mánadagur 23. november 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 23. november 2009
15
viðmerkingar
Tað er einki minni enn
ein journalistiskt gøla, at
býráðspolitikarar í Havn
ini ómótsagdir sleppa væl
frá at seta málið um
10nda í Kommunuskúl
anum upp móti framtíðar
bygging av ellisheimi í
kommununi ...
Havnin hevur í løtuni fýra
tilboð um 10nda flokk til
sín blómandi ungdóm.
Fýra tilboð, rótfest í góð
um barnaskúlum, sum
spjaddir eru út um alla
kommununa.
Børn í Havn eru glað um
sínar skúlar, og tað stendur
foreldrunum frítt at velja
skúla til síni børn. Hetta
við skúlavalinum er sera
týdningarmikið fyri, at
børn og foreldur skulu trív
ast við tey skúlatilboð, sum
eru.
Og í býráðnum eru tey
av røttum errin av, at borg
ararnir í høvuðsstaðnum
hava so nógv tilboð at velja
í – enn ...
Apropos frítt skúlaval ...
Men tá ið tað kemur til
10nda flokk er sambært
summum býráðspolitikar
um brádliga vent í holuni.
Nú skulu foreldur og
næmingar ikki longur
sleppa at velja.
Nú skal tað ikki longur
vera upp til skúlaleiðslu og
lærarar at taka sær um
reiggj og geva børnunum
avbjóðandi og viðkomandi
skúlagongd, ið kann fyri
reika tey til víðari lesnað,
fyrireika tey til arbeiðs
marknaðin.
Á Kommunuskúlanum
hava vit lagt okkum eftir at
geva næmingunum í 10nda
flokki eitt virðiligt alterna
tiv til útlendskar eftirskúl
ar, og tí er tað rættiliga
skakandi at hoyra limir í
fíggjarnevnd býráðsins seta
okkara 10nda flokk upp
ímóti framtíðarbygging av
ellisheimum í Havnini.
Men tað ger Marin
Katrina Frýdal kortini.
Í viðtali við útvarpið
tann 5ta november segði
býráðspolitikarin, at tað
kemur at kosta kommununi
25 milliónir krónur, um
Kommunuskúlin skal
sleppa at varðveita sín
10nda flokk ...
... elstu borgararnir koma
altso at svíða, tí vit á
Kommunuskúlanum ikki
frivilliga vilja niðurleggja
ta skipan, vit hava arbeitt
við at betra seinastu 6
árini!!!
Hoyrir tú teg sjálva, kæra
Marin Katrina?
Hoyrir nakar journalist
ur, hvat tað er, hon sigur?
25 milliónir ...
Upphæddin hevur verið
nevnd nakrar ferðir. Til
dømis nevnir Rúni Djur
huus talið í blaðnum mána
dagin 16nda november ...
Men vit mugu spyrja: hví
júst 25 milliónir?
Hvaðani stavar tað talið?
Hví spyr eingin journalist
ur seg fyri í býráðnum, hvað
ani tey hava hatta talið?
Hví spyr eingin journa
listur, hvat meiningin er
við, at kommunan setur
10nda flokk á Tórshavnar
Kommunuskúla upp ímóti
byggingini av einum nýggj
um ellisheimi í Havn?
Hví fer eingin journalist
ur inn og kannar gongdina
í málinum um 10nda flokk
í býráðnum?
Hví fer eingin journalist
ur og kannar, hvat 10ndi
flokkur á Kommunuskúla
num hevur kostað komm
ununi seinnu árini?
Á, nei, tað er jú ikki
neyðugt at kanna hetta
síðsta, tí tað kunnu vit
saktans siga tykkum: 10ndi
flokkur á Kommunuskúlan
um hevur ikki kostað
kommununi nakað sum
helst útyvir vanligt viðlíka
hald seinastu 6 árini ... tí
læraralønir eru ein lands
uppgáva ...
So tá ið Marin Katrina
nevnir tær 25 milliónir
krónurnar, standa vit
spyrjandi ... hvat meinar
konan við?
Kanska tit journalistar
kundu spurt Marinu
Katrinu Frýdal, tí tá ið vit
spyrja hana, sigur hon bara
“eingin er áhugaður í at
knúsa nakað sundur, sum
riggar væl” ... men hví,
mugu vit spyrja, setur hon
so ynski okkara – at sleppa
at gera eitt skúlaarbeiði,
sum riggar – upp ímóti
byggingini av ellisheimum?
Hví blandar Marin
Katrina tvey mál saman,
sum einki hava við hvørt
annað at gera?
Vit mugu spyrja, tí vit
halda, at man missir meiri
fyri minni við at taka
10nda flokk úr Kommunu
skúlanum!
