leygardagur 1. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 233 - 1. desember 2001
Nr. 233 - 1. desember 2001
9
– Eg kann ikki hugsa
mær, at tað fer at
ávirka ætlanirnar um
at víðka partapening-
in í felagnum kom-
andi vár, at óvissa er
sádd um ognarrættin
til rávevni og undir-
grund sigur nevndar-
formaðurin í Atlants
Kolvetni, Kjartan
Hoydal
OLJA OG
OGNARRÆTTUR
Jan Müller
Skulu
vit
ganga
eftir
metingini hjá nevndarfor-
manninum íføroyska olju-
felagnum, Atlants Kolvetni,
Kjartan Hoydal, so fer tað
neyvan at hava nakra ávirk-
an á eina komandi partafel-
agstekning hjá felagnum, at
tað hevur verið sáddur ivi
um, hvør eigur ráevnini í
føroysku
undirgrundini.
Hann vísir til, at somu
óvissu hava vit havt við-
víkjandi
fiskiskapinum
undir Føroyum síðan 1977.
Eingin ivast t.d. um, at vit
hava fingið umsitingina av
hesum tilfeingi – latin okk-
um upp í hendi av donskum
myndugleikum.
Fólkatingsvalið
Tað var í sambandi við
fólkatingsvalið at nomið
varð við spurningin um
ognarrættin til ráevnini og
til undirgrundina. Frá polit-
iskari síðu varð aftur sádd-
ur ivi um, hvør eigur rættin
til ráevnini í undirgrundini.
Hetta kundi fingið fólk,
sum hava sett pening í fel-
agið ella sum ætla sær at
keypa partabrøv, at ivast í,
hvussu tryggur peningur
teirra í veruleikanum er.
Vit hava spurt nevndar-
formannin í føroyska olju-
felagnum Atlants Kolvetni,
Kjartan Hoydal, um óviss-
an, sum sádd er til henda
ognarrætt er til ampa fyri
føroyingar og onnur sum
vilja keypa partabrøv í t.d.
Atlantic Petroleum.
Mugu sjálvi meta um
váðan
Kjartan Hoydal sigur, at
tey, sum vilja gera íløgur í
oljufeløg,
mugu,
sum
oljufeløgini sjálv, meta um
óvissur og váða og vísir á,
at her er nógv at hugsa um.
Váðin av at brúka pening
upp á seismikk, sum ikki
gevur úrslit, váðin fyri at
bora ein turran brunn,
sannlíkindini fyri at finna
olju, tøkniligi váðin í
sjálvum boringunum, váðin
við prísbroytingum, rentu-
broytingum ella valutakurs-
broytingum o.a. Tað kann
eisini koma upp á tal, ser-
liga í pørtum av heiminum
har politisku viðurskiftini
eru ótrygg, at meta um pol-
itiskan váða.
– Eg eri ikki varugur við,
at tað, sum danski løgmála-
ráðharrin segði í Fólkating-
inum 15. mars 2001 um, at
danski ognarrætturin til
undirgrundina var óbroytt-
ur, gjørdi, at ein politiskur
váði er tikin við í váðamet-
ingarnar av oljuni undir
Føroyum. Heldur ikki er
væntandi, at politiskt orða-
skifti um ognarrættin til
undirgrundina upp undir
fólkatingsvalið, sum partur
av orðaskiftinum um ríkis-
rættarligu støðuna, fara at
gera hetta nú. Sjálvandi
verður lagt merki til við-
merkingar
frá
einum
donskum ráðharra og frá
varaløgmanni. Upp aftur
meira verður lagt merki til
um tílíkar politisku við-
merkingar av øðrum polit-
ikarum, serfrøðingum og
fjølmiðlum verða lagdar út
sum álop á brúks- og umsit-
ingarrættin, rættin til at
gagnnýta ráevnini í undir-
grundini.
Kjartan Hoydal sigur
víðari, at oljufeløg og fólk,
sum vilja gera íløgur, mugu
haldast sjálvi at duga at lesa
avtaluna um undirgrundina
frá 1992 og síggja helst
orðini hjá danska løgmála-
ráðharranum og føroyskum
politikarum fyri tað tey eru,
leikir í ósemjuni um ríkis-
rættarligu støðu Føroya.
Tey síggja hetta ikki sum
eitt álop á rættin til at gagn-
nýta ráevni í undirgrundini,
sum danska stjórnin við
undirgrundaravtaluni
í
1992 hevur latið Føroya
landsstýri, bert við treytum
viðvíkjandi blokkstuðlin-
um, sum eru oljuvinnuni
óviðkomandi.
Sama óvissa við fiski
Nevndarformaðurin í Atl-
ants Kolvetni, sum eisini
hevur drúgvar royndir frá
fiskivinnuni vísir á, at vit
hava havt somu óvissu við-
víkjandi
fiskiskapinum
undir Føroyum síðan 1977.
Eingin ivast um, at vit hava
fingið umsitingina av hes-
um tilfeingi – latin okkum
upp í hendi av donskum
myndugleikum. Svarið hjá
einum donskum løgmála-
ráðharra hevði tí helst verið
hitt sama, um eitt orðaskifti
um ognar- ella yvirvalds-
rætt tók seg upp í samband
við
fiskivinnuna
sigur
Kjartan Hoydal og heldur
fram:
– Eg havi sjálvur fingið
spurningin frá summum av
teimum londum Føroyar
hava samráðst við um fiski-
møguleikar. Spurningurin
kom oftast upp í samband
við, at danska sjóverjan var
uppi í fiskiveiðieftirlitinum
undir Føroyum. Men hóast
spurningurin kom upp,
haldi eg ikki tað hevði
týdning fyri seinni avtalur.
Kjartan Hoydal sigur seg
annars ikki vita um, at nak-
ar partaeigari í Atlantic
Petroleum hevur vent sær
til felagið um hendan
spurning, og hann kann tí
ikki hugsa sær, at tað fer at
ávirka ætlanirnar um at
víðka partapeningin í fel-
agnum komandi vár.
Óvissa um ognarrætt neyvan
ávirkan á Atlants Kolvetni
Kjartan Hoydal um óvissuna um ognarrætt til ráevnini: – Eg
veit ikki um, at nakar partaeigari í Atlantic Petroleum hevur
vent sær til felagið um hendan spurning, og eg kann ikki
hugsa mær, at tað fer at ávirka ætlanirnar um at víðka
partapeningin í felagnum komandi vár
Foreldur vilja hava at
vita frá býráðnum,
hvørjari støðu tey eru
í, um tey nokta at
rinda brúkaragjaldið
fyri ansingarpláss, nú
pedagogarnir eru í
verkfalli. Foreldur
meta, at tað er
órímiligt at tey skulu
gjalda rokningina og
einki fáa afturfyri
VERKFALL
Stefan í Skorini
Fleiri foreldur at børnum,
ið eru rakt av verkfallinum,
eru farin at gera vart við
seg. Tey meta ikki, at tey
skulu gjalda fult ansingar-
gjald fyri dagstovnapláss,
meðan
børnini
ganga
heima.
– Vit halda, at tað er
órímiligt at krevja brúkara-
gjald fyri nakað, vit ikki
brúka, sigur Maja Jakob-
sen, ið er nevndarlimur í
Drotning Ingridar barna-
garði. Hon er foreldraum-
boð í nevndini.
Hon hevur tí vegna for-
eldrini sent býráðnum og
Heðini Mortensen ein fyri-
spurning. Har verður heitt á
myndugleikarnar um at
skunda undir at finna eina
loysn á trætuni, og spurt
verður um, »hvussu tey eru
stillað« um tey ikki gjalda.
Brævið varð sent mikudag-
in.
Fleiri foreldur hava vent
sær til Maju og spurt,
hvussu tey skulu fara fram,
og hvussu landið liggur
hesum viðvíkjandi. Tí hev-
ur hon tikið stig til henda
fyrispurning.
Alt fleiri foreldur hava
tikið avgerð um, at fasta
flytingin til dagstovnin
verður steðgað, so leingi
teimum ikki verður veitt
barnaansing.
Verkfallið byrjaði 20.
november, og tað hevur
tískil verið í næstan tvær
arbeiðsvikur. Hesar dag-
arnar hava foreldur verið
noydd at fáa sær barnagent-
ur, ið eisini skulu hava løn.
Onnur hava mist arbeiðs-
dagar og harvið løn, tí tey
hava verið heima hjá børn-
unum.
Løgfrøðingur ivast
Í útvarpinum fríggjamorg-
unin varð Sigmund Poulsen
spurdur, um foreldur eiga at
gjalda, nú barnaansingin
liggur lamin.
Hann heldur, at foreldur
eiga at gjalda fyri barna-
ansingina ta fyrstu tíðina,
hóast børnini ikki verða
ansaði. Tó leggur hann aft-
urat, at hetta kann ikki
halda fram í longri tíð, um
verkfallið verður drúgt, og
partarnir ikki finna semju.
Fyrispurningurin
hjá
Maju Jakobsen er sendur
Heðini Mortensen.
– Eg skilji væl kravið frá
foreldrum um, at tey ikki
vilja gjalda brúkaragjaldið
fyri nakað tey ikki brúka,
og at tey seta spurnaðartek-
in við hetta, sigur Heðin
Mortensen.
Hann heldur, at um verk-
fallið heldur fram í næstu
viku, so fer tað at tátta í, og
foreldrini mugu fáa viðhald
á onkran hátt. Hann sigur
tó, at hann ikki hevur
fingið
fyrispurningin
í
hendi enn, og at hann tí ikki
hevur viðgjørt hann í
býráðnum.
– Vit kunnu ikki blíva við
at krevja pening, tá einki
verður givið afturfyri, sigur
Heðin Mortensen.
