leygardagur 1. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 233 - 1. desember 2001
Nr. 233 - 1. desember 2001
7
Strandfaraskipið fekk
um skrúvuna og
noyddist at venda
aftur til Klaksvíkar
hósdagin
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað gekk ikki
sum ætlað, tá Dúgvan fór
av Stongunum í Klaksvík
hósdagin. Stutt aftaná frá-
ferðina klokkan 17.20 fekk
Dúgvan um skrúvuna, og
hon noyddist at leggja stilt
á vágni.
Har var hon liggjandi í
ein hálvan tíma, til hon
vendi aftur. Dúgvan kom
aftur til kai um seks-tíðina,
og tá fór froskmaður bein-
anvegin niður at loysa
skrúvuna.
Hendingin
órógvaði
samferðsluna um Lorvíks-
fjørð eitt sindur, men
klokkan 19.00 var alt í lagi
aftur, og tá fór Dúgvan úr
Klaksvík aftur, og síðani
hevur hon siglt sum van-
ligt.
Hugskot og møgu-
leikar eru óteljandi,
og nú ætlar havna-
nevndin hjá Klaks-
víkar kommunu at
gera eina neyva ætlan
fyri góðshavnina í
Ánunum
HAVNALAG
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Á nýggjárinum
verður arbeiðið at fylla út í
Ánunum tikið uppaftur. Tá
skulu meira enn 200 fer-
metrar afturat fyllast út, har
Klaksvíkar kommuna ger
góðshavn.
Tað eru nógv hugskot
um, hvat góðshavnin skal
brúkast til, og Klaksvíkar
kommuna eisini hevur síni
hugskot.
– Vit skulu gera eina ætl-
an fyri góðshavnina, so vit
fáa sum mest burturúr, sig-
ur Torleif Sigurðsson, sum
er formaður í havnanevnd-
ini hjá Klaksvíkar komm-
unu.
Í góðshavnini er ætlanin
at hava kaikant, har øll skip
kunnu koma at, bygningar
skulu gerast á havnalagn-
um, og tosað verður eisini
um at gerast frystitunnlar.
Flyta virksemið av
vágni
Eftir at havnaøkið inni á
vágni í Klaksvík verður
brúkt til fulnar, hevur
Klaksvíkar kommuna sett
ferð á arbeiðið við góðs-
havnini í Ánunum.
– Vit hava gott havnalag
inn á vágni, men vit ætla
ikki at gera útbyggingar
har. Tað er ikki neyðugt at
hava alt virksemið inni á
vágni, og hóast tað hevur
verið upp á tal at fylla
meira út inni á vágni, so
kemur tað ikki upp á í løt-
uni, sigur Torleif Sigurðs-
son.
– Hinvegin skulu vit gera
eina góða góðshavn í
Ánunum, har øll hugsandi
skip skulu sleppa til kai, og
har vit fáa eitt gott havna-
lag. Harafturat er tað óvan-
liga veðurgott, har vit gera
góðshavnina.
Arbeiðið at gera góðs-
havn í Ánunum fer at kosta
stívliga 30 milliónir krónur
samanlagt.
Dúgvan vendi aftur
Dúgvan noyddist at venda aftur til Klaksvíkar hósdagin
Ætlan gerast fyri
góðshavnina
Um vikuskiftið fer
sangkórið í Betesda í
Klaksvík at halda sín
75 ára dag. Kórið
hevur virkað uttan
steðg øll árini síðani
1926
KÓRSANGUR
Eyðun Klakstein
Klaksvík: 1. oktober fylti
sangkórið í samkomuni
Betesda í Klaksvík 75 ár,
og hetta vikuskiftið verður
dagurin hildin.
Leygardagin
klokkan
15.00 verður opið hús í
Betesda, har greitt verður
frá søguni hjá kórinum. Tað
verður gjørt við myndum,
upptøkum og øðrum. Mill-
um annað verða upptøkur
hjá manskórinum, sum
vóru gjørdar í Keypmanna-
havn í 1946, at hoyra.
Klokkan 19.00 fer kórið at
syngja nakrar sangir, og
greitt verður frá virksemin-
um hjá kórinum.
Sunnudagin kl. 18.00 fer
Betesdakórið at hava sang-
møti, har kórið millum ann-
að fer at syngja verk eftir
Mozart og Händel.