Petur Reinert, Rudi Helena
Heinesen, Katrin Jákups
dóttir Lindberg, Regin
Marnerson, Marjun
Dánjalsdóttir, Jóannis
Petersen, Jacob Thomsen,
Ingun Hentze, Dorthe
Gyldenkærne, Jane
Hoydal, Hilmar Joensen,
Hanna Mikkelsen, Elin
Djurhuus, Hjørdis
Thomsen, Malan Larsen,
Páll Poulsen, Martin Karl
Olsen, Angelica Nielsen,
AnnMari av Skarði,
Amalia Poulsen, Malan
Eyðunsdóttir, Jóan Pætur
Midjord, Carl Eli Nolsøe
Samuelsen, Herborg
Mikkelsen, Fríðhild Peter
sen, Hjørdis Heinriksdóttir,
Mirjam Jacobsen, Joan
Jógvansdóttir, Tonnie
Strøm, Jonna Djurhuus,
Rúna í Skála, Karin Lange,
Árni Vang, Bjørg Djurhuus,
Sigri Gaïni, Jóhanna Sofía
Petersen, Jón Kragesteen,
Malan Dahl, Sólbjørn
Mortensen, Harriet Vága
dal, Brynhild Kamban,
Bergur Samuelsen, Gunvør
Højgaard, Louisa Johns
dóttir, Anna Dalsgaard,
Lillian Dam Jacobsen,
Hansina Husgaard, Bergur
Rasmussen.
Skúli ella ellisheim??? – Hvat meinar tú við, Marin Katrina?
Tað er ringt at hála mjólk
úr boppunum á eini slept
ari kúgv, men tað má man
siga, verður gjørt við Sand
oynna og Suðuroynna, nú
skulu pengar finnast, sum
mangla í, ja, so mín skel,
um teir ikki skulu finnast
her í Sandoynni.
Eg haldi, at tit máttu ikki
komið tykkum, hvussu
skal man royta hár av tí
skalluta? Hvat er her at
koma eftir? Eg dugi ikki at
síggja annað enn at tit,
løgtings og landstýris
menn hava sett tykkum fyri
at avtofta Sandoynna og
harvið skal tað vera...
Hví eru tit ikki so mikið
vaksnir, at tit tora at gera
eina langtíðarætlan? Dal
bingurin, Jónleif Johanne
sen, hevur meira enn eina
ferð, víst á skilagóð upp
skot, sum raka allar vegir
og tunnlar við einum hægri
gjaldi; men tað er sum at
sletta vatn á gás, táið tað
kemur frá einum vanligum
borgara.
Hettar er ikki stór spar
ing fyri fólkið, sum her
búleikast. Tað er fleiri sum
arbeiða í vaktum og soleið
is noyðast at siga arbeiði
frá sær, vegna mistar túrar
og harafturat missa tey
pengar av einum dýrkaðum
ferðaseðli.
Hevði tað ikki veri ein
nokkso fitt sparing at tikið
og minka um manningina á
tingi, landstýrismennirnar
og allan herin av tænastu
fólkum í landsstýrinum?
Tað er bæði láturligt og
grátuligt at hoyra tvætlið í
tinginum, hvussu teir royna
at spenna seg út. Hvussu
teir royna at fáa hvønn
annan at siga ósatt. Væl
signaðir menn, hugsið
tykkum um, leggið ikki
bert eftir ferðaseðlum á
sjónum, har er nokk av
rulli í forvegin.
Tað er at geva sær tíð og
tora at hugsa rætt.
Í Sosialinum mikudag
17.11 er ein grein um
lækna, floksformann og
umboð fyri Miðflokkin á
Føroya Løgtingi, Jenis av
Rana, har hann sigur seg at
hava prógvað, at Gud er til.
Lata vit Guð fáa frið
hesaferð, kunnu vit við
gerða restina av greinini og
hennara implikatiónir.
Viðvíkjandi evninum er
hann citeraður fyri at siga,
at »Eg hugsi ofta um,
hvussu nógv tað kundi
spart samfelagnum, um vit
púra sluppu undan heili
vági. Hugsa tær, hvussu
nógv vit kundu spart á
fíggjarlógini.«
Frá hesum citati og
restini av greinini er púra
greitt, at Jenis av Rana
heldur, at øll sjúka kann
lekjast við bøn og at øll
líðing kann avhjálpast við
at heita á Gud, um at gera
tað fyri okkum.
Jenis av Rana er alment
settur lækni við ábyrgd fyri
heilsuni hjá sínum patient
um. Hesa ábyrgd skal hann
røkja eftir besta yvirbevísn
ingi og eg ivist onga løtu í,
at hann ger júst tað. Trupul
leikin uppstendur, tá hans
ara yvirbevísningur ikki
samsvarar við veruleikan,
sum vit kenna hann.
