mánadagur 23. november 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 224 - 23. november 2009
tíðindi
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá okkara kæri maður, pápi, abbi og langabbi
Peter Martin Joensen
Saltnes
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Meinhard Bjartalíð, prest, og tykkum
øll, sum hjálptu okkum so væl við jarðarferðini
og ervinum.
Takk til heimatænastuna.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Fríðrikskirkjuna.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til gravar.
Familjunnar vegna
Hannebeth, Hannegretha, Jóhannes og Randi
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi,
tá kæri beiggi mín, svágur, pápa- og abbabeiggi
Hilmar Persson
Trongisvági
andaðist og varð jarðaður.
Takk til vinir, kenningar, familju og Suðuroyar
sjúkrahús fyri trúskap, stuðul og hjálp við
alla ta longu sjúkraleguna. Takk til tykkum,
ið hildu andaktir á sjúkrahúsinum, prestar,
brøðrasamkomuna og Frelsunarherin.
Tøkk fyri blómur, kransar og tykkum mongu, ið
sendu peningagávu til Tvøroyrar kirkju. Tøkk
til Jónsvein Bech, prest, kirkjutænarar, berarar,
sangarar, trompetspælaran og øll tit mongu, ið
fylgdu honum til seinasta hvíldarstað á jørð.
Tøkk tit, sum bakaðu, og tit, sum skipaðu
fyri ervinum.
Samstundis verður ynskt tykkum øllum eini gleðilig
jól og eitt av Harranum signað komandi ár.
Fyri tey avvarðandi
Måns
Prógv
Jeanette á Argjaboða Jacobsen út Havn hevur lokið prógv sum
Cand IT á Aalborg Universiteti.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 25. nov. verður John Høj, Klaksvík, 80 ár. Dagurin
verður hildin í Bøgøtu 2, frá kl. 17-23. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
80 ára føðingardagur
Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í
Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu
á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 25. nov. verður Fredrik Jacobsen, Klaksvík, 90 ár.
Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur
11, leygardagin 28. nov. frá kl. 16.
100 ára føðingardagur
Mánadagin 23. nov. verður Jenny Jacobsen á Ellisheiminum,
V.U.Hammershaimbsgøta, Tórshavn, 100 ár. Móttøka verður á
Ellisheiminum millum kl. 15 og 18.
Silvurbrúdleyp
Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl.
19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast
saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at
siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@
post.olivant.fo áðrenn 3. des.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen,
Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K
Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen,
Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu
í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum
við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534
(Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry-o@olivant.fo
ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð,
í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í
bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið
vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúðleyp
Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba,
diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið
eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14-19.
Diamantbrúðleyp
30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið gift í 60 ár.
Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á Jagtvej 213,
7-4, 2100 København Ø.
merkisdagar
sum hevur ein merkisdag,
sum t.d. ein rundan
føðingardag, brúdleyps
dag, starvsdag ella onkran,
ið hevur fingið nýtt starv
e.a., so sig okkum frá
hesum.
Send nøkur orð
og eina mynd til:
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Veitst tu um onkran...
Tú ert eisini vælkomin inn á
gólvið í Miðlahúsinum ella
ringja tlf 341800. Eisini ber
til at senda ein teldupost til:
post@sosialurin.fo
Hósdagin 22. november
1984 skrivar Sosialurin um
føroyingar, sum luttóku á
eini talvolympiadu í Grikka-
landi.
Blaðið skrivar at tvørá-
maðurin John Rødgaard
leikti í fyrsta dystinum móti
fyrrverandi heimsmeistaran-
um Boris Spasski. Spasski
leikti tá fyri Frakland, hagar
hann var fluttur. Fyrr var
hann á liðinum hjá Sovjet-
samveldinum.
Ikki bert John Rødgaard
skrivaði talvsøgu í hesum
fyrsta dystinum. Føroyar
fingu eisini ein annan javn-
leik móti Fraklandi. Tað var
Jens Kristian Hansen av
Toftum, ið leikti javnleik
imóti einum av fronsku telv-
arunum. Sostatt fingu Før-
oyar eitt stig, og Frakland
fekk trý stig í hesum fyrsta
dystinum.
Føroyingarnir vórðu ikki
sørt fegnir um góða úrslitið
móti Fraklandi, sum er ein
av heimsins fremstu talv-
tjóðum. Hinir føroyingarnir
á liðnum í á talvolympiaduni
vóru Luitjen Apol, Jákup
Thomsen og Torkil Nielsen
Kelda: Sosialurin 22. november 1984
Fyri 25 árum síðan:
Stórhending í
føroyskari talvsøgu
Føroysku telvararnir f.v.: Jens Kristian Hansen, Luitjen Apol, Jákup Thomsen, Torkil Nielsen og John Rødgaard
Lesið
-so eru tit við!