Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 24. november 2009 15 nøvn Tú ert ikki millum okkum meira, men í tonkum mínum ert tú mangan. Ja, kvøldið fyri tosaðu vit saman í telefon, og lítið vardi tað meg at hetta skuldi verða seinastu ferð, vit báðir tosaðu saman. Um morgunin hin 13. oktober heilsaðust vit, áðr­ enn farið var til verka hendan dagin. Seinni bleiv eg ringdur upp og fekk tey tungu boðini, at tú ikki longur vart ímillum okk­ um, og at tú hevði verið fyri syrgiligari vanlukku. Tú fekst við tað, tær dámdi væl. Tá hesi tungu boð bórust mær, reikaðu tankar mínir víða um. Eg havi kent teg sum ein góðan vin og nábúgva í 37 ár. Og ígjøgnum hesi ár hava vit havt manga góða løtu saman. Tað var altíð hugaligt at tosa við teg, bæði tá tað snúði seg um álvara og gaman. Serliga sita tær løturnar fastar, tá tú sat á trappuni og rullaði tær eina samson. Tá var tað ikki so sjáldan, at tú ikki visti okkurt skemtiligt at siga frá. Tí hittinorðaður og skemtingarsamur vart tú, hetta eru løtur, sum eg ongantíð komi at gloyma. Vit nábúgvar, ið kendu teg, vita hvat tað er, at missa teg og kenna saknin eftir teg. Hugsi um tykk­ um, Jastrid, Nicolinu og Dianu við familju. Má Harrin styrkja tykkum. Tú helt hondina yvir teimum, sum ikki høvdu tað so lætt í skúlanum, og høvdu brúk fyri eini ser­ ligari hjálp – hetta fekst tú eisini eitt heraklapp fyri. At tú ikki vildi lata nakr­ an standa uttanfyri, havi eg eisini kent uppá mín kropp. Eg minnist, at eg sum ungur drongur stóð einsamallur niðri á Støðni og hugdi, meðan bátarnir fóru eftir høgguslokki. Tá tú rópti: ”Jóhan Pauli kom tú við mær, tú skalt ikki standa einsamallur eftir”. Tú hevur lært meg mangt og hvat. Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin Ásmund Lamhauge. Jóhan Pauli Minningarorð um Ásmund Lamhauge Í morgin, mikudagin 25. november, verður Sólrun Lómstein á Toftum 70 ár. Sólrun er væl kend á Toftum, har hon saman við manninum í mong ár rak handilin hjá Pidda. Foreldrini hjá Sólrun vóru Betty og Petur Skaale á Toftum. Tey fingu tvær døtrar. Sólrun var tann eldra, og Betty, sum er gift Jógvani við Keldu í Klaks­ vík, var tann yngra. Mamm­ an doyði, tá ið hon hevði átt Betty, og hon er uppkallað eftir mammuni. Piddi var 93 ára gamalur, tá ið hann doyði í 1999. Hann búði fyri seg sjálvan, men Sólrun og hennara vóru serliga nógv um hann. Sólrun vaks upp mitt í meldrinum á Toftum. Pápin hevði handilin og postin, og harvið kendi hann eisini ábyrgd fyri mjólkabátunum, sum við farmi og fólki sigldu millum Havnina og Skálafjørðin. Mest sum alla sína tíð hevur Sólrun verið við í virkseminum hjá páp­ anum, og í meiri enn 35 ár róku hon og maðurin handil­ in, sum tey seldu fyri fáum árum síðani. Sólrun var ikki meiri enn stór smágenta, tá ið hon fór at spæla í sunnudagsskúlan­ um, og í meiri enn eina hálva øld hevur hon spælt til møtini í salinum. Ivaleyst eru tey fleiri, sum komast við plátuna, sum Sólrun Skaale og Oddmar Færø sungu fyri mongum árum síðani. Eitt nú sungu tey Lítið barn sum meg. Sólrun fylgir væl við í samfelagnum, hon er fam­ iljukær, hevur serligt hegni at taka