leygardagur 1. desember 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hjalgrím Elltør, sum
annars hevur verið
settur í samband við
B36, hevur longt
sáttmálan við KÍ
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinastu tíðina hevur veri
frammi, at evnaríki KÍ-
leikarin, Hjalgrím Elttør,
skal hava verið ávegis til
B36.
Hjalgrim hevur eisini
váttað fyri Sosialinum, at
hann hevur fingið eitt
tilboð frá B36, men at hann
enn ikki hevði tikið støðu
til, hvørt hann fór at taka av
hesum.
Henda støðan varð tó
tikin
mikukvøldið,
og
hevur Hjalgrím gjørt av, at
framtíðin verður í KÍ. Í
hvussu so er komandi árið.
Á heimasíðuni hjá KÍ
verður skrivað, at partarnir
skrivaðu undir sáttmála
mikukvøldið, og sjálvandi
verður lagt afturat, at hetta
er nakað, sum leiðslan í
felagnum er fegin um.
Nr. 233 • leygardagur • 1. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
22 milliónir í
yvirskoti
Flemming Østergaard kundi mikudagin
vísa partaeigarunum í Parken Sport &
Entertainment ein vakran ársroknskap
FCK telist ikki millum mongu donsku fótbólts-
feløgini, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka
saman.
Seinnu árini er felagið vorðið alsamt sterkari
fíggjarliga, og hendan gongdin tykist at halda fram.
Í gjár kundi Flemming Østergaard, stjóri í FCK,
leggja fram ársroknskapinum hjá felagnum fyri farna
roknskaparárið, og úrslitið gjørdist heili 22 milliónir
rætta vegin.
Umframt yvirskotið, hevur felagið eisini økt um
partapeningin í árinum, soleiðis at samlaði egin-
peningurin er øktur 100 mió.kr, og nú er heilar 300
mió.kr.
-jm
Mistøkini vóru
óteljandi, og hóast
heimaliðið gekk
undan, kláraði
Neistin ikki at gera
sær dælt av hesum
HONDBÓLTUR -
KVINNUR
Eyðun Klakstein
Hóast talan var um dyst
millum tvey av bestu lið-
unum í kvinnukappingini,
sást lítið til hetta í KÍ-
høllini hóskvøldið.
Tað byrjaði væl. Simona
Dzuigyte drønaði í kassan
beinanvegin,
Gunnleyg
Berg var spæld fyrimynd-
arligar frí á strikuni, og tað
sama var við Unu Olsen
nakað seinni.
Men restina av dystinum
vóru glottarnir fáir. Per-
sónligu mistøkini vóru
óteljandi, bæði liðini tveittu
eitt ótal av bóltum burtur,
og royndirnar vóru langt frá
sannførandi.
Øll lið hava sínar vána-
ligu dagar, og hetta kvøldið
mundu bæði liðni hava ein
slíkan dag. Hóast Stjørnan
gekk undan í at gera mis-
tøk, so kláraði Neistin ikki
at gera sær dælt av hesum,
hóast møguleikin var til tað
– serliga í fyrra hálvleiki.
Neistakvinnurnar vóru
óneyvar í avgerandi løtum,
og málverjin hjá Stjørnuni
gjørdi
nakrar
týðandi
bjargingar. Hevði hetta ikki
verið úrslitið av royndun-
um, hevði Neistin lættliga
kunnað verið frammanfyri
við fleiri málum eftir fyrra
hálvleik.
Bleiktraðu eina løtu
Í seinna hálvleiki átti
Stjørnan munin, og eina
løtu beint eftir hálvleiks-
steðgin hevði liðið sína
bestu løtu. Tá skoraðu tær
fimm mál á rað og vunnu
sær avgerandi munin í
dystinum.
Neistin svaraði aftur og
skoraði fimm mál á rað
næstu minuttirnar, men
Stjørnan fótaði sær aftur,
og seinasta partin av dyst-
inum hevði heimaliðið tam-
arhald á støðuni.
Toppskjúttin hjá Stjørn-
uni,
Simona
Dzuigyte,
spældi ein vánaligan dyst.
Hon skoraði seks mál, men
hon brendi eina rúgvu av
kjansum og tóktist stundum
ómotiverað í verjuspæl-
inum. Breiddin á Stjørnu-
liðnum stóð tí sína roynd,
og hon kláraði seg.
Orsøkin var kontanta
verjuspælið, sum Neistin
hevði trupulleikar við, og
hóast Súna Mørk lat verj-
una upp eina løtu í seinna
hálvleiki, so hevði Neistin
ikki avgerandi orkuna til at
vinna dystin.
Hetta var dystur millum
liðini, sum fylgja eftir VÍF,
og líkt er til, at tað serliga
verður Stjørnan, sum skal
bjóða VÍF av, tí liðið hevur
vunnið báðar dystirnar
móti Neistanum higartil.
