Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224 Venjarin var illa við Tað var ein avsmurningurin av teimum óvanligu, tá ið Tottenham í gjár vann heili 9-1 á Wigan í ensku Premier League. Venjarin hjá Wigan var illa við av stórtapinum. - Eg eri sera flovur. Hetta er eitt úrslit, sum mann ikki vil verða settur í samband við. Í fótbólti kanst tú vinna og tapa, men ikki soleiðis, sum vit taptu í dag, segði Roberto Martinez eftir tapið sunnudagin. Beckham heldur fram í USA David Beckam ger nú greitt, at hann ætlar sær aftur til LA Galaxy at spæla, tá ið leigusáttmálin við AC Milan endar. Í fjør umhugsaði Beckham at halda fram í Milan, og tá gjørdist hann ópopulerur í LA Galaxy. Nú eru tónarnir nakrir aðrir. ±- Eg kenni meg væl í Galaxy. Hetta verður felagið, har eg spæli, til eg gevist við fótbóltinum. Hjartað bankar fyri LA Galaxy, og familjan er fegin um at búgva í Los Angeles, sigur David Beckham við Skysports. Hóast menninir hjá Mjølnir fyrstu trý settini fingu dygga mótstøðu frá Fleyr, var eingin ivi í fjórða setti, og steypafinalan er nú av álvara í eygsjón. Á Kambsdali setti ÍF-venjarin seg sjálvan inn ímóti SÍ, og hóast tað munaði, gjørdu fuglfirðingar einki við sørvingar Kappingin í Eikliguni hjá monnum er skjótt komin í helvt, og um tvey umfør verða stigini býtt í helvt, áðrenn farið verður í holt við seinna helmingin. Tá hava tey fýra liðini í bestu mansdeildini spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum. Ein síðuvinningur við at standa seg væl í fyrru kappingarhálvu, er til oddaliðið, tí tað av liðunum, sum er á odda um tvær vikur, fær pláss í steypafinaluni. Hóast tveir dystir enn eru eftir, er mestsum greitt, at tað verður Mjølnir, sum fer avstað við finaluplássinum, tí Mjølnir er fýra stig framman fyri SÍ, men hevur so mikið góðan settmun, at SÍ illa kann fáa Mjølnir aftur næstu tvær vikurnar. Hini bæði liðini í Eikliguni hjá monnum, Fleyr og ÍF, eru so mikið aftanfyri, at tey slett ikki koma upp í part í oddastríðnum enn, men sjálvandi koma at nærkast nakað, tá stigið verða hálverað. Men sjálvt tá, bendir alt á eitt FM-stríð millum klaksvíkingar og sørvingar, ið higar- til hava havt munin á teimum báðum niðaru liðunum. Mjølnir-Fleyr 3-1 (25-20, 25-18, 21-25, 25-16) Oddaliðið tók leygardagin ímóti Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík, og hóast Fleyr enn eina ferð fekk givið góða mótstøðu, rakk tað heldur ikki hesa ferð longur enn tað hjá havnarmonnunum, ið máttu lúta, tá samanumkom. Fyrstu trý settini var talan um ein nokk so javnan dyst, har Fleyr var minst líka væl við sum Mjølnir, men kortini datt afturúr, tá komið var til avgerandi bóltarnar. Men í triðja setti hevði Fleyr munin á Mjølnir og vann tað, og sostatt lá nú eitt sindur av trýsti á oddaliðnum. Onkursvegna fekk Mjølnir í teimum fyrstu settunum ikki spælið at koyra líka væl, sum fyri einari viku síðani, tá fremsti avbjóðarin, SÍ, var settur væl og virðiliga upp á pláss. Mjølnir gjørdi nógvar feilir, og rímiliga væl lá fyri hjá Fleyr at revsa hesar. Men í fjórða setti Mjølnir ferðina upp, so Fleyr ikki longur fekk fylgt við meira. Spælið koyrdi sera væl, og Mjølnir fekk við einum sannfør- andi innsatsi avgjørt dystin, so sloppið var undan einum fimta setti. ÍF-SÍ 0-3 (17-25, 18-25, 23-25) Heldur ikki hesa ferð eydnaðist hjá ÍF at fáa sett ella stig, nú tað var SÍ, ið vitjaði á Kambsdali. Og fyrstu tvey settini sá heldur ikki út, sum ÍF skuldi fáa nakað. SÍ hevði rist av sær ússaliga innsatsin í Klaksvík fyri einari viku síðani og vann trygt tey bæði fyrstu settini. Bæði móttøkur og álop vóru fingin upp á pláss, og sørvingar góvu ikki vertunum úr Fuglafirði nakað fyri einki, og ÍF slapp bara at fylgja við til eitt vist. Men í triðja setti kom meira skil á spælið hjá ÍF, ið ta einu løtuna sá út til at skula fara við settinum. ÍF var enntá á odda 20-15, men kláraði allíkavæl ikki at halda fast við leiðsluna. Ímóti endanum tók SÍ alt innaftur og vann bæði settið og dystin. Í triðja setti skifti ÍF-venjarin, Suni Hansen, seg sjálvan inn, og tað gav fuglfirðingum meira ró yvir spælið, og kanska átti hann at havt tikið tað stigið eitt sindur áðrenn. Møgu- liga kann tað eisini verða lykilin til betur úrslit hjá ÍF í komandi dystum, nú liðið higartil hevur spælt uttan fleiri av royndu kreft- unum frá síðsta kappingarári, ið annars kundu gjørt góðan mun. Greipuvinnararnir úr ÍF hava hvørki fingið sett ella stig í vetur, men tá venjarin, Suni Hansen, setti seg sjálvan inn ímóti Fleyr í gjár, kom meira ró yvir spælið. Tað kanska hann skuldi gjørt oftari… Mynd: Jóannes N. Poulsen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Eingin tekur Mjølnir