mánadagur 23. november 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224
Silkeborg tapti
Føroyski landsliðsspælarin, Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Silke
borg tóku ímóti SønderjyskE í donsku SASliguni í gjár. Christian Lamhauge
Holst og liðfelagarnir máttu lúta 12, hóast Silkeborg var á odda 10 í steðg
inum. Rajko Lekic legði Silkeborg á odda, tá 36 minuttir vóru farnir, men í
seinna hálvleiki skoraðu Andrei Sidorenkov og Kenneth Fabricius fyri
Sønder jyskE, so Silkeborg stóð eftir við ongum. Tað eydnaðist SønderjyskE
at temja kreativu spælarnar hjá Silkeborg, Jesper Bech og Christian
Lamhauge Holst. Føroyski landsliðsspælarin var skiftur út, tá 77 minuttir
vóru farnir av dystin um. Silkeborg hevur nú 23 stig fyri 16 dystir. 8 stig eru
upp til europeisku plássini, meðan 15 stig eru niður til niðurflytingarplássini.
Føroyar eru framvegis í niðasta
styrkisbólkinum hjá UEFA
UEFA hevur kunngjørt nýggjastu styrkismetingina í samband við EM2012, og eru
Føroyar framvegis í niðasta bólkinum saman við Andorra, Aserbadjan, Luksem borg,
Malta og San Marino. Sostatt var sigurin móti Litava ikki nokk til at lyfta Føroyar úr tí
niðasta bólkinum. Tað eru seks bólkar, og Danmark og Svøríki eru bæði styrkismett í
næstovasta bólkinum. Noreg og Finnland eru í bólki trý og Ísland er í bólki fimm,
meðan vit eru í bólki seks. Eysturríki, sum Føroyar spældu javnleik 11 móti í fjør, eru
í triðja bólkinum. Í ovasta bólkinum eru Frakland, Holland, Italia, Ongland, Portugal,
Russland, Spania og so er Kroatia eisini aftur við í tí fína selskapinum.
Eftir framúrskarandi sig
urin á Lettlandi, rakk
av rikið hjá U21lands lið
num leygardagin ikki til
meira enn ein 11 javnleik
ímóti Andorra, sum undan
hesum dystinum hvørki
hevði fingið mál ella
stig. Men eftir stendur,
at Føroyar í tveimum
útidystum fingu fýra stig,
sum er sera góð úrtøka
Vónirnar vóru góðar undan dystin
um leygardagin á Estadi Comunal í
andorianska høvuðsstaðnum,
Andorra La Vella. Mótstøðuliðið
hevði ikki havt tær stóru royndirnar
og slett ikki havt nøkur líkinda úrslit
í sínum dystum, og enn átti
Andorra á at fáa so mikið sum eitt
mál í einum av sínum dystum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var
okkara U21landslið favorittur í
einum undankappingardysti, tí
okkara menn høvdu mikudagin
flutt stigaúrtøkuna upp á sjey stig,
eftir at teir í Riga gjørdu bart og
vunnu 10 á Lettlandi, sum annars
hevði ligið og lúrt uppá at sleppa
upp í part frammi hjá Russlandi og
Rumenia, sum nú eru lang á odda í
bólkinum.
Um tað var drúgva ferðin úr
Lettlandi, ið við tveimum flogferð
um og einari langari bussferð til
samans tók tað nógva av einum
samdøgri, ella tað var møðin frá
dystinum í Lettlandi, sum sat í
kroppinum, ella tað var vánaligi
vøllurin í Andorra, ið ikki gav møgu
leikar fyri góðum saman spæli, ella
tað var okkurt heilt annað – í øllum
førum riggaði tað bara ikki.
Vánaligur dystur
Gamaní, stríddust andoriansku
spælararnir manniliga og gjørdu
sítt ítarsta fyri at verja borg og
vóna, at teir ímóti einari aðrari
smátjóð í europeiskum høpi kundu
fáa okkurt burturúr, men tað, sum
nokk hevði størst ávirkan á
vantandi føroyska úrslitið í dystin
um, var sjálvt avrikið, sum bara ikki
var nøktandi.
Dysturin var sum heild ikki ser liga
hendingarríkur ella áhuga verd ur, og
talan var heldur ikki um teir nógvu
og stóru málmøguleikarnar. Liðini
høvdu eini fimm ella seks skot upp á
mál í part, sum tó øll vóru innan fyri
málkarmin, men tá vórðu eisini tey
tald við, ið málverj arnir næstan
kundu tikið blund andi…
Føroysku spælararnir trivust slett
ikki á vøllinum, sum var smalur og
knortlutur, og serliga vantandi
dygd in á grasinum gjørdi, at sum
dystinum leið, var bólturin minni
og minni spældur á miðvøllinum,
men heldur lossaður úr einum
enda í annan. Her bleiv meira
spark að enn spælt!
Væl spæld mál
Undantakið vóru tey bæði málini,
og tá Føroyar løgdu seg á odda
eftir spæl í góðan hálvan tíma, var
tað ein langur solotúrur hjá Pól
Jóhannusi Justinussen, ið legði
lunnarnar. Í Estlandi var tað høgri
bakkur, ið legði upp til málið, og
hesa ferð var tað so vinstri bakkur,
ið stormaði allan vegin fram ígjøg
num síðuna, samstundis sum hann
slapp fram við einum fyri og øðrum
eftir av andoriansku spælarunum.
Tá einir tríggir ella fýra vóru
rundaðir, legði Pól Jóhannus bóltin
hegnisliga inn í brotsteigin, har
Jóan Símun Edmundsson enn eina
ferð var á blettinum í rættari tíð og
á røttum stað, og hann smekkaði
bóltin flott í málið hjá Andorra, so
Føroyar – eftir ætlan og vónum –
vóru á odda 10.
Støðan helt sær líka til hálvleiks
og eina løtu inn í seinna hálvleik, tá
tað gjørdist David Madeira hjá
vertunum, ið slapp at fara sín túr.
Ein føroyskur bóltmissur frammar
laga á vøllinum var orsøkin til, at
Akkurát fyri ein javnleik
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Føroyska liðið, sum byrjaði dystin í Andorra leygardagin. Aftast frá vinstru: Christian Restorff Mouritsen (liðformaður), Pól Jóhannus
Justinussen, Dánjal Davidsen, Øssur Dalbúð, Jóan Símun Edmundsson og Rógvi Holm. Fremst frá vinstru: Bogi Løkin, Finnur Justinussen,
Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Kristoffur Jakobsen og Jóhan Troest Davidsen
Mynd: Fótbóltssambandið
Jóan Símun Edmundsson (uttast vinstrumegin) hevur lagt Føroyar á odda 1-0 ímóti Andorra, men
leiðslan helt sær tíverri ikki
Mynd: Fótbóltssambandið