mánadagur 23. november 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Enn er kappingin ikki kom
in hálva leið, men eftir
greiða sigurin hjá Tjaldri
á Neistanum mugu finalu
sessir nir hjá Tjaldri og
Stjørn uni metast sum
av greiðslu spurningar
Skuldi Neistin spæla við í dystinum
um finalupláss, so var kravið treyta
leyst ein sigur á Tjaldri, sum als ikki
hevur mist stig í ár.
Men tað var í veruleikanum langt
frá, at Neistin kom í nær námind
sigri num. Fyrstu løtuna hildu tær
fast í mótstøðuni, men tá Tjaldur
fekk sítt spæl og sína verju at hanga
saman, var ikki stórvegis, sum Neist
in fekk gjørt.
Í verjuspælinum gekk annars
hampu liga væl hjá Neistanum
stóran part av dystinum, men í
álopi num vildi lítið og einki bera til.
Ofta vórðu álop endað óneyðuga
skjótt, og tað var ongan tíð soleiðis,
at nakar serligur friður fekst yvir
spæl ið hjá heimaliðnum.
Kanska koyrdi álopið hjá Tjaldri
heldur ikki so væl. Men tær hava
besta skjúttan í landinum, og tá
einki annað riggar, so kann Adina
Petrea altíð langað nakrar bóltar í
kass an av tríggjametra strikuni.
Sigurin ber við sær, at Tjaldur
fram vegis hevur fult stigatal í topp i
num á stigatalvuni. Neistin er hin
vegin longu nú endað í einum
onga mannalandi, har liðið helst
vinn ur sær bronsumerki, men har
tær samstundis neyvan hava møgu
leika at vinna seg longur upp enn
tað sama.
Brasil verður heimsmeistari
Venjarin hjá enska meistaraliðnum roknar við, at Brasil verður
heimsmeistari næsta summar. Skotin Alex Ferguson heldur ikki,
at Ongland fer at megna at vinna HM. Eg dugi ikki at ímynda
mær nakað annað, enn at Brasil verður heimsmeistari. Tú skalt
hugsa um, hvussu nógvar góðar spælarar, teir hava, sum teir
kunnu seta inn. Í fjør vóru tað bert 15 eingilsmenn í Champions
League, men 103 brasilumenn, sigur Alex Ferguson við
Skysports.
Chelsea veitraði við 500 mió
Fleiri feløg royndu í summar at keypa franska stórspælaran
Franck Ribery frá Bayern, men tað eydnaðist ikki. Eitt av
boðunum kom frá Chelsea, avdúkar stjórin í felagnum.
Besta boðið, vit fingu, var frá Chelsea, sum bjóðaði okkum 500
milliónir krónur fyri Ribery. Harafturat skuldu vit eisini fáa
Bosingwa í býti, sigur Uli Hoeness. Bayern keypti í 2007 Ribery
frá franska felagnum Marseille.
NeistinTjaldur 1928 (1014):
Finaluspurningurin avgreiddur
Neistin hevði
ikki nóg nógv at
bjóða uppá móti
Tjaldri, og tí er
finaluspurningurin
nú mest sum
avgreiddur
Mynd: Álvur Haraldsen
VBStjørnan
1724 (813):
Lætt hjá
Stjørnuni
Stjørnan kom sær ikki
í nakrar óneyðugar
trupulleikar, tá tær fóru
úr VBhøllini við báðum
stigunum
Tað var botnurin sum tók ímóti
toppinum í Vági sunnudagin.
Og tað endurspeglaðist eisini á
máltalvuni.
Hóast VB fyrstu longu løtuna
fylgdi væl við gestunum, so var
sjáldan nakar ivi um, at
Stjørnan hevði nógv meira at
geva av, og seinastu løtuna
undan steðginum settu tær
eisini tingini upp á pláss.
Stjørnan vann sær tá eina
trygga leiðslu, og hesa heldur
tær rimmar fast um gjøgnum
allan seinna hálvleik.
Sigurin ber við sær, at
Stjørnan framvegis eltir Tjaldur,
sum tó er tvey stig
frammanfyri. VB er framvegis
stigaleyst í botninum á
stigatalvuni, men tað er helst
ikki stórvegis ivi um, at tað er í
øðrum uppgerðum enn júst
móti oddaliðunum, at tær
skulu vinna sær neyðugu
stigini.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Alt bendi á sigur til VÍF, men
í seinastu løtu eydnaðist
tað StÍF at toga stigini við
sær, soleiðis at tær ikki
longur eru partur av niður
flyt ingarstríðnum
Kvinnurnar hjá VÍF høvdu allar
møgu leikar at skræða seg heilt
leysar úr botninum. Átta minuttir
fyri dystarlok skoraðu tær til 2422,
og bara ein minutt seinni kundu tær
við brotskasti punktera dystin.
Liljan Djurhuus hevði fýra ferðir
undan hesum sent brotskast í netið,
men fimtu ferð riggaði ikki. Brot s
kast ið varð misnýtt, og eftir hetta
vóru tær á heimaliðnum púrasta
sør ar. Trý mál komu afturat í dysti
num, men tað vóru gestirnir, sum
fingu øll av hesum, og so kundi StÍF
økja sítt stigatal upp í seks, soleiðis
at tær meira ella minni hava veitrað
farvæl til botnstríðið.
Tað hevur VÍF hinvegin als ikki
gjørt. Tey bæði stigini, sum tær
vunnu á heimavølli móti VB, eru
fram vegis tey bæði einastu, sum lið
ið hevur vunnið, og tí verður talan
av sonnum um gysara, tá farið verð
ur til Vágs tann 13. oktober.
StÍF dróg longra stráðið í tøttu uppgerðini í Vestmanna, og nú tykist botnstríðið einvíst at standa
millum VÍF og VB
Mynd: Álvur Haraldsen
VÍFStÍF 2425 (1315):
VÍF slapp ikki úr saksinum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk