leygardagur 1. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 1. desember 2001
15
Eftir øllum at døma
fer fjarstøðan frá
botnliðunum at
økjast tvey stig
afturat sunnudagin
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir verða í bestu
kvinnudeildini um viku-
skiftið, og felags fyri hesar
er, at talan í øllum førum er
um dystir, har eitt av
botnliðunum er annar part-
urin.
Upphiting til brakið
Á Giljanesi tekur Sóljan í-
móti Stjørnuni, og alt bend-
ir á ein tryggan útisigur í
hesum dystinum. Sóljan
hevur havt nakað av fram-
gongd seinastu tíðina, men
neyvan er hetta nóg mikið
til at skala klaksvíkingum,
sum helst fara at nýta dyst-
in sum eitt slag av upp-
hiting til stórdystin um eina
viku, tá VÍF kemur á vitjan.
Tað er heldur ikki óhugs-
andi, at VÍF á sama hátt fer
at nýta sín heimadyst móti
Kyndli til eitt slag av
upphiting, har summir lutir
kanska kunnu fínpussast.
Hjá Kyndli hevur alt gingið
av skriðuni hetta kapping-
arárið, og at tær skulu gera
nakað sum helst við VÍF
má metast sum ørvitistos av
eini aðrari verð.
Seinasti dysturin er tann í
Vági, har VB fær vitjan av
StÍF. Hóast talan er um
nummar fýra og fimm á
stigatalvuni, so er VB stór-
favorittur at vinna dystin.
Hetta sigur kanska eisini
nakað um tann munin, sum
er ímillum tey trý botnliðini
í deildini og so hini, og eftir
øllum at døma verður hesin
munur toygdur tvey stig
afturat um vikuskiftið.
Vinna vestmenningar
heimadystin á Kyndli,
fara teir framvið
Neistanum á stiga-
talvuni
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Tríggir dystir í bestu mans-
deidini eru á skránni um
vikuskiftið.
Fyrstur av hesum er
dysturin í Vestmanna leyg-
ardagin, har KÍF tekur í-
móti StÍF. Fyri bæði liðini
hevur higartil verið gald-
andi, at stabilitetur als ikki
er nakað, sum hevur eyð-
kent avrikini, og frá at
spæla mest sum upp til
bestu liðini í deildini, hava
liðini síðani ligið fyri lægri
staddum liðum.
Hesa ferð hava tey so
bæði ein møguleika at rætta
upp á hesa gongdina, og
ikki minst hevur hetta týd-
ning fyri strandingar, sum
helst skulu hava tvey stig,
um teir skulu fylgja við
hoyvíkingunum á triðja
plássinum.
Oddasessurin í
eygsjón
Tá tosað verður um odda-
lið, so verður VÍF alla tíð-
ina nevnt, men sum støðan
er á stigatalvuni, so eru teir
í løtuni bert nummar tvey.
Neistin hevur tó leikt ein
dyst fleiri enn vestmenn-
ingarnir, og tá havnarmenn-
inir hava frí hetta viku-
skiftið, hevur VÍF nú
møguleikan at seta seg
sjálvt á ovastu rók.
Hóast teir eru favorittar
móti Kyndli, so fara vest-
menningar tó neyvan at
undirmeta mótstøðuna. Tal-
an er framvegis um stóra
klassikaran í føroyskum
manshondbólti, og tí fara
kyndilsmenn uttan iva at
geva alt – og helst nakað
afturat – fyri at fáa eitt gott
úrslit við sær heimaftur. At
teir so eisini fingu gongd á
aftur stigasavnanina í dyst-
inum móti H71 miku-
kvøldið, ger neyvan upp-
gávuna hjá VÍF lættari.
Samstundis, sum Kyndil
vitjar í Vestmanna, verður
dystur í Høllini á Hálsi í
Havn, har H71 fær vitjan av
Tjaldri.
Her er talan um tvey lið,
sum bæði hava havt viðrák
seinstu vikurnar, men fyri
bæði var mikukvøldið eitt
slag av Nemesis, har tey
komu niður aftur á jørðina.
