Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 225 - 24. november 2009 hava egið mál. Politikararnir tosa á føroyskum, men ógvuliga sjáld an um føroyskt. Í visjón 2015 verður nógv sagt á føroysk­ um, men lítið um føroyskt. Tað at vit yvirhøvur kunnu siga nakað á føroyskum er treytað av, at vit eisini siga nakað um føroyskt. So einfalt er tað, og her vænta visjón ir í ólukkumát. So kæru politikarar, eg fari at minna tykkum á, at tað at hava sítt egna mál ikki er nøkur sjálvfylgja, og skulu vit hava eitt livandi og funktionelt mál, krevst, at tað eru fólk, sum arbeiða við tí professio nelt. Gevast ikki Politikararnir ríða sjáldan sama dag, sum teir saðla. Í desember 2007 kom eitt álit út um almenn­ an føroyskan málpolitikk; álitið kallast Málmørk. Nú tvey ár eftir, hevur hetta álitið ikki fingið politiska viðgerð í tinginum. Men tað ljóðar, at tað verður lagt fram fyrsta dagin. Sagt verður á fyrstu síðu í hesum áliti, at endamálið við tí yvirskipaða málpolitikkinum er at tryggja og menna støðið undir føroyskum máli og at tryggja føroyskum máli støðu sum fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum. Og støðið undir hesum arbeiði verður lagt við eini styrktari og útbygdari málstovu og við málnevnd, sum skal virka sambært dagførdari løgtingslóg. Eg sigi ikki, at málnevndin bara skal arbeiða við yvirskipað­ um spurningum, men tann spurningurin verður alt meira átrokandi, tá vit hugsa um altjóðagerðina og tað sein­ modern aða samfelagið. Mál er partur av virðisstiganum í einum samfelag – á sama hátt sum eitt nú bókmentir og list: Sumt verður hildið at vera betri enn annað. Tað verður hildið at vera smart, kul og nýmótans at nýta ensk orð, og tey, sum brúka hesi orð fáa samstundis hesi somu positivu virðir sett á seg, so tí er tað ikki so løgið, um nýtslan av enskum orðum vinnur fram. Hinvegin verða fólk, sum brúka heimlig orð í sínum máli, fatað sum bygdaslig, provinsiel og gammaldags, men álítandi. Hetta er ein søgulig sannroynd og ein av treytunum, sum málrøktin arbeiðir undir. Men vit gevast ikki á hendur. Tá vit í dag tosa um málið í sms’um, kjatti, netkjaki, face­ book o.s.fr. skal eg skunda mær at siga, at málnevndin skal halda fingrarnar langt burtur frá hesum miðlunum. Tí so leingi talan er um privat, persónligt samskifti, liggur tað uttan fyri økið hjá málnevndini. Málnevndin skal savna seg um málið í tí almenna rúminum, og tað er t.d. á almenn­ um netsíðum, hjá Kringvarpin­ um, bløðunum, almennum stovnum o.s.fr. Stóra avbjóðingin Hóast føroyskt er eitt fáment mál, so eru tær málpolitisku uppgávurnar ikki minni – helst størri ­ enn í øðrum størri málsamfeløgum. Tá vit t.d. hugsa um kunningartøkni er øll navigatiónskunning á enskum ella donskum: Í telduspølum, fartelefonum, teldu forrit ­ um o.s.fr. Her er nógv arbeiði eftir at gera. Hvør er tað, sum skal taka um endan í øllum hesum spurningum? Tað er natúrligt, at tað er málnevndin. Men til tess at vera tann var­ hundur, hon av røttum eigur at vera, má hon styrkjast. Hon má fáa ta neyðugu arbeiðsorkuna, um tær uppgávur, sum mál­ nevndin eigur at røkja, skulu fremjast. Tann stóra avbjóðingin í fram­ tíðini verður at virka undir tí veruleika, at enskt er eitt mál við stórari prestisju. Í kanningum mínum av hugburði til enskt, spurdi eg míni heimildarfólk, hvat tey hildu, um nú allur heim­ urin hevði enskt sum móðurmál – 80 % hildu ikki, at tað var í lagi.. So spurdi eg, hvat tey hildu, um so var, at føroyskar fyritøkur fóru at brúka enskt sum arbeiðsmál. Her svaraði fjórði hvør, at tað var í lagi. At umleið 25 % eru samd í, at tað er í lagi við enskum sum arbeiðsmáli á føroyskum fyritøkum sigur mær, at hugburðurin til enskt kann vera rættiliga positivur í teimum “røttu” umstøðunum. Grund­ gevingarnar fyri at siga, at tað er í lagi við enskum sum arbeiðs­ máli á føroyskum fyritøkum, er altjóðagerðin: Tað er praktiskt at kunna nýta eitt altjóða mál, og so mugu vit heldur ikki gloyma, at tað gevur prestisju at kunna orða seg á enskum, bæði í skrift og talu. Hví síggja vit so nógv enskt á føroyskum kjatt­ og netkjaks­ síðum? Tað er tí at við at brúka enskt avdúkar tú tíni virðir, og málnýtslan vísir, hvussu tú vilt verða uppfatað/uppfataður. Latið fakfólkini sleppa framat Eg kann ikki enda uttan at koma inn á tað brimandi orðaskiftið um stavraðið. Í summar tók kjak seg upp um tað føroyska stav­ raðið. Her vóru tað politikararnir, sum gingu á odda. Mælt varð til at seta stavirnar c, x, q, z og w inn í stavraðið. Nú var málspurn­ ingurin vorðin politiskur, og tingfólk sluppu at breiða seg út um henda spurning. Alt