Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. november 2009 – Nr. 224 Skal tað vera veitsla, so lat tað vera veitsla, hugsaði Jer main Defoe helst, tá hann við fimm málum var høvuðsarkitekturin handan størsta sigurin hjá Totten ham nakrantíð Bert einaferð áður hevur eitt lið gjørt so nógv mál í einum og sama dysti, síðani besta enska fótbólts­ deild in fekk navnið Premier League. 9­1 gjørdist endaliga úrslitið av dysti num millum Tottenham og Wigan, sum varð avgreiddur seinna­ partin sunnudagin. Í marsmánaði í 1995 vann Man­ chester United 9­0 á Ipswich. Henda dystin var heilt stóra hetjan Andy Cole, sum gjørdi fimm mál. Tað sama gjørdi Alan Shearer, tá New castle vann 8­0 á Sheffield Wednesday í september 1999. Fimm mál upp á 36 minuttir Sunnudagin 22. november 2009 gjørdi Jermain Defoe fimm mál í knús andi stórsigrin hjá Tottenham á Wigan. Harvið er hann tann triðji leikar in, sum ger tað bragdið, tað er at skjóta fimm mál í einum dysti. Merkisvert er, at teir tríggir, sum hava skotið fimm mál í einum og sama dysti í Premier League, allir eru enskir landsliðsleikarar. Somuleiðis er tað vert at hefta seg við, at Defoe um vikuskiftið gjørdi tað næstskjótasta hattrickið í Premier League nakrantíð, tá hann brúkti sjey minuttir um at gera trý mál. Í 1994 skoraði Robbie Fowler trý mál upp á fýra minuttir og 33 sekund, sum er metið. Fowler gjørdi tó ikki fleiri mál í tí dystinum, men tað gjørdi Defoe sunnu dagin. 18 minuttir eftir hann skoraði fyrstu ferð sunnudagin, setti Defoe bóltin í kassan fyri fjórðu ferð. Og upp á 36 minuttir skoraði hann fimm mál – øll fimm í seinna hálv­ leiki! Harvið hevur Defoe eisini tryggj­ að sær fyribils heitið sum topp­ skjútti í Premier League. Hann hevur gjørt 11 mál, sum er eitt meira enn Fernando Torres hjá Liverpool. Alt hetta prógvar, at Jermain Defoe er serstakliga væl koyrandi í løtuni. Fyrr í ár gjørdi hann eitt hat­ trick, og hann varð kosin besti leik­ ar in í Premier League í augus t­ mánaði . Eitt øgiligt talent Jermain Defoe er førddur 7. oktober 1982. Alt byrjaði í Charlton, men sum 16 ára gamal gjørdi Defoe sátt­ mála við West Ham. Har var hann partur av ungdómsliðum felagsins, áðrenn hann varð leigaður út til Bourne mouth í triðbestu ensku deild ini. Har gjørdi hann 19 mál í 31 dystum, áðrenn hann kom aftur og tørnaði út fyri West Ham. 41 mál í 105 dystum gjørdist tað til hesa tíðina, áðrenn Tottenham keypti hann fyri 6 milliónir pund. Í Tottenham royndist Defoe væl. 64 mál gjørdi hann frá januar 2004 og fýra ár fram. Tá keypti Portsmouth hann leysan úr sáttmálanum. Fyrsta hálvárið gjørdi Defoe átta mál, og seinna hálvárið gjørdi hann níggju. Til samans 17 mál í 36 dystum, áðr­ enn Tottenham valdi at keypa mann in aftur til felagið. Tað var í januar í fjør og síðani hevur maðurin fleiri ferðir prógvað, at tað var ein røtt avgerð hjá Totten­ ham. Hann hevur tó ongantíð endaliga staðfest, at