Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 225 - 24. november 2009 Fríðin Ziskason er virkisleiðari á Kósin, og hann fegnast saman við øllum hinum, at gongd er komin á virkið, hóast tað ikki eru so nógv fólk til arbeiðis í dag, so ivast hann ikki í, at talið fer at hækka. – Eg vóni, at vit koma upp á 80 fólk um tríggjar vikur, sigur virkisleiðarin Kósin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í 10 ár hevur Fríðin Ziska­ son arbeitt í flakavinnuni, og tær royndirnar fer hann at royna at brúka at fáa meira burtur úr fiskinum á Kósini. – Størsta avbjóðingin verður at vera dugnaligur, sigur Fríðin Ziskason, sum fyrr hevur verið á Kósini í tvey ár. Sum øll hini fegnast hann eisini, at Kósin er latin upp. – Eg gleði meg til hesa uppgávuna, sum eg haldi vera øgiliga spennandi, held ur Fríðin Ziskason, sum tó viðurkennir, at tíð­ irnar eru truplar og tí skal veruliga stríðast við at halda virkinum í gongd. Fer at bera til Sambært virkisleiðaranum skulu tvey ting til, fyri at fáa virkið at bera seg, og tað eru dugnalig og hugalig fólk, umframt nóg mikið av fiski. – Eg ivist ikki í, at hetta fer at bera til, so leingi vit hava nóg mikið av dugna­ ligum fólki og nóg mikið av fiski, metir virkisleið­ arin. Men hesum ivast hann ikki í, tí rávørugrundarlagið sær út til at vera uppi á pláss, og fólkið hevur ong­ antíð verið ein trupulleiki hjá Kósini. Fleiri fólk Hóast tað ikki eru nógv fólk til arbeiðis á Kósini samanborið við farnar tíðir, so ivast virkisleiðarin ikki í, at fleiri fólk koma á virkið komandi tíðina. – Vónandi koma fleiri í hesi vikuni, og innan fyri 14 dagar verða helst eini 80. Men tað er trupult at siga, so tað kemur tíðin at vísa, sigur Fríðin Ziskason, sum er virkisleiðari á Kós­ ini í Klaksvík. Tað verður meira Vivi Elttør er álitis­ fólk á Kósini, og hon fegnast, at Kósin loksins er latin upp. – Vit hava bíða í spenningi so leingi, so tað er deiligt, at hon er farin í gongd aftur, sigur hon Kósin Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Vivi Elttør var millum tey umleið 50 fólkini, sum byrjaðu at arbeiða fiskin av Safir og Smaragd, sum varð landaður á Kósina í morgun, og hon fegnast, at virkið er opið aftur. – Fólk hava verið øgiliga ótolin, so nú eri eg bara glað, at Kósin er opin aftur, sigur Vivi Elttør. Hon greiðir somuleiðis frá, at tað lyfti stemningin í býnum, tá tað gjørdist greitt, at Kósin fór at lata upp aftur. – Øll eru bara glað, at vit aftur arbeiða, hóast vit enn bara eru í eini byrjunarfasu, sigur hon. Í morgun vórðu umleið 200.000 pund landaði á Kósini í morgun, men Vivi dugir ikki at siga, hvussu nógv tey klára at arbeiða í dag. – Vit eru akkurát byrjaði, so eg dugi ikki at siga, hvussu nógv, vit fáa ígjøg­ num í dag, men tað er bara gott at vera aftur, sigur Vivi Elttør. Fegin at vera aftur Vivi Elttør er nú aftur til arbeiðis á Kósini, og hon fegnast stórliga, at tey nú eru byrjaði aftur Kósin hevur nýggjan virkisleiðara, og tað er Fríðin Ziskason. Hann hevur góðar vónir til virkið, og roknar við, at virksemið fer at økjast nógv komandi tíðina Góður gróður Í Danmark kunnu bóndurnir fegnast um, at heystið gjørdist tað besta í 20 ár. Hagtølini siga, at bóndurnir hava heystað 10 milliónir tons, og tað er 12 prosent meiri enn í fjør og nýtt met, skrivar Ritzau. Eitt nú hava bóndurnir heystað 2,5 milliónir tons av várbygg, sum er heldur minni enn í fjør. Harafturímóti hava teir heystað meiri enn 930.000 tons av vetrarbygg, sum er heili 24 prosent meiri enn í 2008. Hveiti er høvuðsframleiðslan hjá donsku bóndrunum. Í ár hava teir heystað seks milliónir tons av hveiti ella eina millión tons meiri enn í fjør. Sambært hagstovuni bleiv annarhvør akur brúktur til hveiti í ár. Óttast krabbainnrás Tey, sum búgva fram við ánni Mandalselva har suðuri í Noregi eru farin at stúra fyri, at eitt fremmant krabbaslag skal órógva teirra framtíð. Í seinastuni hava kavarar sæð fleiri krabbar í ánni, og granskarar ivast ikki í, at talan er um tann sokallaða „ullhondkrabban“, sum er tann einasti krabbin í Evropa, sum livir í feskvatni. Men hetta er eingin gestur at fáa. Granskararnir siga við NTB, at í Kina finnast fleiri dømi um, at hesin krabbin grevur holur langt inn frá áarbakkanum, og at tað hevur fingið hús fram við ánni at rapa. Tí mæla granskararnir til tiltøk fyri at basa tí fremmanda gestinum.