Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 225 - 24. november 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Jákup Elias Heinesen við Ljósá fer úr Betkar við Ljósá týsdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jákup Elias, kunnu lata eina peningagávu á konto í Eik banka. Charlotta Djurhuus, Porkeri, vanliga nevnd Lotta, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi sunnudagin, 92 ára gomul. Hans Jørgen Dam, Sandavági, andaðist í Miami í Florida fríggjadagin, 68 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Bæði á tímiliga og andaliga økinum hevur John Høj víst nakrar sterkar síður. Altíð verið hóvligur í orð og tal, stillur, respekteraður, umhug­ sin, dugnaligur leiðari, góður í ráðum og undangongu­ maður í mongum lutum. Á markinum millum Vág og Vágsheyg, kann John, saman við Fíu, sita í hugna­ liga heimi teirra mitt í býn­ um, í einum umhvørvi, har hópin av hendingum eru farnar fram, og hyggja aftur á eitt gróðrar­ og eydnuríkt lív við góðum børnum, abba­ og børnum, langabba­ og langommubørnum og eydnusomum familjulívi. John er einkarsounur Jac­ ob Adrian Høj, sum kom av Strondum og Ebbu, sum er fødd og uppald í bóndahúsin­ um, Innistovu, niðri í Vági. Stóri áhugin hjá John til tilfeingið í havinum ger, at hann framvegis er á Árna­ fjarðarvík, saman við systkj­ unarbarninum Ejlev í Vági, setur og tekur upp humm­ ararúsur, tá veðrið er til tað. Tolin, sum hann er og vit­ andi, at fiskivinnan er ójøvn, er sjálvsagt ymist sum dagarnir roynast. Langa og virksama lívs­ leið hansara kom at verða litað av gjøgnumhugsaðum støðutakanum, at geva ráð, at hava gott, álítandi og eyð­ mjúkiligt samband við fjøld av arbeiðsfólki, eins væl og stjórar og nevnd í felagnum, hann kom at arbeiða fyri. Lat beinanvegin verða nevnt, at ein av týdningar­ miklu súlunum undir hepna lívi hansara hevur verið hansara andaliga skynsemi, umhugsni og at hann kom til trúgv á Harran, sum ungur. Hesin veruleiki varð við til at evna lív hansara til tað, hann hevur verið: stillur, respekter­ aður, umhugsin, hollur í ráð­ um, dugnaligur leiðari og undangongumaður í mong­ um lutum. – Stutt sagt ein hendinga álitsmaður! Hann hevur í stóran mun tikið lut í arbeiðinum í Bet­ esda, har hann frá ungum árum bæði hevur talað, ver­ ið sunnudagsskúlalærari, sungið í kórinum og verið hollur arbeiðsmaður og røkt­ ari í Guds­ríkisins urtagarði. Út í arbeiðslívið Eftir lokið realprógv í 1946 fór John í handilin á Stong­ unum hjá Kjølbro, har kom hann at arbeiða undir Palla Marsteen (Havnarpalla). Í hesum umhvørvi lá eitt av stóru arbeiðsplássunum í landinum tá. Í 1949 kom hann á høvuðsskrivstovuna hjá Kjølbro. Eftir tveimum árum har, bað Ewald Kjølbro, stjóri, hann ein dagin koma inn á skrivstovuna til sín. Ewald kendist álvarsamur. Leiðsl­ an, saman við týska leiðaran­ um, Lammers, á hermetikk­ virkinum, høvdu tá eygleitt John í eina tíð, og vóru samd­ ir um, eftir skiftandi stjórar í fýra ár, var neyðugt at fáa “ein av okkara”, sum Ewald tók til, fyri at fáa ein betri kontinuitet, og teir í felag ivaðust ikki, eftir ráðum frá Lammers, at John Høj var rætti maðurin. Hetta kom sanniliga eisini til sjóndar í verki í komandi árum. John gjørdist ein fong­ ur fyri felagið, fyri Klaksvík og vinnuna á landi í samfel­ agnum og kom at verða nógv virdur millum líkar. Her fekk John Høj sína útbúgving, samstundis sum fyritøkan bjóðaði seg til at rinda víðari útbúgving hans­ ara í Noregi og lutvíst í Týskalandi. Fekk størv bjóðað í útlondum Hann gjørdist Kjølbro álít­ andi leiðari, og hóast hann fekk onnur og góð tilboð úr útlondum, eitt nú frá Esper­ sen í Hirtshals, varð hann verandi í fyritøkuni øll árini. Hann “varð verandi í landin­ um”, sum skrivað stendur. Hann gjørdist leiðari á flaka­ virkinum í 1965, kom í nevndina fyri Kjølbrofyritøk­ una og var trúgvur í verki. Eisini kann skoytast uppí, at samstundis, sum hann var leiðri á flakavirkinum hjá JFK, keyptu hann og sonurin, Jógvan, flakavirkið í Árnafirði og gav tí navnið Norðurfisk. Her var brotið upp úr nýggjum, við roynd­ um og serstøkum fiskavør­ um. Hetta var helst einasta, ella, eitt av heilt fáu virkj­ unum, sum hóðraði undan