Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 24. november 2009 11 tíðindi Í umleið eitt ár hevur Kósin ligið still, men nú er aftur arbeiði á Kósini. – Tað eydnaðist væl hjá okkum síðst, og eg meini, at Klaksvíkin má hava hetta arbeiðsplássið, sigur Hanus Hansen, stjóri Kósin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Flakaknívarnir skera aftur í Klaksvík. Fólk í hvítum húgvum og kitlum eru aftur at síggja á gólvinum á virkinum. Óljóðið av mask­ inunum er aftur at hoyra, og tað síggja ikki út til at vera trupulleikar, hóast maskin­ ur nar hava staðið stillar í næstan eitt ár. Kósin er latin upp og umleið 50 fólk eru farin til arbeiðis. Fyri einum ári síðani fór grundarlagið undan virkin­ um, tá trolararnir, sum landaðu til virkið fóru av knóranum. Hetta hevði við sær, at virkið seinni fór, hóast tað kanska longu var á veg. Fyri tíð síðan gjørdist greitt, at Hanus Hansen, stjóri á JFK, sum fyrr hevur átt í virkinum, arbeiddi við at lata virkið upp aftur. Í dag lat virkið upp, og Hanus Hansen er fegin og hevur góðar vónir. – Tað er ein góð kensla. Vit hava glett okkum í fleiri mánaðir, og Klaksvíkin má hava hetta arbeiðsplássið, sigur Hanus Hansen. Hann leggur afturat, at seinast teir vóru í virkinum gekk rímiliga væl, og málið er at koma aftur á tað støð­ ið. – Tá vit høvdu Kósina vóru eini 400 fólk í miðal sum fingu løn. Tað vóru eini 180 ársverk og tað er málið. Men tað verður ikki beinanvegin. Vit hava verið á botni, og aftaná ring ár eru ofta góð ár, og tað vóna vit, at tað verður, greiðir Hanus Hansen frá Gott útgangstøði Hanus Hansen heldur somu leiðis, at virkið hevur eitt gott útgangsstøði. – Virkið hevur ikki nógva skuld, og vit byrja á botni, so eg meti, at vit hava eitt gott útgagnsstøði. Men vit eru ikki nógv øðrvísi enn nógv onnur, og vit halda, at uppleggið hjá okkum er tað rætta, og gongur tað ikki, so gera vit okkurt annað, sigur stjórin. Rávøru úr nógvum støðum Til at fáa nóg mikið av rávøru til Kósina, so hevur virkið gjørt avtalur við P/F Christian í Grótinum og Christophersen í Vestmanna um tvey pør av partrolarum, umframt aðrar møguleikar. – Aker, sum vit hava havt nógv samstarv við, fiskar nógvan upsa við Føroyar, og honum fara vit at royna eftir. Tað er eisini altíð komin nógv hýsa og nógvur toskur upp á land í Klaksvík, so vit fara eisini at royna eftir tí fiskinum, og so fara vit eisini eftir onkrum last­ um frá Fram og Vest­ menningi, sigur Hanus Hansen, sum leggur dent á, at virkið fer at hava kapp­ ingarførar prísir. Boðini komu ov tíðliga Fyri tíð síðan kom fram, at virkið skuldi lata upp um tvær til tríggjar vikur, men tað hevur tikið longri tíð enn tað. – Tað kom ov tíðliga út, at tað skuldi opna. Men eg vil altíð hava tingini at ganga skjótari, enn tað er realistiskt, og tað hevur verið strævið at skulu siga tað sama, men nú eru vit her, og vit eru glaðir fyri at vera komnir her til, sigur Hanus Hansen. Hann fegnast somuleiðis, at tað altíð hevur borið til at fáa fólk til virkið, og hann ivast heldur ikki í, at tað í komandi tíðum fer at bera til at fáa fólk at arbeiða á virkinum. Nú arbeiða tey á Kósini Í umleið eitt ár hevur Kósin ligið still og Hanus Hansen er fegin, at tað hevur borið til hjá honum og øðrum at fáa gongd aftur á virkið Safir og Smaragd hava í morgun landað fyrstu lastina á Kósina, síðan skipini fóru undir hamara 12. novembur í fjør, so nú eru kassarnir á kósini aftur fullir