Slóðbrótandi
Tað var Eliesar Poulsen,
sum í 1926 tók stig til at
stovna sanggkór í Betesda.
Hetta
gjørdist
einki
avmarkað upplop, tí síðani
hevur sangkórið í Betesda
virkað uttan steðg. Bet-
esdakórið var tað fyrsta
innan samkomurnar í Før-
oyum, og tí var talan um
slóðbrótandi verk hjá Elies-
ari og hinum.
Í dag telir kórið 60 fólk,
og seinastu 37 árini hevur
Jógvan við Keldu verið
kórleiðari.
Betesdakórið hevur fleiri
ferðir verið á ferð uttan-
lands. Seinast var í august
mánaði í ár, tá tey vitjaðu í
Noregi. Ferðir eru eisini
gjørdar
til
Danmarkar,
Íslands og Sveis.
Ætlanin er, at ein fløga
skal gevast út við kórinum,
og hendan fløgan skal
ætlandi gevast út næsta ár.
Betesdakórið heldur
75 ára dagin
Betesdakórið fer leygardagin og sunnudagin at syngja í sambandi við 75 ára dagin hjá kórinum
Leygardagin verður farið
inn í jólamánaðin, og mill-
um annað merkir hetta, at
jólaljósini verða tendrað.
Sum vant verður dúgliga
stákast, nú tað av álvara er
farið at stunda til jóla.
Bæði gávur og pynt eru
longu at síggja í ymsu
handilsgluggunum,
og
sjálvandi fara ymsu bý- og
bygdaráðini eisini at gera
sítt til, at jólamánaðin verð-
ur so hugnaligur sum gjør-
ligt.
Havnin er einki undantak
í so máta, og seinasta hond
verður nú løgd á fyrireik-
ingarnar.
Kunningarstovan hevur
soleiðis boðað frá, at stóra
jólatræið
í
Miðbýnum
verður tendrað leygardagin
klokkan 16.00, og sum vant
verður nógv gjørt burturúr.
Sonja Klein, prestur, og
Jan Christiansen, borgar-
stjóri, fara at flyta fram
røðu, og eftir hetta fara
Ung Stjørnuskot at syngja á
Káta Horninum.
Samstundis boðar Kunn-
ingarstovan frá, at jólatrøini
á Argjum, Hvítanesi, í
Kaldbak og Norðradali
verða tendrað í komandi
viku.
Nú nærkast tann tíðin
Tað er bæði ógrundað
og frekheit uttan líka,
at leggjast eftir ting-
manni á tann hátt,
sum gjørt varð aftan á
veljarafundin í
Norðurlandahúsin-
um, heldur Heini O.
Heinesen, sum fekk
sera ringt ummæli í
Fregnum. Hann
saknar blaðrúmd í
aðrar mátar í blaðn-
um
ÁLOP
Edvard Joensen
Norðoyatingmaður Tjóð-
veldisfloksins heldur seg
ikki hava tað viðgerðina
uppiborna, sum vikublaðið
Fregnir hevur givið honum.
Tað harmar Heina O.
Heinesen, tingmann Tjóð-
veldisfloksins í Norðoyggj-
um, almikið, at hann í
Fregnum varð at kalla
niðurgjørdur fyri sín lut á
valfundinum í Norður-
landahúsinum beint undan
fólkatingsvalinum.
Eisini vísir Heini O.
Heinesen á, at tað tykist,
sum hann ikki í aðrar mátar
verður hidlin vera verdur at
koma í blaðið. Í øllum før-
um hava fleiri samrøður
verið millum hann og blað-
ið, uttan at hann er nevndur
við einum orðið, hóast
sjónarmið hansara verða
brúkt.
– Eg veit ikki, hvussu
aðrir politikara hava tað,
men tað harmar meg, at
míni
sjónarmið
verða
brúkt, uttan at mítt navn
verður nevnt, sigur Heini
O. Heinesen.
Heldur
linjuna
Heini í Kunoy er tjóðveld-
ismaður av gamla slagnum
við báðum beinum á jørð-
ini. Og tað ætlar hann sær
eisini at vera verðandi.
