mánadagur 23. november 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224
Keane tímir ikki at grenja
Fyrrverandi írski landsliðsskiparin, Roy Keane, biður nú
landsmenn sínar um at steðga grenjinum um franska málið,
sum sendi Írland úr HM-undankappingini. – Teir vóru bangnir
fyri at gera arbeiðið liðugt. Teir kunnu grenja so nógv, sum
teimum lystir, men tað broytir einki. Frakland er landið, sum
skal til HM, og Írland má bara koma víðari. Royndirnar at fáa
samkenslu eru bara tær vanligu írsku, og tað keðir meg, sigur
Roy Keane.
Reyð tøl frá Parken
Flemming Østergaard hevur áður sagt, at Parken Sport &
Entertainment, sum millum annað eigur FCK, framhaldandi
fór at forvinna pening í 2009, men tann útsøgnin er nú
broytt. Felagið sendi í farnu viku roknskapin fyri triðja
ársfjórðing á marknaðin, og í hesum verður sagt, at
ársúrslitið fyri 2009 verður á leið 250 milliónir í undirskot.
Enn verður ikki roknað við, at FCK verður noytt at selja
spælarar, men fleiri greinarar meta, at felagið um ikki so
langa tíð er á einum fíggjarligum støði, sum kann
sammetast við onnur donsk fótbóltsfeløg.
Fyrrapartin fríggjadagin
fekk Jónsvein Knud sen
í Saltangará hand aða
føroysku lands liðs
troyggjuna, hann ognaði
sær á uppboðssøluni, tá
landsinnsavningin hjá
Krabbameinsfelagnum var
síðst í oktober. Eisini fekk
hann gávubræv upp á ferð
við Alandsliðnum til ein
av útidystunum í komandi
EMundankappingini
Tá Krabbameinsfelagið leygar-
kvøld ið 31. oktober skipaði fyri
stóru landsinnsavningini, ið var
send í bæði sjónvarpi og útvarpi,
var ein partur av innsavningini ein
uppboðssøla, har ein av vinning un-
um var frá Fótbóltssambandinum.
Hetta var ein landsliðstroyggja, sum
allir spælararnir og venjarin høvdu
sett sítt navn á.
Millum teirra, ið bjóðaðu, var
kendi vinnulívsmaðurin og reiðarin
í Saltangará, Jónsvein Knudsen, og
tá avtornaði, átti hann hægsta
boðið upp á 35.000 krónur og vann
troyggjuna. Harumframt fekk hann
eina ferð fyri tveir persónar við
A-landsliðnum til ein av útidyst-
unum í komandi EM-undankapp-
ingini.
– Eg hevði longu eitt boð inni
upp á troyggjuna, men tá eg so sá,
at eg hevði møguleika at fáa hana,
hækkaði eg boðið, og tað gav
bonus. Frammanundan hevði eg
sett mær fyri, at eg fegin vildi stuðla
hesum góða endamáli og vera við
til at hjálpa, men tá so ein slíkur
vinningur kundi fáast burturúr,
gjørdi tað ikki uppboðssøluna verri,
sigur Jónsvein Knudsen, sum hevur
stóran áhuga fyri ítrótti.
Fyrrapartin fríggjadagin var hann
so í FSF-húsinum í Gundadali eftir
vinninginum, sum hann fekk frá
Jákup N. Olsen, formanni í Krabba-
meinsfelagnum, og Høgna í Stóru-
stovu, forseta í Fótbóltssamband-
inum. Men har var ein eyka vinn-
ingur aftrat, sum var ein írska
landsliðstroyggja, ið Brian Kerr,
landsliðsvenjari, hevði fingið til
vega.
Troyggjur á heiðursplássi
– Sjálvur hevði eg ikki roknað við, at
hon eisini var signerað, so tað var
eg sera glaður fyri. Ikki minst, nú
írar blivu lumpaðir av fraklend ing-
um mikukvøldið, so teir ikki sluppu
við til HM-endaspælið í Suðurafrika,
sigur Jónsvein, ið longu hevur gjørt
av, hvar troyggjurnar báðar skulu
fáa sítt pláss, tá tær fyrst eru blivnar
vakurt innrammaðar.