Jenis av Rana VEIT, at
Gud kann grøða hansara
sjúklingar, bara hann slepp
ur at biða fyri teimum. Er
hetta hansara uppfatan av
læknagerninginum, og
hevur hetta ávirkan á hans
ara virki sum lækni, eigur
tað at fáa alarmklokkurnar
at ringja, bæði hjá hansara
patientum og ikki minst
avvarðandi eftirliti. Vandi
kann vera fyri, at hann
fylgir síni bestu sannføring
og ordinerar bøn í staðin
fyri heilivág, og kann gera
óbótaligan skaða á tey,
hann hevur ábyrgd av.
Út frá pástandinum hjá
Jenisi, um at Gud er til og
aktivt grøðir sjúk, um vit
bara biða fyri teimum,
kunnu vit seta fylgjandi
spurningar:
Útskrivar Jenis minni
heilivág enn aðrir læknar?
Eru tey, sum hava Jenis
sum kommunulækna, betri
fyri enn onnur?
Fáa patientar hjá Jenisi
av Rana eina ørðvísi við
gerð, enn aðrir sjúklingar í
Føroyum?
Eg meti ikki, at tað er
ikki í lagi, at Jenis av Rana
blandar læknagerningin og
religiøsa upplýsing saman.
Og slett ikki tá talan ofta
er um menniskju, sum eru
í dýrastu neyð og tí góð
taka alt teirra lækni sigur.
Tá læknin so stendur við
avgerðini millum lív og
deyða hjá patientinum og
spyr um teir skulu biða
saman, eru tað nokk ikki
nógvir patientar, sum hava
yvirskot at nokta.
Jenis av Rana er settur
av tí almenna at vera lækni
og ikki religiøsur vegleið
ari, eins og fólk vanliga
fara til lækna at fáa lækna
liga hjálp og í kirkju ella
samkomu at fáa andaliga
hjálp.
Hevur Jenis rætt í sínum
pástandi, haldi eg at tað
almenna skal taka avleiðing
arnar beinanvegin, seta eitt
lið av trúgvandi at biða fyri
teimum sjúku og niðurlegga
allar sjúkuviðgerðandi
partar av heilsuverkinum.
Trupulleikin hjá Løg
manni at fáa fíggjarlógina
2010 at ganga upp, er tá
loystur.
Jenis av Rana grøðir fíggjarlógina 2010
Um sparingar á Sandoynni
Sólvit
SimonSen
Jón JoenSen
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, hevur
púra rætt í sínari grein, har hon edurgevur
tað, umsitingin hjá Tórshavnar kommunu
hevur gjørt
»at mett varð at ov fáir næmingar eru til at
skipa tvær 10. flokseindir við nøktandi
undirvísingartilboði. At endamálið við 10.
flokki er, at næmingurin meira enn áður skulu
kunna seta saman sína egnu útbúgving. Bert
við einum rímiliga stórum næmingagrundar
lagi kunnu skúlarnir bjóða nøktandi læru
greina og breytatilboð. Býráðið hevur tikið
avgerð um at skipa nýggju skúlarnar í
kommununi úr 1. upp í 9. flokk. Rætt er at
lata henda leistin galda fyri allar skúlar í
kommununi, og skipa eina sjálvstøðuga 10..
floks eind at taka ímóti næmingum úr øllum
skúlunum við tí fyri eyga, at 10. flokkur
verður byrjanin til eina útbúgving.«
Eftir at hava nærlisið álitið um 10. flokk
arnar í Havn, fari eg mæla til taka niðurstøð
una í álitinum, at tað skal vera ein eind og
hon skal vera í Eysturskúlanum. Tað fer at
kosta 25 til 35 milliónir til ábøtur í Kommunu
skúlanum, um tað skuldi vera 2 eindir tvs. ein
í Eysturskúlanum og ein í Kommunuskúlan
um. Eg kenni bæði næmingar og lærarar á
báðum skúlum, men eg eri politikari og taki
støðu sum politikari í hesum máli og ikki
útfrá, um eg kenni onkran har ella her
soleiðis er tað í politikki, tú fornermar onkran
og ger onkran annan í betri lag. Men her skal
ein støða takast í býráðnum, og tað verður
ikki seinastu ferð, at slík mál koma fyri.
Annars havi eg stórt rós til tað arbeiði sum
báðir skúlar arbeiða við í 10 flokkunum.
Eftir hava fylgt við kjakinum um 10. flokk
málið, og tær upplýsingar sum eg havi í
málinum, er tað tann rættasta loysnin at hava
eina eind og hon skal vera í Eysturskúlanum.
10 flokkur til
Eysturskúlan!
býráðslimur
levi mørk