Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 225 - 24. november 2009 Politikarar, haldið fingrarnar burtur frá allari detailstýring av málinum, latið fakfólk gera tað arbeiðið, tí tað duga tey betur enn tit. Brúkið tit orkuna upp á at stinga út í kortið ein framskygdan málpolitikk og gerið tað møguligt at fremja hann í verki við at betra umstøðurnar hjá málnevndini Málkjak Jógvan í Lon, form. í Málnevndini Er títt typuhús norskt og títt sjónvarp japanskt Tað tú hoyrir og sært tað er danskt, amerikanskt Hvat er tað sum bagir, hvørjum endar tað við Sig mær fáa vit føroyingar ongantíð frið Hóast Kári P. ikki gevur nakað svar, so man hann vita svarið. Tað eru ikki bara norsk typuhús og japonsk sjónvørp, vit innflyta, tað er eisini donsk og ameri­ konsk mentan. Hvørjum endar tað við? Ja, tað viti Várharra. Fáa vit ongantíð frið? Helst ikki. Í sambandi við at tað í ár eru 190 ár, síðan V.U. Hammers­ haimb var borin í heim, fari eg í stuttum at hugleiða um tær yvirskipaðu fyritreytirnar, sum málnevndin fer at fáa at virka undir í framtíðini. Og eg fari at gera tað á tann hátt, at eg taki útgangsstøði í tveimum fyri­ brigdum, ið fram um alt mynda grundtreytirnar ella korini fyri okkara tilveru. Hesar fyritreytir eru alheimsgerð og sein moderni­ tetur. Málgarðar rapa Alheimsgerð og seinmodernitetur eru tvey fyribrigdi, sum ofta verða nevnd í sambandi við tíð­ ina, vit liva í. Anthony Giddens (2001) sigur, at alheimsgerðin er ein røð av ymsum tilgongdum. Alheimsgerðin er politisk, tøknilig, mentanarlig og búskaparlig, og hon ávirkar á nógvum økjum, t.d. lívshátt, familjumynstur, politikk, búskap, umhvørvi, arbeiðsmarknað, átrúnað og ikki minst mál og mentan. Giddens vísir á, at lokalar tjóðskaparrørslur taka seg upp sum aftursvar til alheims­ gerðina. Purisman kann tulkast sum ein slík lokal tjóðskapar­ rørsla, sum hevur til endamáls at royna at varðveita nøkur av teimum tjóðskaparligu eyð­ kennunum. Alheimsgerðin kennir eingi mørk. Hon er markleys. Teir málsligu marknagarðarnir eru niðurrapaðir, og statirnir eru fiktiónir. Alheimsgerðin hevur ongantíð bankað so hart á dyrnar sum nú, og tí kunnu vit ikki látast sum um vit ikki hoyra dukini. Hurðin verður í øllum førum opnað, antin innanífrá ella uttanífrá. Gera vit tað ikki, gera onnur tað fyri okkum. Tað nyttar ikki at læsa, tí so verða vit taparar. Nei, harafturímóti eiga vit at opna hurðina fyri enskum, samstundis sum vit innanveggja leggja alla orku í at styrkja móðurmál okkara. Í grundini eru ongar dyr og eingi mørk; í tí alheimsgjørda samfelagnum eru allar byrgingar burtur, tað er frí atgongd. Tí mugu vit styrkja føroyskt, samstundis sum vit læra enskt væl og virðiliga. Vit mugu brynja okkum til hart stríð á tveimum hermótum: bæði at geva móðurmálinum góð kor, samstundis sum vit mugu læra okkum at liva við, at enskt er allastaðni og alla tíðina. Hetta er tað, ið á donskum verður kallað parallel sproglighed (vit kundu kallað tað fyri javnmæli), sum er ein tvísporað strategi, har ið vit styrkja móðurmálið, uttan tó at niðurraðfesta t.d. enskt. Enski kavabólturin Í dag verður enskt ikki bara uppfatað sum fyrsta fremmanda­ mál, men eins nógv sum annað málið í eini altjóða tvímálsligari støðu. Kunnu vit hugsa okkum eina støðu, har øll tey evropeisku samfeløgini eru tvímálslig? Ja, men søgan vísir okkum, at har verður annað málið við yvirlutan, og tað er ikki ringt at spáa um, hvat tað verður við teirri støðu, sum enskt/amerikanskt hevur í heiminum í dag. Kappingin við enskt verður ongantíð á jøvnum føti. Vit kunnu í dag staðfesta, at enskt er vorðið tað vanliga nýtta málið innan handil, ferða fólka­ vinnu, fjølmiðlar, ítrótt, vísindi, tøknifrøði og serstakliga innan altjóða elektronisk kunningar­ tøkni og mong onnur øki. Hetta eru dømi um tað, sum á enskum verður kallað ”the expanding Latið málnevndina ” Tað finst eingin granskingarstovnur í Føroyum, sum regluliga fylgir við málsligu menningini av føroyskum í dag! Og tað er sera, sera óheppið. ” Málbroytingar henda alla tíðina í einum livandi máli, og slíkar málbroytingar eru ikki endiliga málspillur.