin fyri skipani vaksin munandi. Fyrispurningar um skipanina koma úr øllum skandinavia og í næstum verður farið til Íslands, Finnlands og Noreg , har sølufólk hava bjóðað okkum at vísa skipanina fram, sigur Kaj Joensen, ið hevur ment skipnanina, ið tekur upp olju úr kjølinum á skipum. Oljuskiljiskipanin Oil Conveyor til Kina Tórshavnar Komm­ una arbeiðir í løtuni at finna út av, hvussu kommunan kann veita tráðleyst inter­ netsamband í mið­ býnum í Havn, og hevur samtykt at seta 200.000 krónur av til verkætlanina kUnninGaRTØkni Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var Levi Mørk, býráðs­ limur, sum gjørdi nógv við hendan spurningin í val­ stríðnum. Nú hevur umsit­ ingin hjá Tórshavnar Býráð fingi ein formligan fyri­ spurning um, at umsitingin kannar møguleikarnar fyri at kommunan veitir alnótar­ atgongd, gjøgnum sokallaði ‘Hotspots’. Umsitingin heldur, at uppskotið frá politikaranum um, í fyrstu atløgu, at veita alnóta­atgongd innanhýsis í kommunalum bygningum er eitt gott stað at byrja. Tað er avmarkað til at ganga einari umbøn frá gesti um at fáa alnótasamband inni í einum kommunalum bygningi, á møti. Tað er ikki í stríð við løgfrøðina. Næsta stigið kundi verið at veitt bátagestum, bilgestum og øðrum ferðandi atgongd til alnótina. Tað eru sjálvandi nógv viðurskifti, sum skulu kann­ ast, áðrenn kommunan ger av at veita eina tænastu, og eru nógv fyrivarni. Í uppriti­ num frá kommununi verður sagt, at tað skulu gerast kanningar, bæði um hvørjir veitarar skulu veita loysnina, hvør tøkni skal brúkast, hvør skal reka loysnina og hvørji atlit skulu takast, so tað ikki stendst løgfrøðisligur ruðu­ leiki av nýtsluni av alnótini. ­ Vit sleppa sostatt ikki undan stýring av hvør fær atgongd, so tað setir beinan­ vegin spurningar um tøkni og mannagongdir, til dømis hvussu ein fær atgongd og hvør skal geva hana. Tørvur á atgongd er ofta eftir vanliga arbeiðstíð, so tað setir avmarkingar til hvør er tøkur. Í uppskotinum standa Reinsaríðið, Perlan og Býar­ bókasavnið nevnd. Hetta eru støð, har manning er tøk, sum kann veita atgongdina. ­ Fara vit í aðru syftu at veita ferðandi alnótasamband ber ikki til at siga, hvat tað kemur at kosta, tí tað krevur neyvar kanningar. Til at geva atgongdina hava vit tó døgnvakt á Tórshavnar Havn og á Sløkkiliðnum.Tað er upplagt at kanna um áhugi er millum virkir at reka skipanina, verður sagt. Sagt verður eisini, at hóast alt hetta finst í granna­ londunum, so er neyðugt hjá okkum at kanna hvørji serlig føroysk atlit eru at taka. Sum útgangspunkt skal brúkarin rinda fyri tænastuna soleiðis, at hon er útreiðslu­ neutral fyri kommununa. Miðfyrisitingarstjórin og KT­leiðarin mæla í fyrstu atløgu til at kanna møguleik­ an fyri, at uttanhýsis veitarar kunnu loysa uppgávuna. Í øðrum lagi verður mælt til, at stjórnin mannar ein bólk at gera eina verkætlan sum fevnir um: Stig 1: at veita alnóta­ samband til gestir í Perluni, Reinsarí’ið og Býarbóka­ savnið Stig 2: at veita alnótasam­ band til ferðandi og leggur hana fyri fíggjarnevndina. Samstundis verður mælt til, at settar vera kr 200.000 av til fyrra stigið. Fíggjarnevndin hjá Tórs­ havnar Kommunu samtykti 18. november at taka undir við at kanna møguleikan fyri at uttanhýsis veitrarar kunnu loysa uppgávuna. Tráðleyst breiðband í Havn