Tí ræður nú um at reisa
seg, og hetta kann best
gerast við einum sigri. Tó
at hoyvíkingar eru væl betri
fyri á stigatalvuni, so eigur
favorittleiklutur teirra tó
ikki at gerast ov stórur her,
tí sæð burtur frá miku-
kvøldinum, so hava runa-
víkingarnir veruliga víst
tenn seinastu tíðina, og teir
vilja seta seg sjálvar til
sættis við verandi fimta
plássinum.
Støðan 1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
8
8 - 0 - 0
240
139
101
16
2 Stjørnan 8
7 - 0 - 1
226
172
54
14
3 Neistin
9
6 - 0 - 3
197
175
22
12
4 VB
8
4 - 0 - 4
198
198
0
8
5 Sóljan
8
2 - 0 - 6
170
227
-57
4
6 Kyndil
9
1 - 0 - 8
199
246
-47
2
7 StÍF
8
1 - 0 - 7
133
206
-73
2
Støðan 1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1Neistin
9
7 - 2 - 0
274
232
42
16
2VÍF
8
7 - 1 - 0
232
187
45
15
3H71
9
5 - 0 - 4
241
242
-1
10
4StÍF
9
3 - 1 - 5
241
240
1
7
5Tjaldur
8
2 - 1 - 5
189
217
-28
5
6Kyndil
9
2 - 0 - 7
210
237
-27
4
7KÍF
8
1 - 1 - 6
197
229
-32
3
Máltindarnir
Kvinnur:
Simona Dziugyte
Stjørnan
89
(26)
Gabriella Fekete
VB
81
(21)
Asta Petrauskine
Sóljan
73
(9)
Lotte Sørensen
Kyndil
63
(23)
Ioana Rápa
VÍF
52
(14)
Katrin á Neystabø
Neistin
47
(21)
Anna K. Samson
Stjørnan
39
Birita Wardum
Neistin
39
(3)
Ileana Manulescu
StÍF
39
(4)
Jacklin Durhuus
VÍF
38
(2)
Annika Ljósstein
Kyndil
38
(9)
Joan M. Joensen
Stjørnan
37
Nicoleta Radu
VÍF
35
Sóley Mikkelsen
VÍF
35
(4)
Regina Radó
VB
35
(6)
menn:
Costin Dumitrescu
StÍF
62
(18)
Jacob Jónsson
Neistin
58
(6)
Finnur Hansson
H71
58
(16)
Høgni Klein
Kyndil
54
(2)
Heini Joensen
Neistin
53
(17)
Halgir Dahl Olesen
H71
52
(9)
Bjarni Wardum
H71
51
(12)
Sámal Joensen
VÍF
50
(8)
Ingi Olsen
VÍF
47
(6)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
44
Hans Áki Dal-Christiansen Neistin
42
(6)
Mortan Hansen
Tjaldur
40
(4)
Jónleif Sólsker
Kyndil
40
(15)
Kári Mortensen
Neistin
39
Dorica Tomic
KÍF
37
(7)
VÍF kann gera bart
VÍF kann leggja seg á odda
um vikuskiftið, og teir mugu
roknast sum stórfavorittar til
heimadystin móti Kyndli
Tríggir stórfavorittar
Í Vestmanna verður uttan
iva roknað við, at
kvinnuliðið fer at vinna
trygt, tá Kyndil kemur á
vitjan
15
14
Nr. 233 - 1. desember 2001
Eftir at bæði kvinn-
urnar hjá TB og
menninir hjá Fram
síðsta vikuskifti taptu
fyri fyrstu ferð, hevur
tað týdning fyri bæði
liðini at svara aftur
við sigrum í dag. Á
pappírinum síggja
møguleikarnir hjá
Fram eitt sindur betri
út enn teir hjá TB
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Sjeynda umfar av flogbólts-
kappingini hjá kvinnum og
monnum verður spælt í
dag, og serliga spennandi
verður at síggja, hvussu fer
at
gangast
í
kvinnu-
dystinum millum ÍF og TB.
Hin dysturin hjá kvinnum
er millum Mjølnir og Fleyr,
og her er Mjølnir favorittur
at vinna.
Hjá monnunum tekur
oddaliðið Fram ímóti botn-
liðnum ÍF, og í Klaksvík
hittast Mjølnir og Fleyr.