sær av fólki, og hon er sera góð við heimstaðin. Eitt nú hevur hon verið virk­ in í fornminnisfelagnum og bygdasavninum á Toftum, síðani tey vórðu sett á stovn. Í 1967 giftist Sólrun við Hanusi Lómstein, sum er ættaður úr Syðrugøtu. Tey bygdu uppi á Hamri, og tey eru mong, sum hava sitið væl inni hjá teimum. Sólrun og Hanus eiga fýra børn, sum øll eru gift og eiga børn: Betty býr í Keyp­ mannahavn, har hon er farmaseutur, Erla er trú­ boðari í Onglandi, Gurðun er trúboðari í Russlandi, og Andrass býr í Keypmanna­ havn, har hann er lærari. Sólrun eigur tólv ommubørn ­ tríggjar gentur og níggju dreingir. Eftir at tey góvust at handla, búðu Sólrun og Hanus eitt skifti í Keyp­ mannahavn. Fyrr í ár fluttu tey aftur til Toftir, har tey trívast væl, og tey eru mong, sum fegnast um, at tey, eftir at hava verið í útlegd og tætt upp at børn­ um og barnabørnum, nú eru komin aftur á rókina. Mikudagin 25. november klokkan 19 verður sangløta í Nebo, har øll eru hjartaliga vælkomin. J Sólrun Lómstein 70 ár Tøkk Hjartana takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði maður, pápi, beiggi, mammu- og pápabeiggi Andrias Nolsøe so brádliga andaðist og varð jarðaður. Takk til prestarnar Berg D. Joensen og Símun Jacobsen fyri troystarrík orð. Takk til organist, kirkjutænarar og sangarar. Takk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir. Takk øll, sum hjálptu til við ervinum. Takk øll, sum sýndu honum seinasta heiðurin í kapellinum í Havn og sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna, Jón Eli, Annika, Hjørdis og Jens Pauli við fam. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaði bróðir og mammubeiggi Sæbjørn Poulsen so brádliga andaðist og varð jarðaður. Tann til Ann G. Hansen fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar. Takk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir. Takk tit, sum hjálptu til við ervinum. Ein serlig tøkk fer til Lisu Nolsøe. Takk øll tit, sum sýndu honum seinasta heiðurin í kapellinum og sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna, Óli Jóhannes, Marita, Jón Eli og Annika Tann 28. november 1939 bleiv Asbjørn Ejdesgaard borin í heim á Eiði. Foreldur hansara vóru Anna og Clem­ ent Ejdesgaard. Asbjørn er næstyngst av seks systkjum, fýra beiggjum og tveimum systrum. Síðan 1996 hevur Asbjørn havt bústað á Sambýlinum í Runavík og trívst hann væl millum sínar líkar. Meðan Asbjørn enn var búsitandi á Eiði, syrgdi hann fyri í eini 20 ár, at flaggið bleiv vundið á stong í kommununi, og síðan hann flutti til Runavíkar hevur hann eisini røkt hesa uppgávu fyri ymiskar fyri­ tøkur, so sum Shell, Sjó­ mansheimið og Røktarheim­ ið og aðrastaðni. Asbjørn hevur sítt dagliga yrki á Verkhúsinum Stíggi um dagarnar og gongur til og frá sínum arbeiði, har honum dámar væl. Asbjørn heldur sín 70 ára føðingardag í Kvinnufelags­ húsinum á Glyvrum leygar­ dagin 28. november millum kl. 14.00 og 18.00. Við hesi føðingardags­ heilsan vilja vit ynskja Asbjørn hjartaliga tillukku við tí stóra degnum og ynskja honum nógv góð ár framyvir. Vit øll á Rúnarvegi Til Asbjørn Ejdesgaard á 70 ára degnum