mánadagur 23. november 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
324.000 afturat til landsliðið
Tilgóðarseðilin hjá føroysku landsliðsspælarunum í fótbólti eitur nú 180.000 krónur, eftir at Føroyar í gjár tóku seg enn tvey
pláss upp á styrkislistanum hjá FIFA. Har er føroyska fótbóltslandsliðið nú at finna sum nummar 120, og tað eru tvey pláss
betri enn tað, sum var at síggja á seinastu útgávuni av listanum. Tey liðini, sum eru dottin niður um Føroyar, er Antigurnar,
Fiji-oyggjarnar og Georgia, meðan Azerbadjan hevur yvirhálað. Ikki minst er tað áhugavert, at Georgia verður styrkismett
lægri enn Føroyar, men enn skulu vit altso framvið bæði Kasakhstan og Aserbadjan, áðrenn Føroyar flyta ein styrkisbólk upp
í seedingini, sum verður gjørd undan lutakastinum til undankappingar. Her eru Føroyar tó í niðasta styrkisbólkinum til
komandi lutakastið til EM-undankappingina, so ein møgulig uppflyting má bíða í tvey ár, til lutakastið til næstu
HM-undankapping verður. Fjarstøðan upp til Kasakhstan og Azerbadjan er tó lítil. Ávíkavist 6 og 17 styrkisstig. Samlaða
bonus-upphæddin, sum FSF sambært sáttmálanum við spælararnar nú skal gjalda, er nú komin upp á 4.860.000 krónur.
– Um nakrar dagar síggi
eg kanska øðrvísi upp á
tað, men beint nú eri eg
ótrúliga skuffaður, tí vit
ikki fingu meira burtur úr
dystinum ímóti Andorra,
sigur annar av venjarunum
hjá U21-landsliðnum, Heðin
Askham
Hóast U21-landsliðið hevði fýra stig
í viðførinum heimaftur til Føroya í
gjárkvøldið, var hýrurin meira
merktur av tveimum mistum
stigum í Andorra, enn trimum
vunnum í Lettlandi. Og tað merkti
eisini viðmerkingina frá øðrum av
venjarunum, Heðini Askham:
– Sjálvt um eg væl veit av, at
hetta samanlagt er í lagi, so eri eg
allíkavæl ótrúliga skuffaður av
seinna dystinum beint nú. Tað er
ikki í lagi, at vit koma heimaftur úr
Andorra við bara einum stigi, men
soleiðis er veruleikin tíverri, stað-
festir hann.
– Um vit í staðin høvdu fingið eitt
stig í Lettlandi og trý í Andorra,
høvdu vit hinvegin verið ovurfegnir,
so eg veit væl, at hetta er ein
kensla, sum er eitt sindur løgin. Um
nakrar dagar síggi eg kanska øðr-
vísi upp á tað, men beint nú eri eg
ótrúliga skuffaður.
Heðin Askham skal tó bara hava
eina lítla løtu at hugsa seg um í, so
hevur hann eitt sindur lættari við at
tosa um samlaða avrikið. Og tá sær
hann allíkavæl eitt lítið sindur ljós-
ari upp á tað.
– Tað, sum hetta U21-landsliðið
hevur avrikað higartil í hesari
EM-undankappingini, er nakað av tí
flottasta, føroyskur fótbóltur
nakrantíð hevur avrikað. Og bara
tað, at vit kunnu loyva okkum at
vera so misnøgdir við hetta, sum
okkara landsliðsár nú endaði við,
fortelur vælsaktans eisini eitt sindur
um eina ella aðra menning, sum
gongur rætta vegin, sigur hann.
Missa til A-landsliðið
Saman við Bill McLeod Jacobsen
hevur Heðin Askham staðið á odda
fyri U21-landsliðnum, sum í hesi
EM-undankappingini vann ein
sensa tionellan sigur á Russlandi í
juni og tríggjar mánaðir seinni fekk
javnleik 1-1 ímóti Moldova, fyri
síðani mikudagin at vinna á Lett-
landi og nú leygardagin at spæla
javnt ímóti Andorra.
Bara tað, at liðið hevur fingið stig
í fýra av sínum átta dystum og nú
er uppi á átta stigum, við Moldova
og Andorra aftan fyri seg á stiga-
talv uni, er eitt ovurstórt avrik í sær
sjálvum. Og Heðin er sannførdur
um, at enn meira býr í liðnum, sum
hann heldur vera sera væl
samansett:
– Vit hava ein góðan málmann,
nakrar kempur í verjuni, góðar bólt-
spælarar á miðvøllinum, umframt
at vit har frammi hava framherjar, ið
duga at skjóta mál. So tað teknar
gott, heldur hann, samstundis sum
hann er sannførdur um, at liðið ikki
sleppur at halda fram við øllum
spælarunum, sum nú eru við.
– Brian Kerr var við á ferðini í
Lettlandi og Andorra, og eg ivist
onga løtu í, at hann – serliga í fyrra
dystinum – hevur sæð spælarar,
hann kundi hugsað sær at fingið
upp á A-landsliðið.
hil
EM-undankapping 2009/2010 fyri U21-landslið
Andorra-Føroyar 1-1 (0-1)
0-1: Jóan Símun Edmundsson, 32.
1-1: David Madeira, 51.