Dysturin í tølum:
Stjørnan-Neistin
21-17
(12-10)
Málskjúttar:
Stjørnan:
Joan Midjord
Joensen
7,
Simona
Dzuigyte 6 (1), Andrijana
Milodanovic,
Anna
Kristina Samson 2, Bára
Skaale 1, Una Olsen 1,
Jastrid Gullaksen 1.
Neistin: Gunnleyg Berg 5,
Katrin á Neystabø 3, Súna
Mørk 3, Susan Brockie 3
(1), Rakul Augustinussen
2, Kára á Dunga 1
Brotskøst:
Stjørnan
6,
Neistin 3
Útvísingar
Stjørnan
2,
Neistin 3
Dómarar úr StÍF:
Pole
Hansen
og
Jústinus
Justinussen
Hjalgrím verður í KÍ
Leiðslan í KÍ skrivaði í gjár
sáttmála við Hjalgrím Elttør,
sum sostatt verður verandi í
felagnum
Stjørnan-Neistin 21-17 (12-10):
Stjørnan hevði munin í vánaligum dysti
Anna Kristina Samson hjá
Stjørnuni og Gunnleyg Berg
hjá Neistanum stríðast um
bóltin.
Mynd: Alexandar Djorovic
13
12
Nr. 233 - 1. desember 2001
Játtanin til B6 er ikki
vorðin justerað síðani
1992. Støðan er nú so
ring, at 18 av 20
sjúkrasystrum á
deildini hava sagt seg
úr starvi. Tørvur á
fleiri hondum og
betri útbúnaði. Ein
eykajáttan skal til, um
endamálið skal
røkkast, ljóða boðini
frá B6
HEILSUVERK
Heri á Rógvi
1.januar
2002
noyðast
sjúklingarnir á B6 at leita
leingi eftir kendum and-
litum, tá ið átjan av teimum
tjúgu sjúkrasystrunum á
deildini hava sagt seg úr
starvi. Vánaligu korini og
væntandi viljin til at betra
um støðuna hava fingið
bikarið at flóta yvir hjá
sjúkrasystrunum á deildini.
Sum støðan er nú, so skal
sjúkrahúsleiðslan til at
finna 18 nýggj starvsfólk
til deildini innan 1. januar,
tá ið uppsagnartíðin hjá
teimum verðandi sjúkra-
systrunum gongur út. Per-
sónligar orsøkir liggja til
grundar fyri, at ikki allar 20
hava sagt seg úr starvi.s
B6 er medisinsk deild,
har sjúklingar fáa viðgerð.
Oftani er talan um rættiliga
tungar sjúklingar, sum hava
tørv á nógvari hjálp.
-Tað er ógvuliga strævið
at arbeiða á deildini, og vit
merkja tað eisini oftani á
egnum kroppi, at tað er so
mikið strævið, men sjúk-
lingarnir skulu ikki líða, og
hetta stigið hjá okkum er
ikki eitt álop móti teimum,
sigur Ingun Gaardbo, sum
er 1. assistentur og starvs-
fólkaumboð á B6.
Hendur og útbúnað
Stríðsspurningurin snýr seg
ikki um lønir, sum tað so
mangan ger í tílíkum
málum. Heldur siga sjúkra-
systrarnar seg hava ein
ovurstóran tørv á bæði
fleiri starvsfólkum og betri
útbúnað.
-Vit mugu hava fleiri
hendur at arbeiða á deild-
ini. Vit hava sett sum krav,
at sett verða 3,6 starvsfólk
afturat. Eisini er stórur
saknur eftir grundleggjandi
góðum útbúnaði sum eitt
nú sengur, tí hesar eru í
rættiliga ringum standi,
sigur Ingun Gaardbo.
Sum
nú
er,
so
er
undirskotið fyri B6 1 mió
fyri í fjør, og tað sær út sum
um, at hetta verður nakað
tað sama fyri hetta árið. Tey
3,6
starvsfólkini,
sum
kravið hjá sjúkrasystrunum
ljóðar upp á, fara at kosa
einar 800.000 krónur, og
hetta má mestir fáast til
vega við einari eykajáttan,
tá ið støðan á hinum
deildini, eftir hvat skilst,
heldur ikki er alt for góð.
Tað heldur torførari at meta
um, hvussu nógv útbúnað-
urin fer at kosta.
Tað ljóðar frá starvs-
fólkaumboðinum á B6, at
tað er sera strævið at fáa tað
at bera til hjá deildini, tá ið
teir
ikki
kunnu
skipa
arbeiðið betur við verandi
játtan og umstøðum. Hon
nevnir eitt nú, at teir skulu
nýta nógva orku til at ringja
eftir fólki at kalla hvønn
dag, og hetta er ikki at fáa
sum mest burturúr arbeiðs-
orkuni.
Gamalt stríð
Ónøgdin hjá sjúkrasystr-
unum á B6 er ikki nakað
nýtt fyri sovítt. Støðan
hevur verið rættiliga ring í
nógv ár. Ingun Gaardbo
greiðir frá, at játtanin hevur
ikki verið justerað móti
øðrum enn lønarhækk-
ingum síðani 1992. Hetta
hevur merkt, at støðan hjá
teimum er bert vorðin verri
og verri við tíðini, og nú er
mestsum ovboðið.
