Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 225 - 24. november 2009 AtlAntsflog Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Tað er líka sum, at tað almenna átti eitt vodkatapparí og seldi tað til privatar íleggj- arar, og teir síðani vikuna eftir gjørdu tað ólógligt at selja brennivín í Føroyum. Soleiðis lýsir Parker Donham, sum er umboðsmaður hjá størsta privata partaeigaranum í Atlantsflog, Adrian Nosk- with, orð á støðuna, sum er íkomin við Atlantsflogi. Í mai 2006 gjørdi Føroya Løgting av, at ein triðingur av Atlantsflog skuldi ein- skiljast. Ætlanin var, at í fyrstu syftu skuldi bert ein triðingur einskiljast, og at ætlanin so seinni var at selja meira av felagnum. 33 prosent av felagnum vóru seld seint í 2007, og føroyingar í hópatali vóru villir eftir at seta pening í. Eisini útlendskir íleggjarar vóru áhugaðir, og millum teirra var Adrian Noskwith. Kendur í felagnum Tað munnu vera tey fægstu, sum kennast við navnið Adrian Noskwith. Í høpin- um hjá Atlantsflogi er hann tó ikki ókendur, tvørtur- ímóti. Sjálvur eigur hann feløg, ið eiga og útleiga flogfør og flogskiparar, og í okkurt um 10 ár hevur hann havt tætt samband við Atlantsflog. Hann kendi sostatt felagið sera væl, áðrenn hann gjørdi av at keypa 5 prosent av partabrøvunum í felag- num, sum svara til eina íløgu á umleið 17 milliónir krónur. - Okkum dámar væl felag- ið. Vit halda tað er eitt frá- líkt felag. Tað hevur eina 14 ára langa røð av yvirskotum. Tað hevur vaksið ógvusliga. Tað er ein veruligur dýrgrip- ur hjá Føroyum. Vit skilja, at tað eru nógv fólk her, sum halda, at tað skal vera alment, og tað er fínt. Men tað er ikki tað, sum varð sagt, tá vit keyptu partabrøv í felagnum. Tá vit, og hundr- aðtals føroyingar, keyptu partabrøv í felagnum, segði landsstýrið, at tað skuldi verða eitt privat partafelag. Um teir hava broytt hugsan, so noyðast teir at vera rætt- vísir móti partaeigarunum, sigur Parker Donham. Hvat er broytt? Summi hava kanska ilt við at skilja, hví privati parta- eigarin er ónøgdur við fram- ferðina hjá landsstýrinum, og serliga hjá Johan Dahl. Grundgevingarnar hjá privatu partaeigaranum eru greiðar. Í høvuðsheitum snúgva tær seg um, at síðan felagið varð einskilt, hevur landsstýrið flutt stórar inn- tøkumøguleikar úr flogfel- agnum og til Landið. - Landsstýrið lovaði tá, at tað fór at halda fingrarnar vekk frá flogfelagnum. Síð- an tá hava teir skift nevndina út, og sett sínar egnu menn ístaðin. Teir hava flutt toll- fríu søluna úr flogfelagnum og til floghavnina, sum er ein ógvuliga stór flyting av inntøku frá flogfelagnum og til landsstýrið. Teir hava skapt flogvallarmyndugleik- an [P/F Vága Floghavn, blm.], og vaksið ómetaliga nógv um avgjøldini, sum aftur er ein stór flyting av inntøkum frá flogfelagnum og til landsstýrið. Í veruleik- anum kann tað samanlíkast við, at tað almenna átti eitt vodkatapparí og valdi at einskilja tað, fyri síðan vik- una eftir at gera tað ólógligt keypa brennivín í Føroyum, staðfestir Parker Donham. Landið tikið ræðið á privatum pengum Úrslitið av íblandingini hjá Johan Dahl, landsstýris- manni í Vinnumálum, sum umsitur øll hesi málini, er greitt, sambært Parker Don- ham. - Í løtuni hava partabrøvini einki virði, eg haldi at okk- urt um 1000 partabrøv eru handlaði seinastu fimm mánaðirnar. Eingin í verðini fer at keypa tey partabrøvini, sum vit hava, ella sum nógv- ir føroyingar eisini hava. Vit kundu júst tað sama havt tveitt peningin á sjógv onkrastaðni í Norðuratlants- havi. Vit settu okkurt sum 12 til 14 milliónir danskar krónur í Atlantsflog, og í dag hava vit einki at vísa fyri teir pengarnar. Pengar- nir hjá okkum og hjá nógv- um føroyingum, sum settu pening í felagið, eru bund- nir og hava einki virði, sigur Parker Donham. Hann sigur, at sum støðan er í løtuni, hava teir onga ávirkan á flogfelagið á nakr- an sum helst hátt. Hann vís- ir á, at tað vanliga er, at nevndarformenn og onnur altíð royna at hava eitt tætt samband við stóraktionerar- nar, serliga tá tað eru parta- eigarar, sum eiga góð 5 pro- sent av felagnum, men at síðan nevndin varð skift út, hava teir hvørki hoyrt orð ella eið frá nýggja nevndar- formanninum. - Tað er sum um, at lands- stýrið hevur takkað fyri, at vit settu peningin í felagið, og nú hevur frátikið okkum øll rættindi og biðir okkum seta okkum í eitt horn onkra- staðni og halda kjaft. Men tað sigur seg sjálvt, at tú ikki bara heldur kjaft, tá tú hevur sett tíggjutals milli- ónir í eitt felag, og brádliga einki virði hevur at vísa á ístaðin, staðfestir hann. Ikki bara vit Parker Donham vil gjarna leggja dent á, at teir eru ikki teir einastu, sum eru komnir í hesa støðuna. Støðan er tann sama fyri restina av teimum privatu íleggjarun- Umboðsmaðurin hjá Adrian Noskwith heldur, at sum støðan er nú, kundu teir privatu íleggjararnir tað sama havt tveitt peningin, teir settu í Atlantsflog, í havið. - Partabrøvini hava einki virði, sigur hann Ashton fær spurningar Í næstu viku fer Evropatingið at seta nývalda uttanríkisráð- harranum hjá ES, Catherine Ashton, spurningar. Har skal hon svara alskyns spurningum, og tað kann hava týdning, hvussu hon svarar, tí hon verður ikki ráðharri, fyrr enn Evropatingið hevur góðkent hana. Fleiri halda, at Catherine Ashton hevur ikki tær neyðugu royndirnar til at røkja uttanrí kisráðharrastarvið, og harafturat halda fleiri tað vera ein veikleika, at hon er ongantíð vald á almennum vali, men bara tilnevnd. Men hóast ivan er eingin ivi um, at meirilutin í Evropatinginum fer at atkvøða fyri Ashton, skrivar AFP. Kundu tað sama tveitt pengarnar í havið Vápnagoymsla í luftina Átta bumbuserfrøðingar doyðu, tá ein russisk vápnagoymsla fór í luftina í gjár. Hetta var onnur vanlukkan av hesum slagnum í hesum mánaðinum. Russisku myndugleikarnir siga, at teir átta menninir doyðu, tá teir vóru í ferð við at rudda eftir ein eldsbruna við ta somu vápnagoymsluna, sum fór í luftina tann 13. november. Vanlukkan tann 13. november kostaði tvey mannalív, og umleið 10 fólk vórðu flutt á sjúkrahús. Myndugleikarnir siga, at vanlukkan í gjár stóðst av, at ein granat brast, júst sum menn vóru í ferð við at ferma ein lastbil við lóðuri. Granatspreingingin elvdi til fleiri spreingingar.