Estadi Comunal, Andorra La Vella, leygardagin 21. november 2009 klokkan
14.00
Andorra (4-5-1): Oriol Oliva – Cristian Martínez, Adrian Rodrígues, Emili
García, Marc García – Samir, Marc Vales (Cristian Orosa, 92.), Carles Sirvan,
Àlex Roca, David Madeira (Joseph Vall, 61.) – Jöel Martínez (Gerard, 73)
Á bonkinum: Francesc Planes, Eric Buixó, Albert Ribera, David Rodríguez
Gult kort: Cristian Martínez, 50.
Venjari: Justo Ruiz Gonzalez
Føroyar (4-4-1-1): Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Jóhan Troest Davidsen,
Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Finnur
Justinussen, Bogi Løkin, Kristoffur Jakobsen (Karl Løkin, 82.), Jóan Símun
Edmundsson – Christian Restorff Mouritsen (Róaldur Jacobsen, 74.) –
Øssur Dalbúð (Jóhan Ellingsgaard, 59.)
Á bonkinum: Hans Jørgensen, Rógvi Poulsen, Pætur Jørgensen, Hallur
Hansson
Gult kort: Finnur Justinussen, 83.
Venjarar: Heðin Askham & Bill McLeod Jacobsen
Dómari: Gabriele Rossi, San Marino
Hjálpardómarar: Massimo Zanotti & Andrea Guidi, San Marino
Fjórði dómari: Stefano Podeschi, San Marino
UEFA-umboðsmaður: Milos Markovic, Serbia
UEFA-dómaraeygleiðari: Plarent Kotherja, Albania
FAKTA
Nr.
Land
()*+r
V‐J‐T
Mál
Mál
+/÷
7+8
1
Russland
7
6‐0‐1
20‐2
+18
18
2
Rumenia
7
6‐0‐1
19‐6
+13
18
3
5e6land
7
3‐0‐4
13‐12
+1
9
4
Føroyar
8
2‐2‐4
5‐14
÷9
8
5
Moldova
6
2‐1‐3
4‐10
÷6
7
6
Andorra
7
0‐1‐6
1‐18
÷17
1
U21:
EM‐undankappingin
–
Bólkur
1
Ótrúliga skuffandi
álopið kundi byrja, og Madeira
slapp at reka allan vegin frameftir,
uttan at nakar av føroyingunum fór
í hann ella nóg avgjørdur royndi at
steðga honum. Endin var, at andori-
anarin kom í góða skotstøðu og
síðani smekkaði so væl til, at Jóan
Pauli Dahl Jakobsen í føroyska
málinum ongan møguleika hevði
at verja fyri.
Svaraðu ikki aftur
Hetta kom ikki føroyska liðnum væl
við, men hóast veruleikin nú var, at
liðið stóð við einum stigi, var tað
ikki nóg mikið til at fáa ein størri
stríðsvilja ella eitt meira sannfør-
andi avrik fram í okkara spælarum,
ið annars fyrr í kappingini hava víst,
at teir kunnu stríðast til síðsta
blóðsdropa.
Avrikið var snøgt sagt ikki nóg
gott, og eftir at tey bæði málini í
dystinum vóru komin, var hvørki av
liðunum heldur í nánd av at fáa eitt
sigursgevandi 2-1 mál. Eitt gott
føroyskt gjøgnumbrot var tó aftrat í
dystinum, ið kundi givið mál, men
áðrenn tað nakrantíð kom so langt,
hevði dómarin bríkslað fyri onkrum,
og so spurdist einki burturúr.
Hvønn týdning, úrslitið hevði fyri
teir 22 á vøllinum, sást eisini týðu-
liga, tá dysturin endaði, tí meðan
teir frá Andorra fegnaðust, sum
høvdu teir vunnið, hingu føroying-
arnir við høvdinum, sum høvdu teir
tapt. Har var ikki ein einasti, ið upp
á nakran sum helst máta helt orsøk
vera til at fegnast um hetta stigið, tí
tað var tríggjar ferðir so lítið, sum
nøsin var sett upp eftir!
Samlaða avrikið
Eftir stendur tó, at føroyska U21-
landsliðið hevur havt eina øgiliga
góða EM-undankapping higartil, og
burtur úr teimum sjey dystunum
eru fingin átta stig, sum í løtuni
geva okkum eitt fjórðapláss, tí nú er
Moldova dottið afturum og hevur
eitt stig minni enn Føroyar, men tó
fyri bara fimm dystir. Andorra er
framvegis aftast, men hevur so
fingið sítt fyrsta stig.
Tá skuffilsið yvir dystin leygar-
dagin hevur lagt seg, man lítið vera
at ivast í, at spælararnir eisini síggja,
at teir eru partur av einum kollek-
tivi, ið er í ferð við at laga føroysk-
um fótbólti ein góðan varða,
umframt at øll hava orsøk at frøast
um, at gott er í væntu hjá
A-landsliðnum í komandi árum.
Tveir dystir eru eftir at spæla í
hesi EM-undankappingini, men teir
verða ikki spældir fyrr enn seint
næsta summar. Tá skulu Føroyar
fyrst í august spæla á heimavølli
ímóti Andorra og síðani á útivølli í
september ímóti Moldova. Hetta
eru tey bæði liðini, sum Føroyar
hava fingið javnleik ímóti hesi
kappingini.
Vøllurin á Estadi Comunal í Andorra La Vella var vánaligur, bæði
knortlutur og smalur, so tí bleiv meira sparkað enn spælt
Mynd: Fótbóltssambandið
Annar av venjarunum, Heðin
Askham, er sera skuffaður av,
at U21-landsliðið bert skuldi
fáa eitt stig ímóti Andorra
Mynd: Álvur Haraldsen