mánadagur 23. november 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 224 - 23. november 2009
Eitt av uppskotinum
í vakstrarpakkanum
hjá Vinnumálaráðn
um er at taka av MVG
í matstovuvinnuni,
ella lækka tað til
fimm prosent
VAKSTRARPAKKI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í átakinum, sum í vakstrar
pakkanum
hevur
fingið
heitið »Lækka søluMVG
fyri mat á matstovu og
cateringvirksemi«,
sigur
Vinnumálaráðið, at mat
stovuvinnan
hevur
sera
truplar karmar at virka
undir í Føroyum í mun til
grannalondini og eisini í
mun til aðrar føroyskar
vinnur. M. a. hevur vinnan
bert avmarkaðar møguleikar
at forvinna pening upp á
sølu av drekkavørum, or
sakað av almenna mono
polinum upp á innflutning
og sølu av víni og øli og
teimum almennu avgjøld
um, sum verða løgd á vín
og øl. Sostatt eru truplu
karmarnir í stóran mun
skaptir við almennari regu
lering, hóast ætlanin við
ásetingunum í rúsdrekka
lógini neyvan hevur verið
at leggja fótonglar fyri mat
stovuvinnuna.
Harumframt
er
sølu
MVG munandi hægri í
Føroyum enn í flestu ES
londum, sum vit kappast
við innan ferðavinnu. ES
nevndin hevur góðkent, at
limalondini frá 1. juli 2009
kunnu lækka sølu MVG á
matstovu
og
catering
virksemi til í minsta lagi 5
%. Frakland hevur sum
fyrsta limalandið nýtt henda
møguleika og hevur lækkað
MVG’ið á matstovuvirksemi
til 5,5%. Í Íslandi er
MVG’ið á matstovum 7%. Í
bæði Fraklandi og Íslandi
er valt ikki at lækka MVG á
drekkavørum, ið innihalda
alkohol.
Í átakinum verður grund
givið við, at ein vælvirkandi
matstovuvinna
er
ein
fortreyt fyri at menna eina
røð av øðrum tænastu
veitingum. Matstovuvinnan
hevur eisini ein avgerandi
leiklut í ferðavinnuni, bæði
tá tað snýr seg um privat
ferðafólk og onnur, sum
koma til landið í arbeiðs
ørindum t. d. í sambandi
við ráðstevnum. Harafturat
er ein fjøltáttað og væl
virkandi matstovuvinna ein
grundleggjandi karmur, tá
tað snýr seg um trivnaðin
hjá fólki og nakað sum
fólk taka við í metingina, tá
avgerð skal takast um at
búseta seg í Føroyum ella
uttanlands.
Ymiskir møguleikar eru
at bøta um karmarnar hjá
matstovuvinnuni. Tað er tó
ikki sannlíkt, at broytingar
verða gjørdar í avgjøldunum
á víni og øli, ella at matstov
urnar sjálvar fáa møguleika
at innflyta vín og øl. Í staðin
er neyðugt at kompensera
fyri
hesa
skeikling
av
marknaðinum á annan hátt.
Skotið verður tí upp, at
søluMVG fyri tilgjørdar
máltíðir verður sett niður á
5%, sum er minstamarkið í
ES, ella betur verður sett
niður á 0 fyri at varðveita
greidleikan í MVGlógini.
MVGfrítøkan skal ikki
fevna um drekkavørur. Í
fyrstu atløgu fer hetta
sannlíkt at minka um MVG
inntøkurnar
hjá
lands
kassanum, men við tíðini er
sannlíkt, at hetta kann føra
til
økt
virksemi
innan
matstovu og ferðavinnuna.
Sum dømi kann nevnast, at
um 100 fólk, sum annars
høvdu verið arbeiðsleys
ella flutt av landinum, í
staðin fáa arbeiði í mat
stovuvinnuni, kann hetta
átakið nærum gerast út
reiðsluneutralt fyri lands
kassan. Um ferðavinnan
veruliga tekur dik á seg,
kunnu
MVGinntøkurnar
hjá landskassanum vaksa í
mun til í dag.
Av tí at nevy hagtøl ikki
eru, er ilt at meta um kostn
aðin. Men í Vinnumála
ráðnum meta tey, at tað
kostar einar 15 milliónir
krónur fyrsta árið. Við tíðini
er sannlikt, at hetta kann
føra til økt virksemi innan
matstovu og ferðavinnuna
og harvið økja inntøkur
landskassans nakað.
