Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 224 - 23. november 2009 Skifta stjóra í Atlantic Petroleum Atlantic Petrole­ um boðaði fríggja­ dag in frá, at Wil­ helm Petersen, stjóri, er farin frá við virknaði bein­ anvegin - Eg vil takka Wil- helmi Petersen fyri hansara stóru hjálp til menn ing ina av Atlantic Petrole um. Undir hansara leiðslu er felagið vorðið ein altjóða leikari í olju- og gassvinnuni við tveim um oljuøkjum longu í framleiðslu, og uppaftur tveimum olju- økj um, sum væntandi koma í framleiðslu yvir tey næstu tvey til trý árini, segði Birgir Dur huus, nevndar for- mað ur í Atlantic Petrole um. Einki varð sagt um, hvørt hann er upp sagd- ur, ella sjálvur hevur valt at fara frá. Tað varð sagt, at hann fer frá í »fullari semju mill um báðar partar- nar«. Nevndarformaðurin segði við Rás2 fríggja- dagin, at Vilhelm Petersen ikki hevur rætt ar kvalitetir til olju felagið í framtíðini. Wilhelm Petersen fer frá við virknaði beinan vegin, men fer í eitt tíðarskeið upp á eitt ár at vera tøkur sum ráðgevi hjá felag- num. Fyribilssettur stjóri er Sigurð í Jákups- stovu. Nevndin fer beinan- vegin í gongd við at leita eftir nýggjum stjóra. Nevndarformaðurin stað festi eisini, at Sigurð í Jákupsstovu verð ur millum evnini til nýggjan stjóra. - eij Aksel V. Johannesen, heilsu mála ráðharri, sig ur, at sum politiska støð an er í løtuni, so kann ikki roknast við, at sjúkrahúsini verða sett undir somu leiðslu og játtan. Fíggjar­ nevndin hev ur annars spurt um tað ber til. Men megin parturin av fíggjar nevnd ini visti ikki av, at tey høvdu sett spurn ing in Fíggjarlóg Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fíggjarnevndin hevur spurt heils u málaráðharran, um tað ber til at leggja øll trý sjúkra- húsini undir somu leiðslu og somu játtan. Aksel V. Johannesen, heilsu mála ráð harri, heldur ikki, at tað er politisk undir- tøka fyri tí, men skuldi tað verið tað, so er tað ein veru- leiki, hann má fyrihalda seg til, og reint teoretiskt ber tað til. – Somu spurningar vórðu setti í samband við fíggjar- nevnd arviðgerðina í fjør, og tá varð funnið fram til, at politisk undirtøka ikki var fyri at leggja sjúkra hús ini undir somu leiðslu, men at sjúkrahúsini heldur skuldu virka sum ein eind. Tað arbeiða vit við, og leiðsl- urnar hava regluligar fundir, sigur Aksel V. Johanne sen, sum ikki held ur tað vera løgið, at fíggjar nevndin spyr tað sama í ár, sum í fjør. – Tað er opinbart onkur, sum heldur at tað skal vera so leiðis, men mær vitandi er ikki semja í fíggjar nevnd ini at leggja alt undir somu leiðslu. Men tey eru sjálv- andi vælkomin at spyrja. Magni eigur spurningin Í fíggjarnevndini eru økini býtt ímillum nevnda r limir- nar, og Annita á Fríð riks- mørk tekur sær av heilsu- málum. Men tá Sosialurin spurdi hana í morgun, mintist hon ikki reiðiliga, hvussu spurningarnir ljóð aðu. Men vísti hon á, at hon ikki tekur undir við at legg ja alt undir somu leiðslu. – Eg spurdi um hatta. Eg vildi bara vita, hvat fíggjar- málaráðharrin hevði í hyggju, segði Annita á Fríðriks mørk. Sosialurin hevur somu- leiðis verið í samband við aðr ar fíggjarnevndarlimir, og onkur av teimum visti als ikki at spurningurin var settur. – Eg veit onki um hatta. Andstøðan veit onki um has- ar spurningarnar, sigur Tor- bjørn Jacobsen. Men tað eru ikki bara and- støðu limir, sum ikki kendur til spurningarnar. