mánadagur 23. november 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 23. november 2009
33
tíðindi
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Eilif Christiansen, ættaður úr Vági, búsitandi í
Hammerfest, andaðist mikudagin 18. november,
87 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Rypefjord
kapell týsdagin 24. november kl. 11.
Andlát og jarðarferðir
Agna Hedegaard
f. Klein i Vestmanna den 02.10.1940
bosiddende i Værløse, Danmark
har, efter lang tids sygdom, fået fred den 20.11.2009.
På familiens vegne
Jørn, Toni og Sanna
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Hans Jørgen Dam
Sandavágur
andaðist í Miami í Florida fríggjadagin 20. november,
68 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Nancy,
Terje, Erhard og Katrin
Dagurin
23. november. Klæmintsmessa. Vit vita, at hesin
Clemens (deyður umleið ár 107) livdi í Róm, tá
ápostulin Pætur var á døgum, og gjørdist triði maður í
stóli hansara. Eisini verður dagurin róptur fyrsti
vetrardagur, tá ið vetrarfjórðingsárið byrjar. Latínska
navnið Clemens merkir hin mildi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Mynd frá ”Realskúlaframsýn
ingini 191666”, sum Jórunn
Dánjalsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn í
2007. Myndin her er av næm
ingum í einum millum
skúlaflokki, sum er á útferð í
Nólsoy skúlaárið 1948/49.
Aftasta rað f.v.: Kári
Petersen, Árni Isholm, And
ers Hansen og Anna Simon
sen
Miðraðið
f.v.: Tordis
Mohr, Kári Hansen, Katrin
Hansen og Sólvá Mikkel
sen.
Fremst f.v.: Gulli Johan
sen, Birna Helmsdal, Mar
git Hansen, Hervør Joensen
og Elsebeth Sloan.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er við
komandi vælkomin at venda
sær til Jórunn Dánjalsdóttir
á telefon: 226024 (Mynd
nr. 37).
Myndaeigarar: Katrin Samuelsen og
Margit Hansen
Millumskúlaflokkur
útferð í Nólsoy
Mikudagin 18. november fylti Jákup
Kass á Strondum 85 ár.
Jákup er ættaður av Strondum.
Hann er elstur av teimum tíggju
børnunum hjá Sannu og Bartal
Johansen í Kass. Hann tók málsligt
studentsprógv í 1944, og eftir kríggið
fór hann til Keypmannahavnar, har
hann gekk á Niels Brock. Síðan var
hann í mong ár saman við pápanum
og brøðrunum við í handilsvirksemi
og útgerðarfelag á Strondum.
Í seksti árunum fór Jákup í starv hjá
oljufelagnum Esso, og familjan flutti
til Havnar at búgva. Hann tók við
sum stjóri á Esso í 1971 eftir Esmar
Fuglø, sum tá legði frá sær. Samstundis
sum Jákup var stjóri á Esso, læs hann
til prest og røkti onnur álitisstørv.
Í
1980
segði
hann
seg
úr
stjórastarvinum og tók við sum prestur
á Nesi i Eysturoy, har hann var sóknar
prestur til 1994.
Frá ungum av var hann virkin í
heimamissiónini, og var hann eitt
skifti formaður fyri føroysku heima
missiónini.
Jákup Kass giftist í 1949 við Onnu
Johansen, sum eisini er ættað av
Strondum. Tey fingu trý børn: Marjan,
Bartal og Karin.
-red
Jákup Kass 85 ár
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum, ið gleddu og
mintust meg á 90 ára degnum tann 6. nov.
Heilsan
Hildigarð Hansen, Syðrugøta
Lesið Sosialin - so eru tit við