– Tá NSÍ gjørdist føroyameistari í
2007, fekk eg frá felagnum eina
troyggju, sum allir spælararnir
høvdu sett sítt navn á. Nú eg havi
fingið tvær slíkar troyggjur aftrat,
fáa teir heiðurspláss undir liðini á
NSÍ-troyggjuni, sum hongur á
skrivstovu mínari.
Hvussu ferðin til ein av útidyst-
unum við A-landsliðnum í komandi
EM-undankappingini verður brúkt,
er sjálvandi eitt sindur torført at
siga nakað um, tí lutakastið verður
ikki fyrr enn í februar, so enn vita vit
ikki, hvørji mótstøðulondini verða.
Men Jónsvein hevur tó sínar
favorittar.
– Eitt lið, føroyingar ofta hava
ynskt sær at komið í bólk saman
við, er Ongland, sum vit jú kenna
væl til í Føroyum, tí næstan hvørt
mansbarn fylgir við enskum
fótbólti. Men sjálvur plagi eg at
halda við Hollandi, sum mær altíð
hevur dámt øgiliga væl, so tað
hevði nú heldur ikki verið so galið,
sigur fegni troyggjueigarin í
Saltangará.
Framtíðin
er á veg
U21landsliðið er komið væl áleiðis í bestu
undankapping, nakað føroyskt landslið nakrantíð
hevur havt. Talentmassin er avgjørt til staðar,
samstundis sum venjararnir eru komnir framúr væl
frá uppgávuni
KLUMMAN
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Longu í síðstu undankappingini
hjá U21-landsliðnum kom
undan kavi, at her var okkurt
gott á veg, og tað hevur liðið nú
sett eina tjúkka striku undir.
Hóast Andorra-javnleikurin
leygardagin kanska yvirskuggar
tað eitt sindur, so skerst ikki burtur, at talan samanlagt hevur verið
um framúr avrik, ið kann gerast uppaftur betri, tá teir báðir síðstu
dystirnir verða spældir komandi summar – fyrst heima ímóti Andorra
og síðani úti ímóti Moldova.
Millum teirra, sum vóru við U21-landsliðnum til hesar báðar
útidystirnar í farnu viku ímóti fyrst Lettlandi og síðani Andorra, var
A-landsliðsvenjarin, Brian Kerr. Einki er at ivast í, at hann undir
dystinum í Riga hevur sitið við næstan himmalvendum eygum,
meðan hann hevur sæð føroysku fótbóltsframtíðina foldað seg út á
vøllinum!
Um hann til komandi EM-undankappingina hjá A-landsliðnum
velur at taka nakrar spælarar upp frá U21-landsliðnum, er tað ikki
annað enn ein náttúrlig menning og sjálv meiningin við U21-
landsliðnum. Tað er heldur einki nýtt, tí tað sama gjørdi
undanmaðurin, tá hann tók fleiri spælarar upp frá U21-landsliðnum,
sum í dag eru fastir fúsir á A-landsliðnum.
Av teimum 25 spælarunum, sum hava verið brúktir í hesi
undankappingini hjá U21-landsliðnum, hava 11 framvegis aldur, so
teir eisini kunnu vera við í komandi kapping hjá liðnum. Sostatt er
framtíðin hjá føroyskum fótbólti í allarbestu hondum, tí talentmassin
er har og sær eisini út til at verða gagnnýttur sera skilagott.
Ikki minst hava venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill McLeod
Jacobsen, víst framúr førleikar og evni at fáa tað besta burturúr, tí ein
góð manning nyttar einki, er ikki gott fólk eisini á brúnni. Við røttum,
djørvum og neyðugum avgerðum hava teir prógvað, at eisini á
venjarasíðuni hevur føroyskur fótbóltur talent, ið ikki verður
niðurgrivið, men brúkt á besta hátt!
Jónsvein fekk
landsliðs troyggjur
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, Jónsvein Knudsen og Høgni í Stórustovu, forseti í
Fótbóltssambandinum, avmyndaðir í FSF-húsinum fyrrapartin fríggjadagin, tá Jónsvein fekk føroysku
og írsku landsliðstroyggjurnar og gávubræv upp á eina landsliðsferð fyri tvey
Mynd: Fótbóltssambandið
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen