týsdagur 24. november 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 225 - 24. november 2009
Vinnuting
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta fríggjadag skipaði
Eysturoyar Vinnulívsfelag
fyri vinnutingi, sum felagið
hesaferð helt á Vónini í
Fuglafirði.
Á vinnutinginum vóru
tríggjar framløgur, harav
Tummas Eliasen, stjóri í Lív,
hevði eina av framløgunum.
Á vinnutinginum greiddi
Tummas Eliasen, stjóri í
Lív og í íløgufelagnum
Royndini
frá
eftirlønar
tryggingum og um pen
sjónskapital í vinnulívi.
Tummas segði, at Lív í
dag umsitir 2,8 miljardir
krónur í pensjónskapitali,
harav 1,4 miljardir krónur
standa í donskum láns
brøvum, 20% í partabrøvum
og 10% í øðrum.
Stjóri í Lív segði, at pens
jónstryggingarfelagið hevur
møguleikan at seta meira
pening í føroyskt vinnulív,
og sum er, fara umleið 2%
av íløgunum til vinnulívs
fígging.
Stjórin vísti á, at fleiri av
íløgunum í vinnulív hava
givið góð avkøst og hava
enntá rindað seg upp til
fleiri ferðir aftur. Í eins
tøkum føri hevur íløgan
ikki eydnast serliga væl.
Eitt pensjónfelag eigur
sjálvandi altíð at royna at
tryggja sær, at íløgur eru
tryggar, samstundis sum
avkastið er størst møguligt,
segði
Tummas
Eliasen,
stjóri í Lív.
Sosialurin fer at venda
aftur til ymiskt av tí, sum
stjórin í Lív segði á vinnu
tinginum, í øðrum blað í
vikuni.
Hjalmar Petersen, stjóri á
Vónini, greiddi frá, hvussu
fyritøkan, sum byrjaði við
nøkrum fáum monnum í
Fuglafirði fyri umleið 40
árum síðan, í dag hevur ein
samlaðan umsetning saman
við norska felagnum RFG
upp á 320 miljónir krónur,
harav árligi útflutningurin
bara úr Føroyum er 93
miljónir krónur.
Tað var annars í fjør, at
Vónin og RFG í Noregi
løgdu saman, og í dag telist
samlaða samtakið millum
størstu útbjóðarar av trolreið
skapi í Norðuratlantshavi.
Páll Isholm, deildarstjóri
og
komandi
blaðstjóri,
greiddi frá verkætlanini við
einum nýggjum vinnublað,
sum fer at kallast Vinnan.
Tað er Sansir, ið fara at
standa sum útgevarar, og
tað eru eisini Sansir, sum
geva út blaðið, Kvinna.
Páll Isholm segði, at
Vinnan fer at geva vinnu
lívinum eitt betri grundarlag
at taka avgerðir á.
Meira verður at lesa í
Sosialinum um vinnutingið
hjá Eysturoyar Vinnulívs
felag í hesi vikuni.
Lív umsitir
2,8 miljardir
í kapitali
Millum tær tríggjar framløgurnar, sum vóru á vinnutinginum í Fuglafirði fríggjadagin, hevði Tummas Eliasen, stjóri í Lív, ta einu.
Her prátar hann við ein av vinnulívsmonnunum í Eysturoy í steðginum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Størstu nøgdirnar á
uppboðssøluni í dag
var aftur toskur 3 og 4
FiskiVinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilsamans 36,4 tons vórðu
seld um søluna hjá Fiska
marknaði Føroya í morgun.
Størstu nøgdirnar vóru
enn einaferð av toski 4, sum
fór fyri miðalprísin 10
krónur og 78 oyru.
Næst størstu nøgdirnar
vóru av toski 3, sum fór fyri
miðalprísin 15 krónur og
38 oyru.
Nøkur fá tons av hýsu
vórðu
eisini
seld
um
uppboðssøluna í morgun og
besta miðalprísin, sum var
14 krónur og 16 oyru, fekk
hýsa 1.
Miðalprísurin
fyri
øll
36,4 tonsini í dag var 17
krónur og 26 oyru.
Tað vóru serliga nøgdir
nar av havtasku, sum hálaðu
miðalprísin
upp.
Besta
havtaskan fór til miðalprísin
34 krónur og 58 oyru.
Besti toskaprísurin var
25 krónur og 40 oyru fyri
kilo, og lægsti prísur í dag
var 2 krónur og 30 oyru,
sum var fyri skøtu.
Høgur miðalprísur á Fiskamarknaðinum
Miðalprísurin fyri øll seld
fiskasløg á Fiskamarknaði
Føroya í morgun var 17,26
krónur fyri kilo
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tummas Eliasen, stjóri í Lív og í íløgufelagnum
Royndini, segði á vinnutingi í Fuglafirði, at
Lív hevur møguleikan at seta meira pening í
føroyskt vinnulív, og sum er fara umleið 2%
av íløgunum til vinnulívsfígging
Minni landbúnaðarstuðul
OECD vil hava íslendsku politikararnar at skerja tann almenna
stuðulin til landbúnaðin. Í einari nýggjari frágreiðing verður víst
á, at tann almenni stuðulin svarar til 61 prosent av bruttoinntøk
uni hjá íslendska landbúnaðinum, og tað er næstan tríggjar ferðir
meiri enn meðalstuðulin í OECDlondunum. Hann er 23 prosent.
Norskir og svenskir bóndur fáa næstan líka nógvan almennan
stuðul sum teir íslendsku. Í Noregi svarar stuðulin til 53 prosent
av bruttoinmntøkuni hjá landbúnaðinum, og í Svøríki er talið 50
prosent. Minsti landbúnaðarstuðulin er í Ný Sælandi, har bara
eitt prosent av bruttoinntøkuni stavar frá almennum stuðuli.
Sjey neyðtøkuroyndir
Teir seinastu tríggjar mánaðirnar hevur løgreglan í danska
býnum Grenå fingið fráboðan frá sjey kvinnum, sum hava
verið fyri neyðtøkuroynd, og nú heldur løgreglan, at tað er
sami maður, sum hevur roynt at neyðtaka allar sjey kvinnur
nar. Ta seinastu fráboðanina fekk løgreglan um vikuskiftið,
tá ein 19 ára gomul kvinna boðaði frá, at ein maður hevði
roynt at neyðtaka seg. Kvinnan hevði gjørt so nógva
mótstøðu, at maðurin gavst og tók til rýmingar. Løgreglan í
Grenå hevur nú biðið fólkið í býnum um hjálp, so hon
kann fáa fatur á neyðtøkumanninum, skrivar DR.