Hin 4. mai í ár varð eitt
skriv sent til sjúkrahús-
leiðsluna, har biðjið var um
betri umstøður til deildini,
og ein freist varð sett í
august mánaði, at tá skuldi
ein bati síggjast. Tey byrj-
aðu at hóma onkra betring,
men sannaðu skjótt, at
einki merkisvert var hent
ella fór at henda, og ein
nýggja freist varð ásett, og
henda er nú eisin farin.
Fylgjurnar síggja vit í dag.
-Vit kenna okkum for-
sømdar. Tað kann vera, at
fleiri pengar eru játtaðir til
heilsuverkið, men hesar
hava vit ikki sæð nakað til,
sigur Ingun Gaardbo.
Hon sigur, at stemning-
urin millum sjúkrasystrar-
nar sum nú er rímiliga
góður, og tær eru eisini til
reiðar at fara aftur til
arbeiðis, um umstøðurnar
eru til tað.
Tá vit spyrja Ingun, um
heldur hetta vera partur av
einum politiskum spæli,
sigur, at tað sær út sum, at
onkur verður noyddur at
gjalda fyri fullveldi.
Karsten Hansen,
landsstýrismaður,
heldur ikki, at
landið fær nóg
mikið burturúr
játtanini, tá ið
landið hevur játtað
fleiri pengar sein-
astu árini, men
støðan bara versn-
ar. Løgmaður ætlar
ikki sjálvur at gera
nakað við málið
HEILSUVERK
Heri á Rógvi
Tá vit fingu orðið á
Karsten Hansen, lands-
stýrimann, fríggjamorg-
unin, og spurdu hann,
hvat
hann
helt
um
støðuna við sjúkrastystr-
unum á B6, so svaraði
hann fyrst, at hetta
sjálvandi ikki var hans-
ara málsøki at umsita,
men hann kundi undrast
á nøkur ting í hesum
sambandi.
-Vit hava nú í fleiri ár
játtað fleiri pengar til
heilsuverkið og lands-
sjúkrahúsið, og hetta er
harafturat umframt løn-
arhækkingarnar. Fram-
vegis so gerst støðan tó
bert verri og verri hjá
heilsuverkinum, og vit
hoyra bert um, hvussu
ring støðan er, sigur
Karsten Hansen.
Hann leggur dent á, at
teir hava játtað yvir 10
míó. meira til sjúkra-
húsini seinasta árið, men
tað tykist bert sum um,
at hetta ger støðuna
verri.
Karsten Hansen sigur,
at tað ikki skal skiljast
soleiðis sum um, at tað
sum sjúkrasystrarnar á
B6 bera fram ikki er
rætt. Somuleiðis sigur
hann tað als ikki vera
nakað hald í tí, at hetta
nú skal vera eitt gjald
fyri fullveldi.
-Vit kunnu seta okk-
um tann spurning: Hvat
er tað vit betala fyri?,
sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin
setir spurnartekin við
bygnaðin, tá ið støðan er
so mikið ring sum hon
er. Hann sigur seg somu-
leiðis áður hava skotið
upp, at skipa eina nevnd
at hyggja nærri eftir júst
hesum viðurskiftunum,
men hetta var ikki vilji
fyri í landsstýrinum.
Tá vit spyrja hann, um
hann nú fer at krevja
meira, sigur hann, at tað
er klárt, at hann má
krevja meira, men tað er
trupult hjá honum at
gera tað nógva, tá ið tað
er løgtingið sum játtar
peningin og annað stýri
sum umsitur.
Ger einki
Tá málið við uppsagn-
unum á Landssjúkrahús-
inum var frammi í
sambandi
við
upp-
sagnina
av
Jógvan
Mørkøre, so hótti løg-
maður, Anfinn Kalls-
berg, við sjálvur at taka
neyðugu stigini.
Í hesum førinum ætlar
løgmaður ikki at gera so
nógv burturúr, tá hann
eisin metir, at hetta er
heilt annað mál.
-Málið hevur verið
viðgjørt í landsstýrinum,
og málið liggur hjá
Sámali Peturi í Grund og
Almanna og heilsumál-
inum at umsita, sigur
Anfinn Kallsberg.
Løgmaður hevur onga
viðmerking til úttalilsini
hjá Karsten Hansen.
Tað eydnaðis okkum
ikki at fáa eina viðmerk-
ing frá Aibritt á Plógv,
aðalstjóra ella forkvinn-
uni
í
Sjúkrasystra-
felagnum.
Pengarnir
hjálpa ikki
Karsten setir spurnartekin við, hvat játtanin til
sjúkrahúsið verður nýtt til.
Hópuppsagnir á B6:
Støðan er sum í
kreppuárinum
Støðan á B6 er nú so mikið vánalig, at sjúkrasystrar í hópatal hava sagt seg úr starvi. Tær eru tó tilreiðar at koma aftur til
arbeiðis, um umstøðurnar verða betraðar.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
12