Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 224 - 23. november 2009 seyður av vegnum Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Uppskotið hjá nøkrum løg­ tingslimum um at fáa seyð­ in og onnur kríatúr burtur av landsvegnum og burtur úr bygdunum, hevur sanni­ liga fingið fáar vinir og nógvar fíggindar. Í øllum førum um vit skulu meta eftir teimum, sum hava gjørt vart við seg alment Eitt nú hava bæði Bónda­ felagið og Óðalsfelagið gingið hond í hond um at fordøma uppskotið, sum nakrir løgtingslimir hava lagt fyri Løgtingið um at beina seyð, neyt og onnur nyttudýr, burtur av vegunum og burtur úr bygdum øki. Tey bæi feløgini umboða ein heilt stóran part av teim­ um, sum eiga seyð, neyt og onnur kríatúr. Men uppskotsstillararnir hava í øllum førum fingið ein fjeppera, tí nú hevur Fámjins Kommuna boðað vinnunevndini hjá Løgting­ inum frá, at fámjingingar taka fult undir við uppskot­ inum um at fáa seyðin burt­ ur av alfaravegi og at fáa leysgangandi seyð burtur úr bygdunum. Ein partur av uppskotinum er, at hereftir skulu tað vera tey, sum eiga seyð, neyt og onnur kríatúr, sum sjálvi skulu bera kostnaðin av at hegna framvið vegum fyri at halda dýrini burtur. Eisini hesum endamálin­ um tekur Fámjins kommuna undir við, tí bygdaráðið sig­ ur, at tað hevði verið alt ov dýrt hjá kommununi at gold­ ið endurgjald fyri mist vetr­ arbit, samstundis sum tann leysgangandi seyðurin er til stórt forargilsi og er til ampa fyri trivnaðin. Løgtingslimir ímóti seyði fáa óvæntaðan stuðul fólkaskúlin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Umfatandi tiltøk skulu nú setast í verk fyri at rationali­ sera fólkaskúlan við fimm milliónum krónum. Tað upplýsir Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna í mentamálum fyri løgtingsis fíggjarnevnd, nú fíggjarlógin fyri 2010 er til viðgerðar. Fær hon ikki undirtøku fyri hesum broytingum, verð­ ur neyðugt at lækka tímatalið í skúlanum samsvarandi. Betri rakstur Høvuðsendamálið við ætl­ aðu tiltøkunum er at leggja skúlar saman fyri at rati­ onalisera raksturin. Í tí sambandi ætlar hon at leggja uppskot fyri Løgting­ ið um at avtaka reglurnar, sum siga, at áðrenn talan kann verða um at niður­ leggja skúlan í eini bygd, skal fólkaatkvøða vera í bygdini um tað. Hon ætlar eisini at sleppa at avtaka reglurnar um, at flokkar ikki kunnu umskip­ ast, eftir at næmingarnir eru býttir í flokkar. Harumframt ætlar hon at fáa heilmild til at fara undir samráðingar við lokalar skúlamyndugleikarnar við tí endamáli at skipa skúla­ sambond, sum skulu sam­ svara við talið á kommunun­ um, eftir at ætlaða saman­ leggingin er fram, so at ein kommuna verður eitt skúla­ samband. Men eydnast ikki at finna semju í seinasta lagi 1. januar í 2012, vil hon hava heimild til at skera ígjøgjum og skipa skúlasambondini sjálv. Og at enda vil Helena Dam á Neystabø hava heim­ ild til at skipa læraratalið í hvørjum skúlsambandi ella skúla eftir næmingatalin­ um. Fullnýta raksturin Hon sigur, at hetta fer at skapa møguleiki at fullnýta bæði kommunala raksturin og landsjáttina til fólkaskúl­ an, soleiðis at umstøður vera til at menna tvílærara­ skipanina, veita lærarum eina munagóða og skipaða eftirútbúgving, seta fleiri NSR tænastur á stovn, umframt at skipa eftirskúla og ymisk royndar­ og menn­ ingarvirksemi. Fólkaskúlin spara fimm milliónir Næstu tíðina skulu umfatandi broytingar gerast í fólkaskúlanum, men eydnast tað ikki, verður neyðugt at skerja tímatalið ES kundi valt betur Fleiri politiskir viðmerkjarar undrast á avgerðina hjá ES­leiðarunum at velja Herman Van Rompuy til forseta og Catherine Ashton til uttanríkisráðharra í samveldinum. Millum teirra, sum undrast, er fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin Uffe Ellemann­Jensen. Í samrøðu við DR sigur hann, at ES­leiðararnir áttu heldur at valt fólk, sum veruliga høvdu gjørt mun á altjóða pallinum. Eitt nú heldur hann lítið um uttanríkisráðharravalið. Uffe Ellemann­Jensen heldur, at fleiri betri valevni vóru so sum svenski uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, og fyrrverandi týski uttanríkisráðharrin Joschka Fischer. Tað hevði verið nakað heilt annað, heldur Uffe Ellemann­Jensen. Obama fær nýskipan Amerikanska Senatið samtykti gjáranáttina at viðgera uppskotið hjá Barack Obama um eina nýskipan á heilsuøkinum. Uppskotið kravdi minst 60 atkvøður í Senatinum, og tað eydnaðist at fáa tær neyðugu atkvøðurnar. Allir teir 58 demokratisku senatorarnir atkvøddu fyri, og tað gjørdu tveir óheftir senatorar eisini. Hinvegin atkvøddu 39 republikanskir senatorar ímóti, og ein republikanari atkvøddi ikki. Um eina viku fer Senatið undir at viðgera nýskipanaruppskotið. Roknað verður við, at viðgerðin fer at taka tríggjar vikur. Tað merkir, at uppskotið kann avgreiðast fyri jól, og at forsetin kann staðfesta tað um ársskiftið. Fámjins Kommuna tekur fult undir við uppskotinum hjá nøkrum løgtingslimum um at seyð og onnur kríatúr burtur av alfaravegi og burtur úr bygdunum