gott um tað. Men hetta mál fær meg at hugsa um orðafellið, at man ikki sær skógin fyri berum trøum. Ein víðkan av stavraðnum merkir ikki nakra stavsetingarliga koll­ velting. Stavraðið hevur helst eitt vist signalvirði, sum vit ikki skulu síggja burtur frá, men tað hevur fyrst og fremst ein praktisk an týdning: tað skal skjalprógva hvørjir stavir verða brúktir í føroyskum og vísa raðfylgjuna av teimum. Men úrslitið av teirri politisku við­ gerðini var í lagi, tí at niður­ støðan var at geva landsstýris­ kvinnuni heimild at stovna eitt málráð. Mín bøn til politikarar­ nar skal tí vera: Latið málpolitik­ ararnar sleppa at avgera spurn­ ingin um stavraðið, og brúkið tit heldur orkuna upp á at orða ein yvirskipaðan málpolitikk, har tit greitt siga, hvat tit ætla at gera fyri at styrkja og menna tað føroyska málið, so tað kann standa seg í kappingini móti enskum og donskum og latið pengar fylgja við. Við hesum havi eg roynt at givið eitt boð upp á, hvussu eg síggi uppgávurnar hjá mál­ nevndini í framtíðini. Í stuttum: Politikarar, haldið fingrarnar burtur frá allari detailstýring av málinum, latið fakfólk gera tað arbeiðið, tí tað duga tey betur enn tit. Brúkið tit orkuna upp á at stinga út í kortið ein fram­ skygdan málpolitikk og gerið tað samstundis møguligt, at ein slíkur framskygdur málpolitikkur kann fremjast í verki og verður til bata fyri málið. Og tað gerst best við at betra umstøðurnar hjá málnevndini ella hvussu hesin stovnur fer at eita í framtíðini. Soleiðis kunnu vit brynja okkum at taka ímóti framtíðini. Í Sosialinum mikudag 17.11 er ein grein um lækna, floksformann og umboð fyri Miðflokkin á Føroya Løgtingi, Jenis av Rana, har hann sigur seg at hava prógvað, at Gud er til. Lata vit Guð fáa frið hesaferð, kunnu vit við­ gerða restina av greinini og hennara implikatiónir. Viðvíkjandi evninum er hann citeraður fyri at siga, at »Eg hugsi ofta um, hvussu nógv tað kundi spart samfelagnum, um vit púra sluppu undan heili­ vági. Hugsa tær, hvussu nógv vit kundu spart á fíggjarlógini.« Frá hesum citati og restini av greinini er púra greitt, at Jenis av Rana heldur, at øll sjúka kann lekjast við bøn og at øll líðing kann avhjálpast við at heita á Gud, um at gera tað fyri okkum. Jenis av Rana er alment settur lækni við ábyrgd fyri heilsuni hjá sínum patient­ um. Hesa ábyrgd skal hann røkja eftir besta yvirbevísn ingi og eg ivist onga løtu í, at hann ger júst tað. Trupul leikin uppstendur, tá hans ara yvirbevísningur ikki samsvarar við veruleikan, sum vit kenna hann. Jenis av Rana VEIT, at Gud kann grøða hansara sjúklingar, bara hann slepp ur at biða fyri teim­ um. Er hetta hansara uppfatan av læknagerninginum, og hevur hetta ávirkan á hans­ ara virki sum lækni, eigur tað at fáa alarm klokk urnar at ringja, bæði hjá hansara patientum og ikki minst avvarðandi eftirliti. Vandi kann vera fyri, at hann fylgir síni bestu sannføring og ordinerar bøn í staðin fyri heilivág, og kann gera óbótaligan skaða á tey, hann hevur ábyrgd av. Út frá pástandinum hjá Jenisi, um at Gud er til og aktivt grøðir sjúk, um vit bara biða fyri teimum, kunnu vit seta fylgjandi spurningar: Útskrivar Jenis minni heilivág enn aðrir læknar? Eru tey, sum hava Jenis sum kommunulækna, betri fyri enn onnur? Fáa patientar hjá Jenisi av Rana eina ørðvísi við­ gerð, enn aðrir sjúk lingar í Føroyum? Eg meti ikki, at tað er ikki í lagi, at Jenis av Rana blandar læknagerningin og religiøsa upplýsing saman. Og slett ikki tá talan ofta er um menniskju, sum eru í dýrastu neyð og tí góð­ taka alt teirra lækni sigur. Tá læknin so stendur við avgerðini millum lív og deyða hjá patientinum og spyr um teir skulu biða saman, eru tað nokk ikki nógvir patientar, sum hava yvirskot at nokta. Jenis av Rana er settur av tí almenna at vera lækni og ikki religiøsur vegleið­ ari, eins og fólk vanliga fara til lækna at fáa lækna­ liga hjálp og í kirkju ella samkomu at fáa andaliga hjálp. Hevur Jenis rætt í sínum pástandi, haldi eg at tað almenna skal taka avleið­ ing arnar beinanvegin, seta eitt lið av trúgvandi at biða fyri teimum sjúku og niður­ legga allar sjúkuviðgerð­ andi partar av heilsuverkinum. Trupulleikin hjá Løg­ manni at fáa fíggjarlógina 2010 at ganga upp, er tá loystur. Jenis av Rana grøðir fíggjarlógina 2010 Jón Joensen Rætting og umbering Í blaðnum í gjár prentaðu vit grein hjá Jón Joensen úr Lamba um Jenis av Rana og fíggjarlógina. Tíverri hava vit sett mynd av skeiva manninum – myndin var av Jón Joensen í Bø. Vit biða báðar umbera okkum mistakið! Blaðstj. … Latið málnevndina sleppa til arbeiðis Framhald av síðu 17