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon frætti um spurn ing- arnar og svarini hjá landsstýrismanninum í miðlunum, og Anfinn Kalls- berg sigur, at spurn ing ur in als ikki hevur verið um rødd- ur við borðið í fíggjar nevnd- ini. Bill Justinussen sigur seg hin vegin vita, at onkur hevði tosað um at spyrja, men hann var ikki greiðir yvir, at nakar hevði spurt, fyrr enn Sosialurin ringdi í morg un. Magni Laksáfoss bleiv hin veg in eitt sindur illa við, tá hann fekk at vita, at Annita á Fríðriksmørk hevði sett spurningarnar. – Hevur hon tað? Um hon vil eiga hasar spurn ing ar nar, so lati eg hana tað, sigur Magni Laksáfoss, sum undrast, at fleiri fíggjar- nevndarlimir ikki vita av, at spurningarnir eru settir. Men gjøgnum morgunin, fann Annita á Fríðriksmørk útav, at hon als ikki átti spurn ing in. – Tað undraði meg, at eg visti so lítið um spurn ing ar- nar. Men tað er ikki so løg ið, tí tað var Magni, sum átti spurningarnar, segði Annita á Fríðriksmørk, eftir at fíggjarnevndin hevði verið á fundi í eina løtu. Ójavnar meiningar Men hóast fíggjarnevndin hev ur spurt, um tað ber til at leggja alt undir somu leiðs lu og somu játtan, og lands- stýrismaðurin hevur sagt, at tað ber til í teoriini, so eru fíggjar nevnd ar limir nir sera ójavnir á máli, um tað skal gerast ella ikki. Summi meta, at alt skal undir somu játtan, so meira fæst fyri peningin, meðan onn ur meta tað vera bein- leið is býtt, tí tað fer at gera sjúkrahúsini kring landið veikari. – Vit arbeiða eitt sindur, hvør í sínum lagi, sigur Eyðgunn Samuelsen, um arbeiðið hjá fíggjarnevndini í løtuni. Sjúkrahús undir somu játtan? Fíggjarlógin skal úr fíggjarnevndini skjótt, og í tí sambandi er millum annað spurt, um tað ber til at leggja øll sjúkrahúsini undir somu játtan. Men meginparturin av fíggjarnevndini visti ikki av, at spurningurin var settur og fíggjarnevndarlimurin, sum tekur sær av heilsumálum, fann brádliga útav, at tað ikki var hon, sum hevði sett spurningin Útróðrarmenn á ST-ráðstevnu Tveir útróðrarmenn úr Ilulissat í Grønlandi hava fingið innbjóðing til at halda røðu fyri leiðandi politikarum og granskarum í sambandi við altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Grønlendska kringvarpið veit at siga, at Johannes Mathæussen og Ville Siegstad skulu greiða frá, hvørjar ávirkan tann veksandi hitin á jørðini hevur á teirra gerandisdag og livikor. Johannes Mathæussen sigur við KNR, at fyri 15 árum síðani var ísurin í Ilulissat-fjørðinum einar fimm metrar tjúkkur, men at í dag er hann bara millum ein hálvan og ein metur. Connie kommiserur Fyrsta dagin fer Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at boða frá, hvør skal umboða Danmark í ES-nevndini eftir Mariann Fischer Boel, sum hevur verið kommiserur í landbúnaðarmálum, men sum nú fer frá. Kappingin stendur millum ráðharrarnar Bertel Haarder og Connie Hedegaard, men sambært BT hevur forsætisráðharrin longu gjørt av, at tað verður Connie Hedegaard. Tað hevur hann gjørt eftir trýsti frá ES-nevndarformanninum Jose Manuel Barroso, sum vil hava fleiri kvinnur í ES-leiðsluna. Harafturat skal Konservativi Fólkaflokkurin hava kravt kommiserstarvið, skrivar BT.