mánadagur 23. november 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Á tíðindafundi í dag setti
HB navn á mannin, sum
skal venja besta mansliðið
hjá felagnum í 2010.
Maður in er íslendingur og
eit ur Kristján Guð munds
son
Síðani tað stóð greitt, at gullvenjarin
hjá HB, Sámal Erik Hentze, ikki helt
fram í starvinum, hevur verið gitt
dúgliga um, hvør nýggi venjarin hjá
høvuðsstaðarfelagnum verður.
Nógv nøvn hava verið í umferð,
men á tíðindafundi í morgun varð
enda liga staðfest, at talan verður
um íslendskan venjara.
Kristján
Guðmundsson,
sum
maðurin eitur, er 44 ára gamal, og í
fimm ár hevur hann verið venjari
hjá Keflavík í bestu íslendsku deild
ini. Besta úrslitið rakk hann í 2008, tá
Keflavík á seinasta leikdegi snávaði í
gullstríðnum, men har venjarin varð
kosin sum tann besti í Íslandi tað
árið.
Í Føroyum verður setningurin
sjálv andi at halda HB har, sum felag
ið heldur seg hoyra heima. Nevnliga
í toppinum av føroyskum fótbólti.
Nú líkindi fyri, at eitt lið
noyðist úr bestu mans
deild ini til komandi kapp
ingar ár, eru góð, stríðast
koll firð ingar fyri lívinum.
Men hóast ósigraðir í
tríggjar dystir eru teir
fram vegis botnlið
Team Klaksvík eru fremstir í næst
bestu deildini. Trý stig eru niður til
nær m asta kappingarneytan. Og tað
hevur av álvara áhuga millum feløg
ini í bestu deildini.
Tað eru góð líkindi fyri, at vit til
kom andi kappingarár fáa eina
broyt ing í bestu deildina. Eydnaðst
tað Team Klaksvík at vinna sær upp
flyting, noyðist aftasta fyri í Atlantic
Airways at spæla í 1. deild.
Tí eru alarmklokkurnar farnar at
ringja í Kollafirði, har KÍF stríðst fyri
lívi n um í bestu deildini. Liðið er
fram vegis botnproppur, hóast koll
firð ingar eru ósigraðir síðan 8. nov
ember.
H71 við yvirlutan
KÍF vitjaði í gjár í Hoyvík. H71 hevði
tørv á tveimum stigum í kapp renn
ingi við oddan, og heimaliðið var
eisini við yvirlutan í stórum løtum
av dystinum. Hoyvíkingar togaðu
seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki trý
mál framum, og leiðslan helt við til
fimm minuttir restaðu í.
Men
einum
framúrskarandi
stríðs vilja at takka, ressaðust koll
firð ingar við aftur. Í seinastu minutti
num vóru kollfirðingar eisini á odda
við 2726, men við einum seinasta
aftur svari eydnaðist tað H71 at vin
na sær eitt stig, hóast alt.
Dánjal Tórgarð var toppskjútti hjá
H71 við sjey málum. Andrias Nielsen
og Gert Hansen skutu fimm mál
hvør fyri KÍF.
Vilja hjálpa við bótini
Ein bólkur á Fecebook er nú farin undir innsavnan til danska
“Fjolset i Parken”, sum fyri tveimum árum síðani leyp inn á
vøllin, tá Danmark og Svøríki spældu. Maðurin varð í vár
dømdur at rinda 900.000 krónur í endurgjaldi til DBU, og
sjálvur sigur hann, at hann ikki er førur fyri at gjalda. Á
Facebook verður sagt, at tað er órímiligt av DBU, at tey
frásiga sær ábyrgdina og einvíst knúsa lívið hjá einum
manni, sum ongan kjans hevur at bera byrðuna.
FIFA tveitir Irak út
FIFA vil ikki finna seg í, at olympiska nevndin í Irak nú hevur
tikið ræðið á fótbóltssambandinum. Ein av aðalreglunum hjá
FIFA er, at fótbólturin ger av, hvat hendir í
fótbóltsviðurskiftum, og nú Irak ikki aktar hesa reglu, hevur
FIFA givið irakiskum fótbólti eitt fyribils bann. – Irak og
irakisk feløg kunnu ikki spæla altjóða dystir, og irakiska
fótbóltssambandið hevur ikki longur møti ella atkvøðurætt
til kongressirnar hjá FIFA, stendur at lesa á heimasíðuni hjá
altjóða fótbóltssamgonguni.
Íslendskur venjari til HB
Fyrrapartin í dag kundi HB
loksins seta navn á nýggja
venjaran
Mynd: Álvur Haraldsen
H71KÍF 2727 (1613):
KÍF sleppur ikki av aftasta plássinum
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk