Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 224 - 23. november 2009 3 Skálaberg varð tikin av russum í seinastu viku, og síðan fríggja dagin hevur JFK onki hoyrt frá russum. Tað hevur verið sagt, at russar hava tikið passini frá manningini, men hetta avnoktar reiðarin. – Skiparin hevur passini, sigur Hanus Hansen, reiðari Skálaberg Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hósdagin í seinastu viku varð Skálberg, sum er á sein asta túri undir føroysk­ um flaggi, tikin til Mur­ mansk, tí russiskir myndug­ leikar mettu tað vera ólóg­ ligt, at Skálaberg veiddi av kvotuni hjá Sundabergi, sum er seldur til Russ­ lands. Um vikuskiftið hava nógv ar søgur gingið, at mill um annað passini hjá manningini eru tikin av russiskum myndugleikum, men hesum noktar reiðarin fyri. – Sum altíð, tá skip eru í fremmandum havnum, so hevur skiparin passini hjá manningini, sigur Hanus Hansen, reiðari. Vita onki Hóast Skálaberg hevur ligið beint uttanfyri Murmansk í fleiri dagar, so dugir Hanus Hansen ikki at siga, nær skipið fær farið aftur til fiski skap. – Vit vita onki meira. Tað er ein misskiljing, sum er orsøkin til íkomnu støðuna, og vit gera tað, sum vit kunnu fyri at loysa trætuna, sigur Hanus Hansen. Hann leggur afturat, at bæði Uttanríkisráð, Fiski­ málaráð og onnur stríðast við at loysa knútin, sum er íkomin, tí russar ikki meta seg hava fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá Sunda­ bergi. Dokumentir mangla Sambært russiskum mynd­ ugleikum hava teir ikki fingið at vita, at Skálaberg hevur loyvi at veiða av kvotuni hjá Sundabergi, men Hanus Hansen dugir ikki at síggja, hví tað skal vera soleiðis. – Vit hava røttu pappírini umborð, og tí føli eg, at skipið er tikið til Murmansk av órøttum, sigur Hanus Hansen, og leggur afturat, at teir hava við eitt stórveldi at gera, og tí er torført at siga, hvussu verður. – Eg kann ikki gita mær til, hví tað skal vera soleiðis, men russarnir vóru umborð fríggjadagin, og síðan tá hava vit onki hoyrt frá teim­ um, sigur Hanus Hansen. Men hann heldur støðuna vera keðiliga. – Hetta er ikki bara keðiligt fyri manningina. Hetta er keðiligt fyri alt, metir Hanus Hansen, sum ikki á nakran hátt dugir at siga, nær skipið verður leys givið. Sosialurin hevur roynt at ringja umborð á Skálaberg, men har tekur ongin tele­ fonina. FAMILY við CANAL+ TOTAL Tann ultimativi sjónvarps-pakkin FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann totala sjónvarpsupplivingin. Tann ultimativi pakkin við avgjørt bestu rásunum – bæði talgildar og HDTV: Tú fær bestu donsku rásirnar frá LOCAL-pakkanum, allar tær útlendsku rásirnar frá FAMILY-pakkanum og ikki færri enn 13 einastandandi HDTV-rásir í ótrúliga høgari góðsku. FAMILY við CANAL+ TOTAL gevur samstundis óavmarkaða atgongd til íalt 11 eksklusivar rásir frá CANAL+ við tí besta innan ítrótt, nýggjastu biograffilmarnar og tær best umtóktu røðirnar. FAMILY við CANAL+ TOTAL er tann størsti og yvirhøvur allarbesti sjónvarps-pakkin við teimum 82 bestu donsku og øðrum útlendsku rásunum og við mest HDTV samlað í einum pakka. * Hálvárlig kort-tænasta kr. 389 Allover Press Allover Press El-In Klingrugarður 8 700 Klaksvík Tel. 474500 G.F. Elektronik Birnugøta 31 100 Tórshavn Tel. 310254 MP Teknik Klaksvíksvegur 12 700 Klaksvík Tel. 459089 Opus Heiðavegur 3 620 Runavík Tel. 479999 Radio-Service Fossavegur 99 900 Vágur Tel. 213500 Radi handilin Niels Finsensgøta 16 100 Tórshavn Tel. 318277 FAMILY MEd CANAL+ TOTAL 449 kr./md.* HDTV-kanaler Fyrr 449,- Nú409,- um mánaðin* SERPRíSuR – Skiparin hevur passini Í fleiri dagar hevur Skálaberg ligið beint uttanfyri Murmansk. Enn er ongin loysn í eygsjón