mánadagur 23. november 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 224 - 23. november 2009
tíðindi
Sáttmála
Samráðingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey tímaløntu í Føroyum
vilja nú hava meiri í lønar
posan.
Tað er greitt eftir at tey
fimm arbeiðarafeløgini í
Føroyum hava stungið høvd
ini saman seinastu tíðina at
tosa um støðuna hjá limun
um.
Og hóast tað enn eru
heilir fimm mánaðir eftir til
sáttmálarnir við arbeiðsgev
ararnir fara úr gildi, er tað
longu nú greitt, at allir sátt
málarnir verða uppsagdir.
Sáttmálarnir ganga út á
midnátt tann 30. apríl og
tey fimm arbeiðarafeløgini
eru longu nú samd um at
siga sáttmálarnar upp.
Her er talan um Føroya
Arbeiðarafelag,
umframt
arbeiðara og arbeiðskvinnu
feløgini í Klaksvík og í
Havn.
Betri løn og
hægri viðbøtur
Ingeborg Vinther, forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelag,
sigur, at tað er onki at ivast
í at nøkur av krøvunum
verða, at lønin onkusvegna
skal upp.
Vit eru fyrst og fremst
samd um, at viðbøtur, sum
hava staðið í stað í fleiri ár
fyri ávís arbeiði, nú skulu
hækkas.
Hon sigur, at tað er
eisini væntandi, at krav fer
at verða sett fram um, at
sjálv tímalønin skal hækka.
Men so langt eru tey ikki
komin enn, tí nú skal eitt
útgreiningar arbeiðið gerast
fyri at staðfesta, hvussu
gongdin í keypiorkuni hev
ur verið seinastu árini.
Forkvinnan
í
Føroya
Arbeiðarafelag sigur, at
verkamannafeløgini
vilja
eisini hava aðrar ábøtur í
sáttmálan, men tað fær hon
onki sagt um enn.
Ein lodrøtt...
Men tað er í øllum førum
greitt at eitt høvuðskrav hjá
arbeiðarafeløgunum verður
at fáa ein fastlønarsáttmála
fyri tey, sum arbeiða á fiska
virkjum.
Arbeiðsgevarafelagið
hevur ongantíð av álvara
vilja samráðst um ein fast
lønarsáttmála fyri tey, sum
arbeiða á flakavirkjum men
tað ætla arbeiðarafeløgini
nú aftur at fáa dagsskrá av
álvara,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Samstundis
vísir
hon
sostatt aftur páhaldinum frá
arbeiðsgevarunum herfyri
um at tað eru verkafeløgini,
sum hava beint fyri samráð
ingunum um ein fastlønar
sáttmála.
Arbeiðsgevararnir løgdu
eitt uppskot fyri okkum,
sum ikki kundi góðtakast,
men teir nokaðu at víkja frá
tí og sostatt kom tað ongan
tíð so frægt sum til samráð
ingar. Tí gjørdu verkafeløg
ini eit mótuppskot, so at vit
høvdu tvey upplegg at sam
ráðast út frá. Men tað hava
arbeiðsgevararnir ikki havt
áhuga fyri yvirhøvur og tí
hava ongar samráðingar ver
ið, sigur Ingeborg Vinther.
Arbeiðsfólk vilja hava meiri í løn
Undir sáttmálasamráðingunum í 2007 legði Føroya
Arbeiðsgevarafelag uppskot fyri tey fimm arbeiðara
feløgini um fastlønarsáttmála í fiskivinnuni. Hetta var
ætlað sum grundarlag, ið partarnir kundu arbeiða víðari
við. Hetta vann ikki frama hjá arbeiðarafeløgunum, og
arbeitt varð ikki víðari við hesum undir sjálvum
samráðingunum í 2007.
Tann 6. juni 2008 varð aftur fundur ímillum partarnar, har
arbeiðarafeløgini løgdu sínar hugsanir um ein
fastlønarsáttmála fram. Málið hevur síðan verið tikið fram
av og á, men orsakað av innanhýsis trupulleikum á
fakfelagssíðuni, er arbeiðið at koma á mál við einum
slíkum, ongantíð veruliga byrjað.
Vinnuhúsið sigur, at hetta er orsøkin til at tey ongan veg eru
komin við samráðingunum um fastlønarsáttmála arbeiðs
fólk á fiskavirkjum
FAKTA
Øll arbeiðarafeløgini eru samd um at siga sáttmálan við
arbeiðsgevararnar upp og tað er onki at ivast í, at eitt av
krøvunum verður at lønin skal hækka
Søkt verður eftir maskinmeistara/
maskinmanni til Faroe Salmon Processing.
Tann, ið settur verður, skal hava viðkomandi royndir
og útbúgving. Arbeitt verður saman við einum
maskinmeistara á einari av tveimum skiftivaktum.
Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða
sjálvstøðugt. Starvið verður sett skjótast tilber.
Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna.
Starvsstaður: á Glyvrum.
Umsóknarfreist er : 30/11
Áhugað biðjast senda umsókn til:
Faroe Salmon Processing
Bakkavegur
FO-625 Glyvrar
kari@bakkafrost.com
Bakkafrost samtakið fram-
leiðir laks og liðugvørur úr
laksi. Framleiðslueindirnar
eru í Norðoyggjum og suður
Eysturoy, skipaðar í 3 smolt-
støðum, 7 alistøðum, 1 kryvji-
virki í Klaksvík, portiónsvirki
og kassavirki á Glyvrum.
Vøruúrvalið er breitt innan
laksavørur. Høvuðsvøran er
laksaportiónir til retail
marknaðin í ES.
Tað starvast umleið 300 fólk í
samtakinum.
Bakkavegur 8 · FO-625 Glyvrar · Telefon: 40 50 00
bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com
Maskinmeistari
Bakkafr ost
Sosialurin / KvR 34 18 00