Toppdystur á
Kambsdali
Síðsta vikuskifti steðgaði
Mjølnir sigursrøðini hjá
TB, og tað hevur skapt enn
størri spenning um dystin
hetta vikuskiftið millum ÍF
og TB. Liðið av Tvøroyri
fekk eina flúgvandi byrjan
uppá kappingina, men tapti
altso seinast, og um tað
eisini eydnast ÍF at vinna
móti TB í dag, kemur veru-
ligur spenningur í kapping-
ina aftur.
ÍF er í løtuni næstfremst
og kann við einum sigri
minka munin niður í tvey
stig.
Í hinum kvinnudystinum
er Mjølnir favorittur at
vinna móti Fleyr. Mjølnir-
kvinnurnar fingu ikki nakra
góða byrjan uppá kapping-
ina, men nú hava tær
vunnið tveir teir seinastu
dystirnar, millum annað
móti TB í Trongisvági. Hjá
Fleyr hevur tað gingið eitt
sindur striltið, og enn er 3-2
sigurin móti Drátti teirra
einasti í kappingini.
Bæði hava brúk fyri
stigunum
Eins og TB hjá kvinnum, so
taptu menninir hjá Fram
fyri fyrstu ferð síðsta viku-
skifti. Tað var móti SÍ í
Sørvági, men heimadyst-
urin í dag móti ÍF sær út til
at vera ein meira yvir-
komilig uppgáva. Besta
aftursvarið til ein taptan
dyst er at vinna næsta
dystin, og tað er eingin ivi
um, at tað er júst tað sum
Fram ætlar sær at gera. So
tað verður ivaleyst trupult
hjá fuglfirðingum, sum enn
einki stig hava fingið.
Dysturin millum Mjølnir
og Fleyr í Klaksvík sær eitt
sindur javnari út. Hvørki av
liðunum hevur enn veruliga
fingið ferð á, og bæði hava
í ár staðið í skugganum av
Fram og SÍ. Men serliga hjá
Mjølni hevur framgongd
verið at hóma, og á heima-
vølli verða teir tungir at
syfta hjá Fleyr, sum annars
hevur brúk fyri stigunum.
Dystir hetta vikuskiftið
Hondbóltur, 1. deild kvinnur
01.12 15.30
Sóljan-Stjørnan
Ingi/Áki
02.12 13.30
VB-StÍF
TB
02.12 14.30
VÍF-Kyndil
Kári/Trúgvi
Hondbóltur, 1. deild menn
01.12 16.00
KÍF-StÍF
Hannis/Uni
02.12 16.00
H71-Tjaldur
Hjalmar/Kristian
02.12 16.00
VÍF-Kyndil
Kári/Trúgvi
Flogbóltur, meistaradeild kvinnur
01.12 13.00
Mjølnir-Fleyr
Dráttur
01.12 13.00
ÍF-TB
Dráttur
Flogbóltur, meistaradeild menn
01.12 14.00
Fram-ÍF
SÍ
01.12 15.00
Mjølnir-Fleyr
SÍ
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
sett
munur stig
1
TB
6
5 - 1
16
5
11
10
2
ÍF
5
3 - 2
11
9
2
6
3
Dráttur
5
2 - 3
9
11
-2
4
4
Mjølnir 5
2 - 3
9
11
-2
4
5
Fleyr
5
1 - 4
5
14
-9
2
Meistaradeild, menn
vunnin
tapt
sett-
dystir
v - t
sett
sett
munur stig
1
SÍ
6
5 - 1
16
6
10
10
2
Fram
6
5 - 1
16
10
6
10
3
Fleyr
5
2 - 3
9
10
-1
4
4
Mjølnir 5
2 - 3
9
11
-2
4
5
ÍF
6
0 - 6
5
18
-13
0
Stóra EBL-simultankapping í bridge er júst
liug. 31 føroysk pør luttóku í kappingini
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
Tann evropiska simultankappingin varð spæld 26. og 28.
november. Tilsamans 31 pør spældu við í Føroyum. Í Havn
12 pør, í Fuglafirði 9 pør og í Klaksvík 10 pør.
