Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 233 - 1. desember 2001 Nr. 233 - 1. desember 2001 3 Til minnis um Mikkjal Sjúrð Olsen Eitt summar er farið og heystið við, nú hvítnaðir eru tindar, og dagarnir styttast, ja árið við, nú harnast í hvørjum vindar. Tú sjólívið valdi, tá ungur tú vart, tú køvt hevur mangt eitt ælið, so róligur vart, teg sjálvan ei spart, um annar so fór eftir hæli. So tungt tað er at siga farvæl, mín einkar frændi kæri, av fólki tú dámdur varð sera væl, tað vísti tann stóri skari. Tín fjørður er rógvin, ei langur hann varð, tað Harrin eina man ráða, um fjørðurin oftani knortluttur var, tú hvíld í Himli skal fáa. Ein vinur Tøkk Øllum tykkum, sum gjørdu mær 85 ára føðingardagin 13. november ógloymandi, takki eg hjartaliga. Harrin signi tykkum. Kærastu heilsanir Hjørdis Háberg Tøkk Eg takki hjartaliga fyri stuðul til Sam- bandsflokkin, harumframt vil eg eisini takka persónliga 319 ferðir fyri dygga álitisváttan, sum mær var givin runt Før- oya land. Vinarliga Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Tøkk Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt vístu okkum samkenslu, tá kæra kona mín, móðir, verðmóðir og omma okkara Marita Sámalsdóttir Petersen doyði og varð jarðað. Takk fyri tey vøkru minningarorðini og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu, og tykkum, sum vóru við til at gera jarðarferðina til eina hátíðarløtu. Fyri okkum avvarðandi Kári Jústinus Leivsson Eidesgaard Í Føroyum eiga vit nógvar politiskar vingliskøltar, sum rekast í politiska meldrinum, alt eftir hvar teir sjálvur kunnu fáa mest burturúr. Hesir eiga onga hugsjón, eru ikki støðu- fastir og halda við fjøldini. Lurta fyrst eftir hvat fjøldin heldur, manna seg so upp og siga hart sína meining, neyvt lagað eftir tí sum tey flestu halda, gera meining- arnar hjá fjøldini til sínar egnu. Men vit eiga eisini nakrar í øllum flokkum, sum tora at standa við sínar mein- ingar og sum verða riknir av eini hugsjón heldur enn heldur enn av tevjani av matarosa og Andrias í Tarti í Oyndarfirði er ein teirra. Í dag fyllir hann 95 ár. Hann er enn byrgur hóast sjónin er farin og tey blíva so vælsigna og gomul, systkinnaflokkurin Andrias er úr. Andrias er ein tjóðveld- ismaður, so tað brakar eftir í. Ikki ein, sum er lopin upp í, nú tjóðveldisflokkurin hevur havt so stórt viðrák seinastu árini. Nei hann hevur verið við alla tíðina. Eisini tá flokkurin hevur ligið í mótráki, tá hann hevur verið lítil og hevur litið havt at siga. Andrias hevur verið tjóðveldis- maður, síðan flokkurin varð stovnaður og tað skuldi ikki undrað, at tjóðveldismaður kom at standa á sjálvum gravsteininum, tá ið hann, eins og vit øll onnur, halda leiðina mót vestri. Andrias hevur virðing fyri sínum medmenn- iskjum, men potitisku hug- sjónina hjá sambands- monnum, heldur hann einki um. Hann skilir ikki, at nakar í heilatikið kann vera sambandsmaður, hetta er so fullkomiliga vitleyst í hansara hugaheimi.Ikki at vilja standa á egnum bein- um, og tað sum harmar hann mest, er, at menn í bygdini, men sum hava ávirkan á fjøldina, skulu bekenna seg til sambandið, bara tí at forfedrarnir gjørdu tað, sum reinan arv og einki annað. Í hansara hugaheimi liggur ikki tað minsta av sjálvstøðugari hugsan aftanfyri at vera sambandsmaður, bert ein endurtøka at undarfarnum ættarliðum. Og javnaðarmennirnar tekur hann ikki upp á tunguna, tíansheldur fólka- flokkin, hóast hann helst sjálvur er sprottin úr hesum ella Gamla Sjálvstýri á ungum døgum. Men illa hevur gingið hjá Andriasi at boða tjóðveldis- boðskapin í bygdini, tí enn er sambandið sterkt og so hevur javnðarflokkurin havt tann frekleika at troðka seg framat seinnu árinivið eini hugsjón, ið bert botnar í breyði, berari verðsligari fáfongd, svøvni, leti og vágaloysi. Lívið, knoss og mótgang- ur hevur brýnt Andrias. Hann har úr stórum barnaflokki í Tarti. Korini vóru smá. Hann royndi seg sum skipaeigara í ringum tíðin, fór at húsagang og knossaði seg uppaftur. Hann hevur verið ein knassi á sjónum. Varð nær- um ikki tikin við snørinum og tað eru fáir pensionistar í landinum, sum hava vunnið fleiri krónur enn júst Andrias. Hann knoss- aðist sum landformaður á útróðrarbárinum Nósa í Oyndarfirði í mong ár. Hann var gull verdur hjá okkum smádreingjum. Hann grenjaði nakað, men legði tað góða í okkum og tað er vinsæla millum hann og teir yngru. Vit hava nógv at takka honum fyri, og tú fer ríkaður frá honum, tá tú hittir hann á veg til handils. Hjartaliga tillukku við degnum. Ein tjóðveldismaður fyllir 95 Myndin er tikin í gjár og Andrias er enn fimur á fótum. Mynd: Jon Ingi Eidesgaard C M Y K 3 2