týsdagur 24. november 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 225 - 24. november 2009
17
circle”, t.e. fyritøkur, felags
skapir og deildir, har fólk úr
ymsum londum arbeiða saman
við enskum sum arbeiðsmáli.
Úrslitið verður eitt slag av
kavabólteffekt: tess meir enskt
verður nýtt og tess fleiri funk
tiónir tað fær, tess størri verður
prestisjan, og tess størri verður
tørvurin at ogna sær førleika í
hesum máli.
Men hvat verður úrslitið?
Lutvíst málsligur økismissur og
lutvíst tað, at tøknilig frøðiorð
ikki verða tøk á øðrum málum
enn enskum. Tað kann enda við,
at tey evropeisku málini eru í
vanda fyri ikki at verða ment
natúrliga á øllum økjum. Og
hetta síggja vit dømi um í Før
oyum. Førleikin og menningin av
føroyskum yrkismáli er um at
hvørva, menningin á onkrum
økjum er longu steðgað upp, og
til endans kunnu vit nóg illa orða
okkum á tí ella tí økinum. Ein
liður í at skriva á føroyskum er
eisini menningin av føroyskum
yrkismáli, og verður ikki skrivað
á føroyskum, hvørvur tann
motivatiónin sjálvandi. Tað besta
fyri at styrkja eitt mál, er at nýta
tað, og tað á so nógvum økjum
sum gjørligt.
Málsligir vaktarhundar
skulu bjóða av
Í samfelagsfrøðini verður tann
tíðin, sum vit liva í nú, nevnd
seinmodernitetur. Tað er torført
at siga, nær hetta tíðarskeiðið
byrjar, men antropologurin
Firouz Gaini sigur, at í Evropa
verður skiftið til tað sein modern
aða samfelagið oftast tíðarfest til
sekstiárini. Tað, sum fyrst og
fremst eyðkennir seinmoderni
tetin, er tann mentanarliga
moderniseringin í miðla heimin
um og innan nýmótans kunn
ingar tøkni. Tað eru nógvar aðrar
broytingar, sum koma til sjóndar
í seinmodernitetinum, t.d. tað at
hugsjónir, siðir og siðvenjur
vikna í hesum tíðarskeiðinum.
Fólk kenna seg minni bundin at
staði, stætt, ætt, átrúnaði og
øðrum. Tey kenna seg fríari í
sínum valum. Firouz Gaini
nevnir individualiseringina sum
eitt eyðkenni fyri seinmoderni
tetin. Hann sigur: “Individuali
seringin, eyðkenni fyri sein
modernitetin, hevur gjørt tað til
eina persónliga refleksiva verk
ætlan at skapa sær ein mentanar
ligan samleika”. Og so sigur
Gaini nakað, sum eisini hevur
týdning í málsligum høpi, at:
“Samleiki er í dag ikki nakað,
sum tú eina ferð ognar tær og
sum síðan liggur fast”, og hann
nevnir síðani, at tað, sum fyrr
varð roknað sum ein óbroytiligur
kjarni í persónmenskuni, nú kann
broytast eftir tí ytra samtekst in
um.
Hetta eru treytirnar, og tað er
undir hesum treytum vit mál
politikarar skulu virka, og tað er
undir hesum treytum ein mál
polititikkur skal vaksa fram og
fáast at virka. Hesar sam felags
ligu treytir gera ein virknan
málpolitikk til eina veruliga
avbjóðing. Spurningurin er nú,
um tað yvirhøvur gevur meining
at hava eina málnevnd, sum skal
arbeiða undir hesum ytru
umstøðunum við alheimsgerð og
seinmoderniteti. Ja, sjálvandi ger
tað tað, men arbeiðsumstøðurnar
eru ikki tær bestu við niðurrapl
aðum tjóðskaparligum markna
gørðum og við einum reflek
sivum seinmoderniteti, har allar
tjóðskaparligar siðvenjur sveima
í leysum lofti, og har tann ein
staki myndar sínar egnu sam
leikar. Vit mugu bara taka støði í
hesum veruleika og arbeiða út
frá honum. Hetta eru tær ytru
umstøðurnar ikki bara hjá
føroysku málnevndini, men hjá
øllum málsligum vaktarhundum
kring um í heiminum. Í staðin
fyri at kasta handklæðið í ringin,
skulu vit bretta upp um armar og
bjóða av.
Einsamallur í mál
handlinum
Føroyska málnevndin varð skip
að í 1985. Hon fekk eina lítla
upphædd á fíggjarlógini til at
løna einum skrivara. Og fram
vegis situr skrivarin einasamallur
á síni skrivstovu á Debesartrøð,
og hesin skrivari skal stutt sagt
gera alt: Taka telefonina frá kl.