Úrslit
26. nov. í Tórshavn
(pørini yvir miðal — miðal er 165)
1. Hans Jacob Petersen — Arnbjørn Sivertsen
182
2. Jóannes Mouritsen — Heðin Mouritsen
179
3. Ásla Weihe — Hallgerð Hansen
178
4. Ásvør Djurhuus — Ingibjørg Hansen
175
5. Høgni Jacobsen — Finn Ougaard
172
6. Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen
167
7. Hanus Bærentsen — Eyðbjartur Danielsen
166
26. nov. í Fuglafirði
(pørini yvir miðal — miðal er 108)
1. John Reid Skoralíð — Sigmund Dam
127
2. Robert Langgaard — Eyðun Anthoniussen
117
3. Haldor Ellingsgaard — Ingolf Olsen
117
4. Dia Jacobsen — Ólavur Ellingsgaard
116
5. Símin Lassaberg — Marner Joensen
115
6. Dia Petersen — Páll Hansen
114
28. nov. í Klaksvík
(pørini yvir miðal — miðal er 108)
1. Randi Jacobsen — Álvur Klakk
129
2. Carl Isaksen — Jens Jacobsen
124
3. Poul Sigmund Sørensen — Debes Christiansen
121
4. Hjørleif Frederiksen — Jógvan Clementsen
119
5. Sámal Just Dahl — Steinbjørn Jacobsen
112
6. Marita Krosstein — Jórun Højsted
111
Spæl 29
N/allir
Norður
Sp 10985
Hj Q84
Rú AJ108
Kl K4
Vestur
Eystur
Sp AJ42
Sp Q73
Hj A9762
Hj KJ53
Rú 9
Rú 76
Kl 1086
Kl AJ53
Suður
Sp K6
Hj 10
Rú KQ5432
Kl Q972
Leikararnir fingu eftir kappingina bókling við spølunum
og viðmerkingum. Um spæl 29 skrivar Mark Horton
nakað soleiðis:
»Enn eitt trupult spæl. Burtursæð frá teimum djørvu,
sum opna við hondini hjá Eysturi, verður tað Suður, sum
skal taka ta fyrstu avgerðina, antin at melda pass ella
okkurt í rútara. Eitt pass frá Suðuri kann geva pass runt,
og leikararnir fara undir næsta spæl. Men har ið Suður
velur at opna, fær Vestur, sum hevur báðar majorlitirnar,
hug at blanda seg uppí.
Kortini sita væl fyri Eystur og Vestur, og teir kunnu fáa
heili 11 stikk í einari hjartarakontrakt. Tey EV pørini, sum
melda útgang, fáa eitt gott úrslit.«
Við borðið, har Hans Jacob Petersen og Arnbjørn
Sivertsen sótu EV og Ásla Weihe og Hallgerð Hansen NS,
gekk meldið soleiðis:
V
N
E
S
-
pass
pass
1rú
2kl*
2rú
4hj
pass
pass
D
pass
pass
pass
2kl vísir báðar majorlitirnar við longri hjartara, eitt slag av
heimagjørdum Michaels Cuebid.
Hallgerð spældi rúK út og síðan kleyvara til kong og
ess. Trumfur bleiv klíptur gjøgnum Norðan, og um Hans
Jacob síðan hevði spælt spaðara til dreingin og tikið spA,
hevði hann fingið ikki færri enn 11 stikk. Men hann var
nøgdur við 10 stikk. Tá kontraktin var duplað, gav hetta
EV 790 og ein góðan topp.
Eitt annað EV par í Bridgehúsinum, Jógvan Ranghamar
og Carl Mikkelsen, meldaði og vann eisini 4hj, men teir
vóru ikki duplaðir.
Tey, sum hava hug at síggja hvussu pørini hava staðið
seg í Evropa, kunnu fara inn á heimasíðuna:
www.eblsims.org
Jólakapping
Jólakappingin hjá FBS, sum skuldi vera 8. desember, er
avlýst.
Í
staðin
hevur
Bridgedeild
Kaggans
einstaklingakapping í Bridgehúsinum 8. desember kl
14.00. Hetta er ein opin kapping, men fólk skulu melda
seg til kappingina í seinasta lagi dagin fyri hjá Róa á
Rógvu Joensen, tel 31 94 19.
TB og Fram skulu svara aftur
Simultankappingin
ÍF gav Fram ein sera harðan
dyst, tá liðini hittust á
Kambsdali
C
M
Y
K
14