Tíðarætlanin er, at lógar
uppskot verður lagt fyri Løg
tingið í hesari tingsetuni.
Til ber hjá fólki at gera
viðmerkingar til átøkini á
heimasíðuni hjá Vinnumála
ráðnum www.vmr.fo
Matstovur sleppa undan MVG
Eitt átak í vakstrar
pakkanum hjá
Vinnumálaráðnum
er at gera tvíliðaðar
sáttmálar við Dan
mark, Norðurlond
og Ongland innan
tryggingarøkið
VAKSTRARPAKKI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vinnumálaráðið sigur, at
sum støðan er í dag, eru
forðingar fyri, at føroysk
tryggingarfeløg
kunnu
bjóða seg fram uttan fyri
Føroyar og Ísland. Hetta
viðførir, at tað er trupult hjá
tryggingarfeløgunum
at
vaksa av tí, at føroyski
tryggingarmarknaðurin er
mettaður á fleiri økjum.
Við nýggju tryggingar
lógini frá 2008 er føroyska
tryggingarlóggávan
sum
heild
í
samsvari
við
tryggingarlóggávuna
í
grannalondunum og í ES.
Áðrenn føroysk tryggingar
feløg kunnu bjóða seg fram
uttanlands, er kravið tó, at
tvíliðað avtala verður gjørd
við landið, har ætlanin er at
bjóða seg fram. Í løtuni
finst bert ein slík avtala við
Ísland, men tingingar eru
eisini við Danmark um síná
millum avtalu innan trygg
ingarøkið. Í fyrsta umfari er
ætlanin eisini at gera tví
liðaðar sáttmálar við onnur
Norðurlond og Ongland, so
føroysk tryggingarfeløg í
veruligan mun kunnu bjóða
tryggingar fram uttan fyri
FøroyarÍsland.
Átakið snýr seg í fyrstu
syftu at gera sínamillum
avtalu við Danmark og
síðani við onnur Norðurlond
og við Ongland innan trygg
ingarøkið. Mett verður, at
útreiðslurnar verða fíggjað
ar av verandi játtanum.
Sambært
tíðarætlanini
skal avtala við Danmark
undirskrivast
fyrst
í
komandi ári, og avtala gjørd
við hini londini í 2011.
Til ber hjá fólki at gera
viðmerkingar á heimasíðuni
hjá
Vinnumálaráðnum
www.vmr.fo
Hjálpa tryggingarfeløgum at fara uttanlands
Ikki so ringir kortini
Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur sínar egnu áskoð
anir um mangt og hvat, og hann aftrar seg ikki við at siga,
hvat hann heldur um ymiskt. Nú vil hann vera við, at Robert
Mugabe og Mahmoud Ahmadinejad eru ikki so ringir, sum
sagt verður, og tað sama sigur hann um fyrrverandu ugand
iska einaræðisharran Idi Amin. Í einari røðu um vikuskiftið
umrøddi venesuelski forsetin Mugabe og Ahmadinejad sum
sínar brøður, og hann helt Idi Amin vera fosturlandsvin. Idi
Amin stýrdi Uganda í átta ár í sjeytiárunum, og hesi árini
vórðu umleið 300.000 fólk har fyribeind.
Mótmæli í Kina
Um vikuskiftið kravdi ein námsvanlukka har norðuri í Kina 104
mannalív, og í morgun gingu avvarandi hjá teimum, sum doyðu,
mótmælisgongu, har tey funnust hvassliga at teirri vánaligu trygd
ini í námunum. Útlendsku tíðindastovurnar skriva, at løgreglu
menn og trygdarmenn royndu at steðga mótmælisgonguni, og at
partarnir brustu saman. Námsvanlukkur eru rættiliga vanligar í
Kina, men vanlukkan um vikuskiftið var tann ringasta í tvey ár.
Sambært almennum upplýsingum hava 3.200 kinesiskir náms
arbeiðsmenn latið lív í vanlukkum tað seinasta árið, men óheftar
keldur siga, at tað veruliga talið er nógv størri.
Roknað verður við, at tað fer at kosta einar 15 millliónir fyrsta árið at frítaka matstovur fyri MVG - men at tað sum frá líður fer at
hvíla í sær sjálvum