Hann heldur ikki, at hann
ehvur klára seg so illa í
politikki. Tað metir hann
heldur ikki, at veljararnir
halda,
– Tað skal meira lívsvís-
dómur til enn bara tað, sum
stendur á einum próvskjali,
sigur hann og heldur, at júst
hansara royndir og hansara
aldur eru hansara styrki.
Tað er ikki tað, at hann
kennir seg hóttan av nýggj-
um kreftum í flokkinum.
Men hann vísir á, at nú er
alt vorðið so amerikaniser-
að við sjónvapi og slíkum,
at tað kemur meira ann
uppá, hvussu ein førir seg
fram, enn hvat ein førir
fram.
Nú gongur væl, og so eru
nógv fólk knappliga tøk,
vísir Heini O, Heinesen á.
Men hann var formaður
floksins, eftir at tað gekk
illa í 1994 og var ein av
høvuðsstuðlunum til at fáa
Tjóðveldisflokkin upp til
tað, hann nú er. Tað var ikki
lætt, og tá ráddi sanniliga
um at hava jørðforbindilsi.
Gloymska valdar
– Eg óttist eitt sindur fyri,
hvat
nýggir
politikarar
kunnu finna uppá, sigur
Heini O. Heinesen, og sipar
til, at tað er so skjótt at
gloyma. Eingin tosar long-
ur um, hvussu tað var, tá
fiskaloysið var upp á tað
ringasta í fyrru helvt av
nítiárunum. Tí tey minnast
tað ikki longur, sigur hann.
Men vit, sum tá stóðu í
heidnum stríði, vit vita, at
tað kann henda aftur.
Tað er ikki vist, at tað
verður populert at tosa um
økisfriðingar og aðrar av-
markingar, nú alt skal
snúgva seg um so nógva
umsetiligheit sum gjørligt,
sigur Heini O.Heinesen.
– Men eg fari so ongantíð
at missa meg sjálvan burtur
fyri at vinna ein stokkutan
valsigur í sjónvarpi. Eg
verði tann, eg eri, og tað
hava veljararnir eisini givið
til kennar, at teir halda vera
rætt.
Stillar uppaftur
Hóast Heini O. Heinesen
ásannar, at hann nú er á tí
eldra liðnum, heldur hann
seg enn hava ein boðskap at
bera. Og tað ætlar hann eis-
ini.
Tað er onkur, sum hevur
hug at bera tey boð, at
Heini ikki ætlar at stilla
uppaftur. Men tað er ikki
so, sigur hann. Hann ætlar
avgjørt at royna aftur, sigur
hann.
Sjálvandi er tað rætt at
seta nýtt fólk við alla tíð-
ina, men tað er í so morgír-
ugt at vilja arva faðirin,
áðrenn hann er deyður,
heldur Heini O. Heinesen,
løgtingsmaður.
Tað hava altíð verið ávís-
ir spenningar millum ættar-
lið. Eisini politiskt. Og
einki løgið heldur hann
vera í, at tað eisini eru tað í
Tjóðveldisflokkinum.
Men haðani frá og so til
ta viðferð hann sjálvur hev-
ur fingið eftir fólkatings-
valið, heldur hann vera í so
langt.
Heini O. Heinesen heldur
seg ikki hava gjørt tjóð-
veldisflokkinum nakað ilt.
Flokkurin
hevði
eitt
rímiliga gott fólkatingsval,
vísir hann á, og at hann
fekk færri persónligar at-
kvøður nú enn til seinasta
fólkatingsval, hevur sínar
heilt greiður orsøkir.
Tá fólkatingsval var í
1998, var Heini formaður í
flokkinum og sum slíkur
eitt upplagt høvuðsvalevni.
Nú er allur bygnaðurin
broyttur, og Høgni Hoydal
er formaður og eisini høv-
uðsvalevni. So tað er greitt,
at hann fær ágóðan av
»formanseffektini«.
– Eitt kann eg so altíð
standa við, og tað er, at mín
tala er erlig, sigur Heini O.
Heinesen, tingmaður Tjóð-
veldisfloksins í Norðoyggj-
um.
Ógrundað og frekt álop á Heina O.
Heini O. Hein-
esen heldur við-
gerðina, hann
hevur fingið eftir
veljarafundin í
Norðurlanda-
húsinum, vera
bæði ógrundaða
og freka uttan
líka
Mynd:
Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6