9.0016.00, svara teldubrøvum
millum 916, fyrireika fundir hjá
málnevndini, kalla inn til fund,
skriva fundarfrásøgn, fylgja
málum upp, hava samskifti við
norðurlendskar nevndir, flyta
limunum í málnevdini fundar
pengar, dagføra heimasíðuna,
skipa fyri ráðstevnum og
fundum, hjálpa til við fakorða
listum o.s.fr. o.s.fr. Tað er við
øðrum orðum skrivarin, ið
einsamallur stendur í handlinum,
har øll eru vælkomin at ringja og
skriva, uttan at nakað taksametur
fer í gongd. Og hon verður dúg
liga brúkt, einir 700 fyri spurn
ingar koma inn um árið.
Tað var eitt nýbrot og eitt
framstig í 1985, tá málnevndin
varð sett á stovn, men nú í 2009
er tíðin farin frá henni. Mál
nevndin fyllir 25 næsta ár, so tá
ynskja vit okkum eina dagførda
lóg í føðingardagsgávu. Reglu
gerðin fyri málnevndina er ikki í
samsvari við tíðina longur. Hon
er í nógvar mátar ein anakron
isma. Tað verður m.a. sagt, at
málnevndin er málrøktar og
málverndarstovnur, og hon skal
geva landsstovnum og almenn
ingi ráð og upplýsing um før
oyskt mál, og tað er alt í besta
lagi. Víðari stendur, at mál
nevndin skal savna og skráseta
nýkomin føroysk orð. Hetta er í
roynd og veru ein granskingar
uppgáva, sum ongantíð hevur
verið framd. Í 25 ár hevur
málnevndin ikki livað upp til
lógarinnar bókstav, og tað kann
vera álvarsamt. Grundin er tann
einfalda, at málnevndin hevur
ikki fólk til at taka sær av hesari
uppgávuni. Eg fari at loyva mær
at siga tað hart her: Tað er eingin
granskingarstovnur í Føroyum,
sum regluliga fylgir við málsligu
menningini av føroyskum í dag!
Tað er sera, sera óheppið. Skal
hesin parturin lúkast – og tað
haldi eg hann skal krevjast
fleiri málfrøðingar á málstovuna.
So míni ráð til politikararnar eru,
at málnevndin verður styrkt við
fleiri málfrøðingum bæði í
nevndini og á málstovuni. Tað
má vera samsvar millum tær
uppgávurnar, sum Mentamála
ráðið leggur á málnevndina og so
manningina, ið skal taka sær av
hesum uppgávunum. Og sum
nevnt eigur alt lógargrundarlagið
undir málnevndini at verða
endurskoðað.
Hvat er málspilla?
Og so standa tey víðakendu
orðini, um at málnevndin skal
hava eyguni eftir málspillum.
Her er sperðil í retorikkinum. Vit
kunnu umtala skeivan málburð
við øðrum minni negativum
orðum og á tann hátt fáa ein
jaligari hugburð til málnevndina.
Tí hvat er ein málspilla? Meinast
tað við málbroytingar? Mál
broytingar henda alla tíðina í
einum livandi máli, og slíkar
málbroytingar eru ikki endiliga
málspillur. Ella meinast tað við,
at vit skulu forða fyri at málið
broytist? Tað gerst heilt einfalt
ikki. Reglugerðin sigur eisini, at
málnevndin skal svara spurning
um um ivamál viðvíkjandi
fólkanøvnum og staðanøvnum.
Her hevur tíðin lagt reglugerðina
aftur um seg, tí nú hava vit eina
fólkanavnanevnd, sum tekur sær
av fólkanavnaspurningum, og ein
staðanavnavnanevnd er komin í
eygað. So tað er heilt týðiligt, at
broytingar mugu gerast í
reglugerðini fyri málnevndina.
Og so er tað alt tað, sum ikki
verður nevnt í reglugerðini. Har
verður m.a. ikki eitt orð grett um
tann yvirskipaða málpolitikkin í
samfelagnum. Í altjóðagerðini og
seinmodernitetinum hevur tað
sera stóran týdning at hava ein
yvirskipanan málpoltikk fyri á
tann hátt at royna at forða fyri
málsligum økismissi. Mál
nevndin má arbeiða við tí yvir
skipaða málpolitikkinum í sam
felagnum, og tann yvirskipaði
málpolitikkurin skal stinga út í
kortið, hvørji mál vit sum
samfelag eiga at seta okkum á tí
málsliga økinum í framtíðini. Og
hvørji eru so tey yvirskipaðu
málini, sum vit eiga at taka støðu
til? Jú, tað er m.a. ein so ein
faldur spurningur sum: Hvørja
støðu skal føroyskt mál hava í
Føroyum? Tað er alneyðugt at
seta sær nøkur mál fyri, hvussu
vit styrkja og menna føroyskt
mál, nú altjóðagerðin í alt størri
mun myndar tær grundleggjandi
fyritreytirnar. Tað er alt í lagi, at
málnevndin skal hjálpa til við at
gera nýggj orð og veita fjøl
miðla fólki og almenningi góð
ráð og vegleiðing um góðan
málsligan atburð. Men tað er
bara ikki nóg mikið.Vit mugu
inn at tryggja føroyskum tann
rætt, tað skal hava sum tjóðarmál
í Føroyum. Hvørjum líkist tað, at
sjónvarp Føroya virkar sum ein
endursendingarstøð fyri danskar
sendingar? Eg veit ikki, hvussu
nógv fólk kenna til Øravíkar
skjalið. Tað er nú ikki so løgið,
um tey ikki kenna tað, tí tað er
eitt av hesum mongu skjølum við
bjørtum visjónum, sum síðani
fingu ta lagnu at enda niðast í
onkrari skuffu, og sum helst
ongantíð verður latin upp aftur.
Men Øravíkarskjalið er undir
skrivað 15. november 1997 í
Øravík í Suðuroy. Henda ætlan
sigur – og haldið tykkum nú fast
– at 1. januar 2001 skuldi ein
triðingur av teirri samlaðu sendi
tíðini í sjónvarpinum vera
føroyskar sendingar. Og víðari:
1. januar 2003 skuldi helvtin av
allari senditíðini vera føroyskt
framleiddar sendingar. Og víðari
stendur, at 1. januar 2003 skuldu
allar útlendskar sendingar verða
tekstaðar til føroyskt. Hvussu
nær eru vit hesum máli? Ja, vit
hava ongantíð fyrr verið so langt
burtur frá hesum máli sum júst
nú. Men latið okkum nú taka
hetta í álvara og gera nakað við
tað.
Tørva rættskrivingar
orðabók
Eg nevni hetta sum dømi um
vantandi yvirskipaðan mál
politikk. Hvat høvdu danir sagt,
um DR ella TV2 sendu týskt
framleiddar sendingar við týskari
talu og týskum undirtekstum til
tann danska hyggjaran? Hvat
hjálpir tað, um vit duga at seta ð
á rætt stað, um allur málpolitikk
urin liggur í skeljasori? Her
mugu politikararnir á vøllin og
tryggja okkum teir fíggjarligu
karmarnar.
Tað hevur týdning at fyribyrgja
málsligum økismissi, tað at
føroyskt mál verður valt frá á
ymsum samfelagsøkjum. Í sjón
varpinum verður føroyskt mál
valt frá í stórum parti av
sendingunum, í staðin hoyra vit
danskt og enskt og lesa danskar
undirtekstir. Her er kanska ikki
talan um økismiss, tí vit ikki
hava havt føroyskt á hesum økj
um, men kanska heldur er talan
um økismisrøkt, men úrslitið
verður tað sama: Eitt fremmant
mál verður nýtt, har ið føroyskt
av røttum átti at verið nýtt.
Vit málpolitikarar, sum hava
verið í hesi bransjuni nú í nøkur
ár, vita, at tað ofta er langt
millum snapsirnar. Tó kunnu vit
gleðast um í hvussu er eitt fram
stig: Lýsingarmarknaðurin er nú
reguleraður við lóg. Tað næsta
verður vónandi eitt málráð, sum
millum sínar fyrstu uppgávur, fer
undir at gera eina føroyska
rættskrivingarorðabók. Eg skal
vera tann fyrsti at viðganga, at
málnevndin átti at verið tann
ringa samvitskan hjá politikar
unum í málspurningum. Men
stutt sagt, so er ikki tann neyðuga
arbeiðsorkan tøk til at hanga nóg
fast uppi í velinum á politikar
unum. Og her koma vit aftur til
tann trupulleikan, at málstovan er
undirmannað og hevur tí ikki
orku til annað enn ta dagligu
ráðgevingina, og tessvegna liggur
arbeiðið við framtíðarvisjón un
um á láni.
Hvat er tað, sum ger, at vit
kunnu kalla okkum føroyingar?
Tað er fyrst og fremst tað, at vit
sleppa til arbeiðis
”
Hvørjum líkist tað,
at sjónvarp Føroya
virkar sum ein
endursendingarstøð fyri
danskar sendingar?
”
Mín bøn til politikararnar
skal vera: Latið mál
politik ararnar sleppa at
avgera spurningin um
stavraðið, og brúkið tit
heldur orkuna upp á at
orða ein yvirskipaðan
málpolitikk.
”
Stavraðið hevur fyrst og
fremst ein praktiskan
týdning: tað skal
skjalprógva hvørjir stavir
verða brúktir í føroyskum
og vísa raðfylgjuna av
teimum.
”
Hvat hjálpir tað, um vit
duga at seta ð á rætt stað,
um allur málpolitikkurin
liggur í skeljasori?
”
Einki taksametur fer í
gongd, tá fólk ringja til
málnevndina, sum fær
einar 700 fyrispurningar
um árið
Framhald á næstu síðu