Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 224 - 23. november 2009 Vinnuting Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Vilmund Jacobsen Seinasta fríggjadag skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi, sum felagið hesaferð helt á Vónini í Fuglafirði. Felagið hevur skipað fyri fýra vinnutingum í ár, har í fyrsta lagi limirnir í felag­ num hittast at fáa nøkur ”input”. Í fleiri ár hevur felagið eisini skipað fyri einum árligum vinnufundi, sum seinast varð hildin í Løks­ høll í Runavík 22. apríl í ár, har eini 120 vinnulívsfólk, politikarar og onnur lýddu á framløgurnar. Tríggir fyrilestrar Tað var Rodmundur Niel­ sen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum beyð vælkomin í Fuglafirði fríggjadagin. Fyrstu framløguna hevði stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen, sum í stuttum greiddi frá virkseminum hjá felagnum, bæði heima og úti. Næstu framløguna hevði Tummas Eliasen, stjóri í Lív og í íløgufelagnum Royndini. Hann greiddi frá eftirlønartryggingum og um pensjónskapital í vinnu­ lívi. Eftir framløguna hjá Tummasi, var ein lítil steðg­ ur, og triðju framløguni stóð Páll Isholm, deildar­ stjóri og blaðstjóri, fyri. Saman við Sansir, har Høgni Rasmussen er stjóri og eisini var við á fundinum, verður nú arbeitt við útgávu av einum vinnublað, sum fer at kallast ”Vinna”. Tað eru eisini Sansir, sum standa fyri útgávuni av ”Kvinnu”. Páll Isholm, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein, segði, at eitt av enda­ málunum hjá Vinnu verður at geva vinnulívinum eitt betri grundarlag at taka avgerðir á. Eftir hesar tríggjar fram­ løgurnar, sum mundu taka tað mesta av tveimum tím­ um, var rundvísing á trol­ virkinum Vónini. Vit fara í blaðnum í dag at siga eitt sindur um tað, sum stjórin á Vónini, Hjalm­ ar Petersen, segði. Í øðrum bløðum í vikuni fara vit at venda aftur til framløguna hjá Tummasi Eliasen og Páll Isholm. Byrjaði í smáum Í stuttum kann sigast um søguna aftanfyri Vónina, at henda fyritøka, sum byrjaði við nøkrum fáum monnum fyri 40 árum síðan, í dag er ein av teimum stóru veitar­ unum av trolum, trolreið­ skapi og nótum í okkara parti av heiminum. Hjalmar Petersen segði, at tað vóru teir, sum í 1969 stóðu aftanfyri keypið av skipinum Vón, sum í 1971 byrjaðu trolvirksemi í Fugla­ firði. Í 1975 byrjaði trolvirkið í Havn, og í 1989 byrjaði virksemið í Ný Foundlandi. Skipshandilin í Havn varð keyptur í 1992, og í 2002 byrjaði virksemið í Nuuk. Nýggjur virkisbygningur varð bygdur í Havn í 2003, og í 2006 keypti Vónin 40% av trolvirkinum Berginum í Hvalba. Hjalmar vísti á, at árið 2006 var eitt hendingarríkt ár hjá Vónini, tá felagið eisini hetta árið keypti trol­ Vónin vil veksa uppaftur Kanna streymorku í Íslandi Í Íslandi hevur fyritøkan Sjávarorka ehf. søkt myndugleikarnar um loyvi at halda fram við at gera royndir við sjóvarfalsorku á Breiðafirði, sum felagið fór undir longu fyri átta árum síðani. Royndirnar higartil hava víst, at tað ber til at gagnnýta sjóvarfallið til orkuframleiðslu, skrivar Morgunblaðioð. Nú er ætlanin at gera neyvari kanningar. Ætlanin er at kanna tvær streymálir, sum eru mettar at kenna geva ávikavíst 1.000 og 800 gigawatttímar um árið. Men av tí at tað ikki ber til at gagnnýta meiri enn ein part av orkuni, verður mett, at eitt streymortkuverk á Breiða firði kann geva umleið 650 gigawatttímar árliga, skrivar blaðið. Listeria í pengasius Ta seinastu tíðina hava alt fleiri evropear valt at keypa sær tann bíliga vietnamesiska alifiskin pangasius til døgurða heldur enn tosk og reyðsprøku, sum eru munandi dýrari. Men sambært einari kanning í Danmark kann pangasius als ikki samanberast við eitt nú toskin úr Norðuratlants­ havinum. Millum annað avdúkaði kanningin listeriabakteri­ ur í 40 prosentum av teimum pengasius­fløkunum, sum blivu kannað, meðan ongar slíkar bakteriur vórðu funnar í teimum toska­ og reyðsprøkufløkunum, sum blivu kannað, skrivar Fiskifréttir. Fyri 40 árum síðan byrjaðu nakrir fáir mans at arbeiða trol í Fuglafirði. Í dag er fyritøkan ein av størstu útbjóðarum av sínum slagi í Norðuratlantshavi við virksemi í fleiri londum. Saman við RFG í Noregi hevur Vónin ein árligan umsetning upp á 320 miljónir krónur. – Okkara mál er at veksa enn meira í altjóða høpi, sigur stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen Undir rundvísingini á Vónini sóu vit eisini brunnin, har til ber at gera royndir við ymiskum trolreiðskapi. Vit sluppu at síggja, hvussu trolið verður drigið eftir botninum