Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-11-24, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. november 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 225 - 24. november 2009 Fyri kilo 7995 Fyri kilo 4950 Fyri hvønn 7995 3,2 kilo fyri 13795 Fyri hvørja 9995 Fyri kilo 4995 Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! 1,2 til 1,4 kilo um 2,6 til 3,0 kilo Íslendsk lambskrov Íslendsk lambstjógv Íslendskir lambsbøgir Chery Valley dunnur Nakkasteikir Íslendsk rullupylsa Stórar dunnur! um, harímillum túsundtals føroyingar teljast. - Men tað er kanska lætt- ari hjá okkum at stilla okk- um upp og ger vart við okk- um, bæði tí at vit ikki eru úr Føroyum, og tí at vit hava sett somikið nógvan pening í felagið. Men teir føroy- ingar, sum hava sett pening í felagið, tað er eisini rætt av teimum at krevja okkurt fyri pengarnar, sigur Parker Donham. Brotið lógarbindandi avtalu Um tað skuldi komið til skarpskeringar, og lands- stýrið skal dragast fyri rætt- in, er tað púra greitt fyri Park- er Donham, hvørjum teir skulu dragast fyri rættin eftir. - Tá tú selur partabrøv í einum felag fyri fyrstu ferð, almannakunngerð tú eitt dokument, eitt IPO – Initial Public Offering, og tú setir fram eitt prospekt. Hetta er eitt sera týdningarmikið, lógarbindandi dokument, sum sigur íleggjarum, hvat teir kunnu vænta, og tað er eitt dokument, sum tú kann handhevja, staðfestir hann. Í prospektinum, sum varð sent út í samband við ein- skiljingina av Atlantsflogi, stendur nevninliga, at lands- stýrið í fyrsta umfari ein- skilir ein triðing av felag- num, og at enn ein triðingur eftir ætlan skal einskiljast seinni. Hetta er ikki gjørt, og verður tað helst hetta, teir kunnu hefta seg við. Kann ræða framtíðar íleggjarar Sama dag sum innbjóðingin til Johan Dahl frá Adrian Noskwith stóð í Sosialinum, og sum Johan Dahl hevði svarað, at hann ikki var sinn- aður at gera nakað, setti Vinnumálaráðið hol á eina ætlan, har tað millum annað skal fáast meira útlendskur íløgukapitalur til Føroyar. Sambært Parker Donham, so kann málið við Atlants- flog ræða framtíðar útlendskar íleggjarar frá at yvirhøvur nerta við nakað, sum er føroyskt. - Eitthvørt felag, sum vil stovna eitt felag her ella seta fólk í starv her, fer at hyggja at, hvat landsstýrið hevur gjørt fyrr. Og teir fara skjótt at finna útav, at í hesum førinum, sum er ein tann størsta íløgan, sum er gjørd í Føroyum, virdi landsstýrið ikki sítt lyfti, sigur Parker Donham. Samráðast heldur enn kríggjast Í hesum døgum er Parker Donham í Føroyum, har hann arbeiðir við at kanna allar møguleikar hjá teim- um. Hann hevur tosað við lógarkøn fólk, og vónar eisini at fáa orð á landsstýr- ismannin. - Vit vilja helst loysa hetta málið í sátt og semju. At fara í rættin er bæði ótrúliga dýrt, fyri bæði okkum og fyri landið, og tað kann taka mánaðir ella ár at avgreiða, og so veit eingin, hvat úrslitið kann verða. Tí hevði tað verið best, um vit kundu funnið eina loysn uttanum lógarskipanina. Men í løtuni sær tað ótrúliga tunnligt út við diplomatiskum loysnum. Johan Dahl hevur sagt, at hann ikki er áhugaður at gera nakað sum helst, sigur Parker Donham. Hann vísir á, at teir hava framsett í minsta lagi tríggj- ar loysnir, sum teir kunnu liva við. Tær eru, at antin keypir landsstýrið parta- brøvini hjá teimum aftur fyri útveganarprísin. Um tann prísurin er ov høgur sum keypsprísur, so er hann kanska meira attraktivur sum søluprísur, tí so bjóða teir sær at keypa meiriluta- partabrøvini frá landsstýrin- um fyri tann sama prísin. - Tað hevði í øllum førum loyst trupulleikan. Men hvat man so velur, er ikki nakað vit blanda okkum uppí. Tað er avgerðin hjá Landsstýrinum, um man velur eitt, hitt ella okkurt heilt annað. Men okkurt má so gerast, sigur Parker Don- ham. Parker Donham hevur í gjárkvøldi hitt landsstýris- mannin í Vinnumálum, Johan Dahl, men greiðir frá, at hann var sera lítið samráðingarsinnaður, og at hann stóð við sítt. Sostatt eydnaðist tað ikki at mýkja støðuna nakað. »I marts 2006 besluttede den færøske regering ved lov delvist at privatisere Atlantic Airways ved at sælge 33 % af aktierne i virksomheden. I de forklarende noter til loven om privatiseringen af Atlantic Airways fremsætter regeringen sine intentioner om at sælge yderligere 33 % af aktiekapitalen til institutionelle investorer efter børs­ noteringen af virksomheden. Timingen af den anden runde er endnu ikke fastlagt. Da der snart er parlaments­ valg, kan man ikke vide, om den anden runde vil blive udført ifølge den fremlagte plan.« Kelda: Public offering and listing of Atlantic Airways 2007, Kaupthing Bank, 14. november 2007 Úr prospektinum Landsstýrið hevur tikið ræðið á peninginum, sum privatir íleggjarar hava sett í Atlantsflog. – Teir hava sagt takk fyri pengarnar, setið tykkum í hornið og haldið kjaft, sigur Parker Donham, sum umboðar størsta privata partaeigaran í Atlantsflog, Adrian Noskwith Mynd: Jens Kristian Vang Arsenal á amerikanskar hendur Stan Kroenke eigur nú 29,9 prosent av partapeninginum í Arsenal. Við 30 pro- sentum kann hann keypa hinar partaeigarnar út úr felagnum. Manchester United og Liverpool eru longu á amerikanskum hondum, og nú er sannlíkindi fyri, at Arsenal fer sama veg. Amerikanski ríkmaðurin, Stan Kroenke hevur sambært bretskum miðlum nú keypt 29,9 prosent av partapeninginum í Arsenal. Tá Stan Kroenke eigur 30 prosent av partapeninginum, kann hann sambært bretskari lóg geva boð uppá allan hin partapeningin í felagnum. Stan Kroenke eigur longu nú kurvabóltsliðið, Denver Nuggets, og fótbóltsliðið, Colorado Rapids. Nú óttast mong Arsenal-viðhaldsfólk fyri, at Kroenke eins og landsmennirnir, sum eiga Manchester United og Liverpool fer at læna pening til at yvirtaka allan partapeningin, fyri síðani at lessa alla skuldina yvir á Arsenal, sum skal gjalda risaupphæddir hvørt ár til renturnar fyri lánið, sum Stan Kroenke fer at taka, fyri at hava alt ræðið yvir Arsenal.