Býráðið hevur steðgað
lønum til pedagogar, og
sparir tí meira 100.000
krónur um dagin.
Foreldur steðga gjaldi fyri ansing
UTTAN ÚR HEIMI
Ísraelski forsætis-
ráðharrin, Ariel
Sharon, vil hava eina
millión útlendskar
jødar at flyta til
Ísraels
ÚTLAND
Sambært Sharon leggur
stjórn hansara so stóran
dent á at fáa fleiri jødar til
Ísraels, at hetta er vorðið
ein av teimum fremstu
málsetningunum hjá stjórn-
ini.
- Fyrsta mál okkara er at
fáa eina millión jødar at
flyta higar, og vit rokna við,
at tað fer at taka tólv ella
trettan ár at røkka hesum
máli, sigur ísraelski for-
sætisráðharrin.
Ætlanin hjá Sharon er, at
nýggju landsmenn hansara
skulu koma úr Fraklandi,
Angentina og úr Suður-
afrika.
Í summar mælti Sharon
ísraelskum búreisingum til
at seta seg niður í Golan-
herunum, so landið kann
sleppa
undan
at
lata
Sýrialandi herurnar aftur.
ST hevur fleiri ferðir gjørt
greitt, at jødisku búseting-
arnar í teimum hersettu
økjunum
stríða
ímóti
altjóða fólkarættinum.
(Fartekst)
Vil hava fleiri jødar til Ísraels
Yvirhúsið í London
feldi eitt uppskot hjá
stjórnini um at geva
myndugleikunum
víðari heimildir í
bardaganum ímóti
altjóða yvirgangi
Tá yvirhúsið atkvøddi um
uppskotið, tóku 139 limir
undir við stjórnini, meðan
149 atkvøddu ímóti upp-
skotinum.
Bretskir mannarættinda-
felagsskapir hava funnist at
uppskotinum, tí teir halda,
at tað er í stríð við galdandi
mannarættindareglur. Men
tað var ikki orsøkin til, at
Yvirhúsið feldi uppskotið.
Tvørturímóti helt meiri-
lutin, at uppskotið var ikki
nóg víðgongt, og tí fall tað.
Endamálið hjá stjórnini
var at geva myndugleik-
unum víðkaðar heimildir,
soleiðis at løgreglan kann
handtaka
og
fongsla
útlendskar
ríkisborgarar
uttan rættargongd, um so
er, at løgreglan hevur ill-
gruna um, at teir hava
samband við altjóða yvir-
gangsvirksemi.
Eisini Norðurírland
Meirilutin í Yvirhúsinum
helt, at uppskotið átti eisini
at
umfata
yvirgang
í
sjálvum Bretlandi, soleiðis
at tær víðkaðu heimildirnar
kundu nýtast ímóti teimum
norðurírum, sum eru ímóti
friðartilgongdini har. Tony
Blair, forsætisráðharri helt
ikki, at hetta var neyðugt og
vísti á, at myndugleikarnir
hava longu rættiliga víðar
heimildir, tá talan er um
yvirgangsvirksemi í Bret-
landi.
Síðani 11. september
hevur bretska løgreglan
tikið 53 fólk, tí illgruni
hevur verið um, at tey hava
havt samband við yvir-
gangsfelagsskapir. 24 teirra
eru seinni latin leys, uttan
at myndugleikarnir hava
skuldsett tey.
Bretska løgreglan fær ikki
víðari heimildir
Fleiri stórar fyritøkur
í Danmark fyrireika
sakarmál ímóti SAS.
Tað sama ger danska
Brúkararáðið
ÚTLAND
Upprunin til sakarmálið ig
endurgjaldskravið er tann
ólógliga avtalan, sum SAS
hevði við Mærsk Air, og
sum varð avdúkað í summ-
ar. Bælði feløgini fingu tá
stóra bót.
Danish Travel Pool, sum
á
hvørjum
ári
keypir
ferðaseðlar fyri meira enn
100 milliónir krónur fyri
danskar fyritøkur, vil vera
við, at tað ólógliga sam-
starvið millum SAS og
Mærsk Air hevur kostað
ferðafólkunum fleiri milli-
ónir krónur. Hesar peng-
arnar krevur felagið nú at
fáa aftur.
Villy
Duhr,
sum
er
deildarleiðari
í
danska
Brúkararáðnum, vil helst
sleppa undan at fara í rættin
við málinum um endur-
gjald. Hann heldur, at tað
hevði verið lættari, um
myndugleikarnir løgdu til
rættis eina lóg, sum gevur
fyritøkum
og
einstak-
lingum rætt til endurgjald,
tí tey orsakað av ólógligu
avtaluni hava goldið ov
nógv fyri sínar ferðaseðlar.
Leiðslan í SAS hevur
ikki gjørt nakrar beinleiðis
viðmerkingar til spurningin
um endurgjald.
(Fartekst)
Krevja endurgjald frá SAS
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
9
8