Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. november 2009síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 224 - 23. november 2009 tíðindi Frændur fimm og tjúgu Frændur bjóðaði um vikuskiftið til eitt stórsligið gildi í samkomuhøllini á Hálsi. Eini 1500 fólk munnu hava hátíðarhildið føðingardagin og útgávuna av nýggju jubileumsfløguni, Frændur V. Fólk lótu sera væl at, og ljóðaðu Frændur líka væl sum fyrsta dagin. Hóast fólk ikki kundu syngja við til teir nýggju sangirnar, tá tey ikki enn hava lært teir, so sungu fólk dúgliga við til teir gomlu slagararnar. »Tað stóra gildið«, sum Frændur høvdu valt at kalla tað, varð í veruleikanum skipað sum ein veruligur føðingar­ dagur, har fólk kundu sita niðri og njóta eina bjór ella av matinum, sum Etika borðreiddi. Sosialurin var eisini á staðnum, og fekk myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, hesar frálíku myndirnar. Lagt til rættis: Rógvi Nybo, rogvi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Frændur bjóða til nýggj gildi Leygarkvøldið verður stórt ungdómsgildi á Kambsdali, og seinni verður føðingardagurin hjá Frændum hildin í Klaksvík. Leyg ar kvøldið var stóra føðingardags- og útgávu- brakið hjá Frændum í Havn. Sera nógv fólk var til tiltakið, og tónleik ar- arnir í Frændum eru sera fegnir um móttøkuna. – Fólk vóru spent og gleddu seg til stóra gildið, og tað gjørdu vit eisini. Tað gjørdist eisini eitt stórt kvøld fyri okkum, og vit eru sera fegnir um, hvussu fólk tóku ímóti okkum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av limunum í Frændum. Og hetta skal endurtakast komandi tvær vikurnar. Leygarkvøldið 28. no vemb er spæla Frændur til stórt gildi í ítróttar- høllini á Kambsdali. Tá verða serliga ungfólk boðin í føðingardag hjá bólkinum. Leygar kvøldið 5. desember spæla Frænd ur í Klaksvík, og tá verður føðingar dags- veitslan endurtikin við góðum tónleiki, sushi og 18 ára aldursmarki.