hann skal roknast millum bestu áleypararnar í Premier League. Enn hevur Defoe ongantíð verið topp skjútti, enn hevur hann ongan­ tíð vunnið nakað nevnivert og enn hevur hann ongantíð umboðað eitt felag, sum stríðist um heiðursmerkini. Tað er nevniliga stórur munur á at umboða eitt felag, sum oftast liggur og stríðist fyri at teljast millum seks tey bestu í landinum, og so at spæla við einum liði, sum dagliga stríðist fyri at vera í toppinum og spælir altjóða fótbólt á hægsta støði. Við øðrum orðum hevur Defoe higartil ikki verið mettur at vera nóg áhugaverdur fyri Chelsea, Man­ chester United, Arsenal ella Liver­ pool. Heldur ikki enski landsliðsvenjarin tyk ist hava nóg stóra tiltrúgv til Defoe. Tá Fabio Capello setir sítt lið, er tað oftast við Heskey og Rooney fremst. Defoe er eykamaður og tað hevur hann verið nógv. Talentið hevur maðurin altíð havt. Spurningurin er, um hann nú er í ferð við at prógva, at hann skal vera meira enn ein eykamaður og ein góð ur spælari hjá Tottenham? Málveitsla av eini aðrari verð Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kessler fekk bank Tað var ikki tað stóra, sum danski Mikkel Kessler fek gjørt, tá hann leygarkvøldið boksaði móti Andre Ward. Ward var greitt við yvirlutan gjøgnum allan dystin, og í næst seinasta umfarinum metti dómarin, at Kessler hevði fingið nóg mikið, og varð dysturin tí steðgaður. Tá søgdu dómarastemmurnarn 98­92, 98­92 og 97­93 til amerikumannin, sum við sínum kvikleika alla tíðina hevði Kessler í stórum trupulleikum. Talan var um fyrsta tapið hjá Kessler í Super Six­kappingini, men enn er hann ikki heilt uttan møguleika. Næsti dysturin hjá Kessler í Super Six verður móti Carl Froch. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 13 11 - 0 - 2 33 8 25 33 2 Man Utd. 13 9 - 1 - 3 26 12 14 28 3 Arsenal 12 8 - 1 - 3 36 15 21 25 4 Tottenham 13 8 - 1 - 4 32 18 14 25 5 Aston Villa 13 6 - 4 - 3 21 13 8 22 6 Man City 12 5 - 6 - 1 23 16 7 21 7 Liverpool 13 6 - 2 - 5 29 20 9 20 8 Sunderland 13 6 - 2 - 5 21 19 2 20 9 Stoke 13 5 - 4 - 4 13 15 -2 19 10 Burnley 13 5 - 2 - 6 16 26 -10 17 11 Blackburn 12 5 - 1 - 6 16 25 -9 16 12 Fulham 12 4 - 3 - 5 14 15 -1 15 13 Birmingham 13 4 - 3 - 6 11 14 -3 15 14 Everton 12 4 - 3 - 5 15 20 -5 15 15 Wigan 13 4 - 2 - 7 14 31 -17 14 16 Hull 13 3 - 3 - 7 13 28 -15 12 17 West Ham 13 2 - 5 - 6 19 23 -4 11 18 Bolton 12 3 - 2 - 7 15 26 -11 11 19 Wolves 13 2 - 4 - 7 12 26 -14 10 20 Portsmouth 13 2 - 1 - 10 10 19 -9 7 Úrslitini hetta umfarið: Stoke ­ Portsmouth 1­0 Tottenham ­ Wigan 9­1 Bolton ­ Blackburn 0­2 Manchester United ­ Everton 3­0 Birmingham ­ Fulham 1­0 Sunderland ­ Arsenal 1­0 Burnley ­ Aston Villa 1­1 Chelsea ­ Wolverhampton 4­0 Hull ­ West Ham 3­3 Liverpool ­ Manchester City 2­2 Jermaine Defoe hevur altíð verið mettur sum eitt stórt talent. Sunnudagin gav hann ábendingar um, at hann er við vaksa til ein stóran spælara Mynd: Polfoto/AP