leygardagur 1. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 233 - 1. desember 2001
Nr. 233 - 1. desember 2001
5
Í nærum fýra ár
hevur Frelsunarher-
urin í Havn havt eitt
herberg fyri heimleys.
Niels Edvard Olsen, ið
stendur fyri herberg-
inum, sigur, at tey
hava havt einar 2000
yvirnáttingar bara í
ár, og tað er fullsett
hvørja nátt
HEIMLEYS
Stefan í Skorini
Tað eru fleiri heimleys í
Havnini. Tey flestu hava
rúsdrekka ella rúsevnis-
trupulleikar, og tey hava
ongastaðni at búgva.
Tí stovnaði Frelsunarher-
urin eitt herberg á vári í
1998, og tað hevur víst seg,
at stórur tørvur er á einum
slíkum herbergi, tí tey
heimleysu hava ongastaðni
at fara.
Herbergið
letur
upp
klokkan tíggju á kvøldið og
steingir
aftur
klokkan
tíggju á morgni. Her fáa
gestirnir fjálgar sengur at
liggja í og um dagin er
møguleiki hjá teimum at
fáa okkurt til matna.
Tríggjar tímar seinna-
partin er opið aftur, og tá
fáa tey heimleysu eina mál-
tíð frá Frelsunarherinum.
Tó eru fýra tímar fyrra-
part og fimm tímar seinna-
part, har tey heimleysu
ongastaðni hava at vera. Tá
halda tey til hjá onkrum
vinum, ella reika tey runt í
gøtunum og royna at finna
sær skjól.
Onkuntíð
byggja
tey
heimleysu sær lítil skjól av
burturkasti og plattum, ið
rekast uttanfyri handlar og
fyritøkur. Eitt slíkt skjól er í
Magnus Heinasonargøtu,
aftanfyri
bakaríið
hjá
Frants og við síðuna av
sjúkrakassanum. Her plaga
tey heimleysu mangan at
halda til, og tí byggja tey
sær skjól og kroka, tá tað er
kalt og ótespiligt veður.
Onkur
hevur
meldað
hetta skjólið til løgregluna,
tí tey vilja hava tað burtur
hiðani.
Mest menn
Flestu gestirnir í herbergin-
um eru menn. Tó hendir tað
av og á, at kvinnur eisini
finna leiðina inn í herberg-
ið.
Niels Edvard sigur, at tal-
ið av kvinnum ikki hevur
verið eins stórt í ár sum
undanfarin ár.
Á herberginum eru seks
sengur, og í miðal er fult
hvørja ferð. Tað vil siga, at
onkuntíð eru fleiri enn seks
fólk og onkuntíð færri.
Tá fleiri gestir hava tørv
á song, verður reitt upp á
madrassum á gólvinum, so
pláss er fyri fleiri. Eitt lítið
rúm við einari song er til
konufólk, so øll ikki sova í
sama rúmi. Har er eisini
pláss fyri eini madrassu á
gólvinum.
Niels
Edvard
leggur
afturat, at tað eru mest tey
somu fólkini, ið búgva har
dag um dag. Tey hava onga-
staðni at vera og halda seg
tí til herbergið.
– Fleiri av teimum heim-
leysu hava sovið her, síðani
vit lótu upp fyri fýra árum
síðani, sigur Niels Edvard
Olsen, sum saman við
tveimum øðrum starvsfólk-
um arbeiðir á herberginum.
Seinastu tíðina hevur her-
bergið fingið stuðul frá
bæði landi og kommunu.
Hetta er tó bara til lønir til
starvsfólkið, og stuðulin
røkkur ikki heilt til hetta.
So skal eisini gjaldast fyri
mat og annað.
Frelsunarherurin má tí
hava stuðul frá privatum
fólki, og grundarlagið undir
virkseminum umframt al-
mennan stuðul er innsavn-
ingin í jólabússunum, ið
standa í handlum kring
landið. Tí vónar hann, at
fólk fara at taka væl undir
við hesi innsavning.
Herbergið er fult
Hetta lítla skjólið hevur ein
heimleysur bygt sær. Her
kann vera gott at kroka í, tá
illveðrið leikar á og ikki slepst
inn á herbergið hjá
Frelsunerherinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Norðurfisk er eitt av
teimum smáu og
gomlu virkjunum í
Føroyum. Í sínari tíð
var fiskakøka og
raspaði hýsufløk
nøkur av vørumerkj-
unum, ið virkið varð
kent fyri. Henda
framleiðsla varð seld
á føroyska marknað-
inum. Í dag er Norð-
urfisk eitt lítið, men
vanligt flakavirki,
sum virkar og selir
fryst fløk av
landinum
Vilmund Jacobsen
Fyrst í nítiárunum fóru
nógv skip og virkir á húsa-
gang, men eitt av teimum
fáu, sum altíð hevur hórað
undan, er lítla flakavirkið í
Árnafirði, Sp/f Norðurfisk,
sum heldur ikki er nakar
ársungi innan fiskafram-
leiðslu í Føroyum.
Tað er John Høj, konan
og
sonurin,
sum
eiga
virkið, og tað hava tey gjørt
í mong Harrans ár. Virk-
isleiðari er árnfirðingurin,
Theodor Askham Olsen.
Í sínari tíð var virkið kent
fyri sína fiskakøku og
hýsufløk í raspi, sum seld
vórðu á føroyska marknað-
inum. Fiskakøkan er ikki til
longur, men enn framleiðir
Norðurfisk raspaði hýsu-
fløk um ikki í so stórum
nøgdum sum áður.
Vanligt flakavirki
- Í dag er Norðurfisk eitt
lítið, men vanligt flaka-
virki, sum byggir sína
framleiðslu á fryst toska-og
hýsufløk. Vit plaga eisini at
keypa hvíting, tá ið tann
tíðin er. Upsa gera vit lítið
og einki við. Okkara høv-
uðsmarknaður er Frakland
og Ongland, men nakað fer
eisini til USA.
Theodor Askham Olsen
sigur, at Norðurfisk serliga
hevur "spesialiserað" seg í
smáum toski og hýsu, og
hann heldur ikki, at tað
hevur verið so torført at
fingið fatur á fiski. Keypt
verður á uppboðssølu, bæði
í Klaksvík, Toftum, Sør-
vági og í Vági. Virkið
plagar eisini at liggja inni
við frystum russarafiski,
sum tey hava at taka til, tá
ið minni er av øðrum.
- Keyparin veit, at vit
virka burtur úr smáum
toski og hýsu. Hesin fisk-
urin er bíligari at keypa,
men minni fæst eisini fyri
hann á marknaðinum. Tann
stóri toskurin verður ofta
saltaður, og tá er hann
dýrari, enn tá ið hann fer
sum fryst flak, sigur virk-
isleiðarin.
15-20 fólk
Á Norðurfisk arbeiða eini
15-20 fólk. Hesi eru úr
Árnafirði og grannabygd-
unum,
Klaksvík
og
Viðareiði. Nakrir skúla-
næmingar plaga eisini at
tjena sær nakrar krónur á
virkinum.
- Vit arbeiða næstan
hvønn dag; her eru fáir frí-
dagar, men tað kemur fyri,
at okkum vantar fólk, og tá
er gott at hava nakrar skúla-
næmingar, sum kunnu taka
eina hond í á virkinum.
Higartil í ár hevur Norð-
urfisk keypt 700-800 tons-
um av ráfiski, og er hetta
eitt vanligt ár í nøgd. Okk-
urt árið hevur virkið tikið
eini 1000 tons.
Norðurfisk í Árnafirði:
Tað lítla flakavirkið,
sum ongantíð fór á heysin
Á Norðurfisk í Árnafirði
arbeiða 15-20 fólk eini 800-
1000 tons av ráfiski um árið
C
M
Y
K
5
4