mánadagur 23. november 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 224 - 23. november 2009
meira í altjóða høpi
Betri eftirlit við bankunum
Danska Fíggjareftirlitið ætlar sær at hava betri eftirlit við bankum,
sum váða ov nógv til ampa fyri samfelagið. Nýggi stjórin í
Fíggjareftirlitinum, Ulrik Nødgaard, sigur við Jyllands-Postin, at
eftirlitið skal hava betri eftirlit við bankum, sum hava tikið avgerðir,
ið hava gjørt fíggjarkreppuna verri, enn hon annars hevði verið. Júst
royndirnar frá fíggjarkreppuni skulu brúkast sum grundarlag undir
einum betri eftirliti, og endamálið er at forða fyri, at tað skal
endurtaka seg. Umframt betri eftirlit ætlar Fíggjareftirlitið at kunna
almenningin betur um bankar, sum váða í meira lagi og at taka
neyðug stig ímóti bankum, sum taka váðafullar avgerðir.
Tey ungu aftur til
Grønlands
Grønlendska samfelagið hevur brúk fyri teimum ungu
grønlendingunum, sum eru farnir til Danmarkar at nema
sær útbúgving, og um vikuskiftið varð skipað fyri einum
átaki, sum skal fáa fólk at venda heim aftan á lokns
útbúgving. Umleið 20 grønlendskar fyritøkur vóru við í
tiltakinum, og ørindini vóru at fáa fatur á teimum ungu
lesandi. Grønlendska samfelagið hevur serliga brúk fyri
fleiri sjúkrasystrum, løgfrøðingum og búskaparfrøðingum.
Tiltakið var í Keypmannahavn og Århus.
virksemið hjá Royal Green-
land, umframt at felagið
sama ár keypti 22% av
Hampiðjan Group í Íslandi.
Í 2008 fusioneraðu Vónin
og RFG í Noregi, har norska
felagið hevur fleiri virkir
norður eftir norsku strond-
ini.
Hjalmar Petersen segði,
at tað seinasta, sum er hent
í ognarviðurskiftunum hjá
Vónini, er, at teir, sum
stovnaðu P/F Føroya Trol í
Vestmanna, í ár komu inn-
aftur í felagið.
- Her komu nakrir burtur-
vilstir menn aftur, sum hann
skemtandi tók til.
Stjórin vísti á, at tað ser-
liga vóru umstøðurnar í fiski-
vinnuni, sum viðvirkaðu til,
at Føroya Trol, ið mest fekst
við botntrol, góvust.
- Tað er trupult við tveim-
um konkurerandi virkjum á
sama øki, og tá er ringt at
tjena pening, segði hann.
Hjalmar Petersen segði, at
tó at Vónin er eitt stórt felag
her heima í Føroyum og um
okkara leiðir, er hetta eitt
lítið felag í altjóða høpi.
- Men vit hava ætlanir
um at veksa uppaftur meira
í altjóða høpi, legði hann
aftrat.
Við tí virksemi, sum Vón-
in hevur og við samstarvin-
um við RFG í Noregi, telist
felagið í dag millum størstu
veitarar í Norðuratlants-
havi.
Arbeitt verður í tøttum
samstarvi við vinnulívið,
soleiðis at bestu úrslitini
kunnu spyrjast burtur úr,
bæði hvat viðvíkur verandi
reiðskapi, nýggjari menning
og tøkni innan reiðskap og
eitt nú skiljiristir.
Málbólkurin hjá Vónini
er í fyrsta lagi trolarar,
nótaskip og alivinna, men
felagið bjóðar eisini know-
how í tekniskum og prakt-
iskum spurningum innan
hesar vinnur.
Undir síni framløgu vísti
Hjalmar
Petersen
eisini
fleiri myndir av virkisbygn-
ingum heima og úti, sum
Vónin eigur ella eigur part
í, og soleiðis sóu vit eisini
teir fýra bygningarnar, sum
felagið hevur í Grønlandi –
úr Nuuk í suðri til Umanak
í norði, umframt teir sjey,
ið felagið saman við RFG
hevur í Noregi.
Skynsom veiða
Stjórin gjørdi eisini burtur
úr arbeiðnum og samstarv-
inum, sum felagið hevur
við vinnuna og ráðgevandi
myndugleikar um skiljirist
til eitt nú rækjur og svart-
kjaft.
Hjalmar Petersen vísti
soleiðis á týdningin við
burðardyggari veiði, har
skiljirist er ein týðandi
partur í ávísum veiðum.
Hann nam eisini við
menningararbeiði,
sum
hevur til endamáls at verja
botnin.
- Roynt verður soleiðis at
fáa fulla úrtøku úr eini trol-
skipan, har lemmarnir ikki
ganga eftir botninum, sam-
stundis sum trolið kortini
gongur eftir botni.
Hann ásannaði, at enn
kunnu teir á Vónini ikki
siga, at henda trolskipan við
lemmunum uppi í sjónum
fiskar líka væl, sum tá
lemmarnir fylgja botninum.
- Avbjóðingin er, at sjálvt
trolið fær botnkontaktina,
samstundis sum lemmarnir
hanga uppi í sjónum. Vit
eru ikki ordiliga farnir á
marknaðinum við hesum
enn, tó at vit síggja, at aðrir
eru, legði hann aftrat.
Hjalmar Petersen segði,
at fyritøkan hevur teldustýrd
forrit, sum kunnu tekna trol
og trolskipanir, samstundis
sum til ber at simulera í
brunni, hvussu trol og
lemmar ganga. Á henda
hátt ber eisini til at gera
royndir við eitt nú skiljirist.
Stjórin
nevndi
eisini
nakrar av stóru keyparunum
av reiðskapi hjá Vónini, sum
eitt nú eru heimsins størsti
trolari, ið er 144 metrar
langur og lastar 8.000 tons. Í
sama viðgangi nevndi hann
stóru verksmiðjutrolararnar
hjá Thor í Hósvík, Poseidon
og Athenu, sum nú er til
umbyggingar í Kina – og
nýggja skipið, sum gøtu-
menn lata byggja fyri Trónd
í Gøtu.
Stórur umsetningur
Árligi umsetningurin hjá
Vónini og RFG er saman-
lagt 320 miljónir krónur, og
bara
útflutningurin
hjá
Vónini í Føroyum stendur
fyri 93 miljónum krónum.
-
Lønarútgjaldingarnar
bara í Føroyum eru 22 milj-
ónir krónur um árið, men tá
er hetta bert ein partur av
samlaðu lønargjaldingunum,
tá felagið hevur stórt virksemi
í øðrum londum kring um
okkum,
segði
Hjalmar
Petersen, stjóri á Vónini.
Rodmundur Nielsen,
formaður í Eyturoyar
Vinnulívsfelag, Hjalmar
Petersen, stjóri á Vónini,
Tummas Eliasen, stjóri í Lív
og í íløgufelagnum Royndini
og Páll Isholm, deildarstjóri
og blaðstjóri á nýggja
blaðnum ”Vinna”, sum kemur
fyrsta dagin
- Árligi umsetningurin hjá Vónini og RFG er samanlagt 320 miljónir krónur, og bara útflutningurin hjá Vónini í Føroyum
stendur fyri 93 miljónum krónum, samstundis sum lønargjaldingarnar í Føroyum eru 22 miljónir krónur um árið, segði stjórin á
Vónini, Hjalmar Petersen