kreppuni í nítiárunum! Fær góða familju Í 1954 giftist John við Fíu, dóttir Jógvan Isaksen (Billu­Jógvan), ættaður úr Leirvík og Onnu, sum kom úr Uppistovu á Trøllanesi. Hetta var heilt øðrvísi heimur hjá einum stillførum einkarbarni av Vágsheygn­ um, tí í húsinum úti í Brekk­ uni vóru tey ikki færri enn 7 systkin, 5 gentur og 2 dreing­ ir. Har gekk prátið væl við livandi og einum spennandi orðaskiftið. Fía hevur verið John ein góð kona við síni sjarmu og lættleika, sum eg haldi kom væl við hjá hesum stillføra drongi, fyri at siga, sum er, og hóast hon ikki altíð livir so væl, er nógv fólk komið har á gátt, og gestablídni hev­ ur ígjøgnum tíðirnar eyðkent tey. Fía og John fingu trý børn, Ebba, sum er gift við Jens Andreasen, búgva í Havnini, Jógvan, giftur við Sonju og Joan gift við Jan. Hesi bæði seinnu búgva í Klaksvík. Her flokkast ommu­ og abbabørn um tey og lang­ ommu­ og abbabørn. Ein sunn og eydnurík familja, hevur hetta verið, har onkur hevur tikið við uppgávuni eftir John, bæði í annað og triðja lið í fiskivinnuni, har tey hava gjørt seg galdandi. Hóast John nú fyllir 80, er hann dagliga áhugaður í gongdini í fyritøkuni Norð­ fra, sum Jógvan, sonurin, Ester abbadótturin og Allan maður hennara eiga. Eingin ivi er um, at John fer at eiga sín týdningarmikla lut í søguni um fiskavirkis­ vinnuna bæði í Klaksvík og Árnafirði og í Norðoyggjum sum heild, har nýbrot hevur ligið honum á sinni. John, tær verður ynskt hjartaliga tillukku við 80 ára føðingardegnum 25. novem­ ber, og at signing Guds framvegis skal hvíla yvir tær, Fíu, og fjølskyldu tíni. Tað hevur verið ein heið­ ur at kent teg og ein gáva at kunna hava tosað við teg og av og á fingið ráð frá tær hóast vit eru ólíkir. Bestu heilsanir Jógvan við Keldu við fjølskyldu John Høj stjóri og virkisleiðari 80 ár John og Fía Høj í góðum árum Prógv Sólfríð í Króki hevur í oktober 2008 lokið prógv í MA in Strategic Tourism Management á Manchester Metropolitan University 70 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður Sólrun Lómstein, á Toftum, 70 ár. Føðingardagin eru øll vælkomin til sangløtu í Nebo á Toftum kl. 19. 80 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður John Høj, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Bøgøtu 2, frá kl. 17­23. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Hósdagin 26. nov. verður Jana Poulsen, vanliga nevnd Jana í Garði, Strendur, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Maritu á Fríðufløtum 2, frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Mikudagin 25. nov. verður Fredrik Jacobsen, Klaksvík, 90 ár. Dagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómansskúla, Garðavegur 11, leygardagin 28. nov. frá kl. 16. Silvurbrúdleyp Sunnudagin 18. okt. høvdu Birgit og Hanus Hansen, klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 12. des. kl. 19 í Badmintonhøllini í klaksvík. Tey sum ynskja at gleðast saman við silvurbrúðarparinum, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 227479 ella 455592. Ella við at skriva til: bsh@ post.olivant.fo áðrenn 3. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 24. nov. hava hjúnini Oluffa og Niels Andreasen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verur hildin í K.F.U.M & K Klaksvík, fra kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Gullbrúdleyp Leygardagin 5. des. kunnu hjúnini Edith og Páll Klettskarð, í Haraldssundi, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum í Haraldssundi í millum kl. 12 og 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, eru hjartaliga vælkomin. Diamantbrúðleyp Fríggjadagin 4. des. hava Kirsten og Daniel Næs, Hvalba, diamantbrúðleyp. Tey, sum vilja heilsa uppa diamantbrúðarparið eru vælkomin hjá Monu og Eliesar, Toftavegur 15, frá kl. 14­19. Diamantbrúðleyp 30. nov. hava Paula og Peter F. Christiansen verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin 29. saman við børnunum á Jagtvej 213, 7­4, 2100 København Ø. merkisdagar Dagurin 24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300. Halgisøgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum varð tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)