mánadagur 23. november 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224
Chelsea togar í Hiddink
Niðurlendinguri Guus Hiddink, sum fyrr í ár hjálpti Chelsea
eitt skifti, er framvegis ein populerur maður í felagnum.
Hiddink er annars russiskur landsliðsvenjari, men hevur
møguleikan at steðga í hesum samstarvi nú. Nú vilja
fjølmiðlar verða við, at Chelsea roynir at lokka Hiddink til
felagið, og at hann skal hava ein álitissess í felagnum
aftanfyri venjaran Carlo Ancelotti.
Ferguson bíðar
Venjarin hjá Manchester United ætlar sær ikki at keypa spælarar, tá
ið flytingarvindeygað letur upp í januar. - Vit eru í somu støðu sum
í summar. Tað eru nógvir spælarar har úti, sum verða mettir til at
hava virðið uppá 500 milliónir krónur. Sæð í ljósinum av hesum
prísum, so er tað ikki realistiskt, at vit keypa nakran spælara, sigur
Alex Ferguson við SportingLife. Seinastu tíðina hevur verið róð
fram undir, at United er áhugað í Everton-talentinum Jack Rodwell.
Neistin – Kyndil 35-21 (16-8):
Kyndil hevði
ongan
møguleika
Neistin staðfesti trygt sína
oddastøðu leygardagin, tá
bláa høvuðsstaðarfelagið
vann við 14 málum á Kyndli
Neistin bukaði grannarnar grønar.
Neistin hølvaði Kyndil av. Neistin
var nógv best í høvuðsstaðnum.
Neistin lat Kyndil úr.
Yvirskriftirnar kundu verið fleiri.
Men tað er satt, sum tað er sagt.
Kyndil hevði ongan møguleika í
grannabrakinum móti Neistanum í
høllini á Hálsi leygardagin. Eldra
høvuðsstaðarfelagið vann greitt og
staðfesti sína støðu sum oddalið í
bestu mansdeildini.
Gott tol
Janus Einar Sørensen, Bárður Jo -
hanne sen, Hans Áki Dal-Christ ian-
sen, Høgni Klein og hinir á liðnum
hjá Kyndli líktust ikki sær sjálvum á
vøllinum leygardagin. Allir avrikaðu
væl undir tað, teir plaga, og tað var
serliga tí, at Neistin slapp at renna
undan grannunum frá byrjan.
Einki skal hinvegin takast frá a v-
rikinum frá eldra høvuðsstaðar lið-
num. Tí tað var sanniliga eisini teim-
um at takka, at munurin gjørd ist so
stórur. Serliga í álopspartinum høvdu
teir tol og dirvið, hóast 10 mál skiltu
liðini. Tað er teimum rós uppi borið.
Tróndur Kragesten var fyri fyrstu
ferð í hesum kappingarárinum við á
liðnum hjá Neistanum. Hann roynd-
ist væl eftir umstøðunum, hóast
mót støðan lítið og einki gjørdi við at
verja fyri honum og viðleik arun um.
Tóku Hanusarson úr
Dia Midjord, venjari hjá Kyndli, gjørdi
ymsar broytingar í royndini at
standa móti trýstinum frá grann-
unum. Eitt av uppskotunum var at
mans verja Heina Hanusarson, sum
skeyt tvey av málunum hjá Neist-
anum. Tað gav sjálvsagt verjupart-
inum hjá Kyndli meira pláss at verja í,
og tað gagnnýtti oddaliðið til fulnar.
Jugoslav Djumic og David Ed -
vardsen vóru bestu málskjúttarnir
hjá Neistanum. Teir skutu átta mál
hvør. Janus Einar Sørensen og Hans
Áki Dal-Christiansen skutu fimm
mál hvør fyri Kyndil.
uni
Hin 11. oktober í ár vann VÍF
á útivølli móti StÍF. Síðan
hava vestmenningar tapt
fýra ferðir upp í slag, men í
gjár bar aftur til, tá júst StÍF
vitjaði í Vestmanna
Við fýra ósigrinum upp í slag hevur
VÍF seinastu vikurnar av álvara
nærkað seg aftasta plássinum. Og
við stríðshugaðum kollfirðingum
andandi í bakið, varð neyðugt hjá
vestmenningum at fáa fult, tá StÍF
vitjaði í gjár. Og tað eydnaðist.
VÍF vann fyri fyrstu ferð síðan 11.
oktober, tá teir vunnu á útivølli
móti StÍF. Úrslitið gjørdist 35-25
eftir hálvleiksstøðuna 17-11.
Høvuðsorsøkin, at tað riggaði so
væl hjá VÍF var, at tað eydnaðist at
verja fyri rumenunum Christian
Preda og Gabriel hjá StÍF. Teir fingu
sera lítið pláss og tí var lítið bit í
álopsspælinum hjá gestunum.
18 ára gamli Bjarti Hansen stóð
serliga sterkur í myndini, og frá
vonginum fekk hann heili 10 mál.
Toppskjúttar hjá StÍF vóru Mortan
Hansen og Leivur Justinussen, sum
skutu seks mál hvør.
Legði orkuna í verjuspælið
Heini Hanusarson noyddist at hyggja at frá miðjum vølli í stórum løtum av
dystinum. Hann var í heilum mansvardur av gestunum og tískil tók hann
sera lítið lut í álopsspælinum.
- Tí noyddist eg at leggja orkuna í verjuspælið, og tað riggaði væl. Verjan
stendur sera væl, og vit eru snildir í álopsspælinum. Riggar tað ikki, so sláa
vit kalt vatn í blóðið og royna umaftur, sigur Heini Hanusarson millum
annað við heimasíðuna hjá Neistanum og leggur afturat:
- Teir spæla fullkomiliga uttan sjálvsálit, meðan vit spæla við stórum
sjálvsáliti. Vit hølvaðu teir av, staðfestir Heini Hanusarson í viðmerking við
heimasíðuna hjá Neistanum.
Vit hjálptu teimum als ikki
- Teir einastu av okkum, sum eiga rós fyri sítt avrik leygardagin, eru
málverjarnir. Teir stóðu væl, hóast vit í verjupartinum als ikki hjálptu
teimum.
Tað staðfestir vónbrotni Torvald Abrahamsen úr Kyndli. Hann sigur, at
leygardagurin í øllum førum ikki var dagurin hjá teimum grønu.
- Nei, tað var tað so ikki. Neistin spælur væl, meðan okkara avrik er
eyðmýkjandi. So fær ikki verið øðrvísi, sigur Torvald Abrahamsen, sum
lovar, at Kyndil fær uppreisn í heimadystinum móti H71 komandi
vikuskiftið.
Vestmenningar fingu nýgg flog undir veingirnar, tá teir við knúsandi sigri sendu strandingar heim við ongum
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-StÍF 35-25 (17-11):
VÍF reistist aftur
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen