Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 1. desember 2001 17 Anita á Fríðriksmørk løgtingskvinna Seinastu árini hava vit sæð ein vaksandi eftirspurning eftir sethúsum til keyps og íbúðum til leigu. Í Tórshavnar økinum er trupulleikin serliga stórur, har bíðilistin eftir grund- stykki hjá kommununi er omanfyri 600. Hetta merkist so eisini í sethúsa- og leiguprísum, har útboð og eftirspurningur stýra prísinum. Tá soleiðis er, sigur tað seg sjálvt, hvør tað er, sum verður við sviðið soð. Tað eru fyrst og fremst tey, sum hava tey ringastu ráðini, og sum tí ikki hava møguleika fyri at fáa líkinda tak yvir høvdið. Harafturat eru tað eisini tey, sum hava eina hampuliga løn, men sum kortini sita í lutfalsliga trongum korum, tí at leigan er so ótrúliga høg. Vit hava sum so ongi hagtøl sum lýsa bústaðar- støðuna, og vita vit tí ikki neyvt hvør leiguprísirin er í Havn, men tøl sum 7, 8, 9 og 10 túsund eru ikki óvanligar leiguútreiðslur hjá fólki, sum í dag »velja« at búgva til leigu. Hvat kann landsstýrið gera? Landsstýrismaðurin hevur fleiri møguleikar at bøta um bústaðarneyðina bæði hjá teimum, sum skulu leiga, og hjá teimum sum skulu keypa. Tað er bara sera týdningarmikið, at vit gera okkum greitt hvørja loysn vit vilja hava, so vit ikki soleiðis hissini velja eina lappaloysn fyri og aðra eftir. Trupulleikar sum lands- stýrið átti at hugt at eru m.a.. • undir verandi skatta og MVG skipan fáa tey, sum keypa sær eini hús, rentufrádrátt frá land- inum og mvg av ar- beiðslønin endurgoldið frá Toll og skatt. Tey, sum búgva til leiga, fáa ikki hesar sømdir. • Og um ein almennur sjálvsognarstovnur skuldi fari í holt við at bygt íbúðir til leigu, sum skuldi hvílt í sær sjálvum, so vildi hesin sjálvsognarstovnurin heldur ikki fingið hesar sømdir, sum ein privatur byggiharri vildi fingið. Tann, sum skal gjalda meirkostnaðin hevði so verið tann, sum hevði leiga frá tí almenna. Hvussu framtíðin hjá tí føroyska samfelagnum fer at síggja út, vita vit ikki. Men tað er av týdningi, at vit gera okkum greitt, at tað er neyðugt frá almennari síðu at gera nakað við bústaðartrupulleikan. Vit noyðast at gera okkum greitt, hvat vit vilja: • Skal tað almenna taka initiativ til at byggja? • Skal tað almenna eiga og reka leiguíbúðir? • Skal tað almenna hyggja at skatta og avgjalds- treytum og soleiðis skapa karmarnar fyri bú- staðartørvin, soleiðis at tey, sum leiga fáa lut- falsliga somu sømdir sum sethúsaeigarar, sum fáa rentustuðul og mvg afturgoldið av arbeiðs- lønini. • Skal tað almenna hyggja at skatta og avgjalds- treytum, soleiðis at pri- vat eggjast til at gera í- løgur í bústaðir til leigu ella hvørja loysn velja vit. Vit noyðast at greina tey serføroysku viður- skiftini og hyggja at, hvat vit gera her og nú, og hvørjar langtíðarætlanir vit velja. Og tað er ómøguligt at fara í holt við nakra haldgóða loysn, sum hygg- ur inn í framtíðina, um ikki vit hava tey neyvu hagtølini og tær neyðugu tørvskann- ingarnar. Prísur og støði á bústøðum Lata vit marknaðarkreft- irnar einsamallar gera av prís og støði á bústøðum uttan krøv og uttan karmar, so økja vit eisini skjótt um stættarmunin í samfelag- num. Tað er tí umráðandi, at vit fáa burðardyggar loysnir, sum eru varandi loysnir: loysnir, sum taka hædd fyri trivnaðinum hjá fólki, taka hædd fyri teimum samfelagsbúskap- arligu atlitunum, og sum soleiðis taka hædd fyri teimum samlaðu arki- tektonisku virðunum. Eitt heim er eitt heim Gamalt var, at hvør syrgdi fyri sínum egna taki. Tú bygdi tær títt egna heim, har tú búði frá tí tú giftist, til tú bleivst borin út. Hetta mynstrið er ikki longur ein sjálvfylgja. Spurningurin er eisini, um tað er sam- felagsliga skilagott bara at basara heimini uppá egin hús við egnum grund- stykki. Hetta man uttan iva verða tað ideella fyri tey flestu, men hvussu leingi hevur kommunan møgu- leika at lata allar borgarar byggja og búgva soleiðis. Og eru tað ikki alsamt fleiri borgarar, sum ikki hava ráð at búgva soleiðis, - í øllum førum í Havn. Hesin byggiháttur er ikki bara dýrur fyri tann einstaka, men er eisini serliga krevjandi fyri náttúruna, tí tað skal rættiliga nógv byggilendi til slíkan byggihátt, og spurningurin er, hvussu nógv ár afturat hesin byggiháttur er møgu- ligur fyri t.d. Tórshavnar Kommunu, harafturat er hann rættiliga kostnaðar- mikil fyri skattgjaldaran, tí jú størri byggilendi bústað- irnir fevna um: • jú fleiri vegir • jú fleiri innkoyringar, • jú fleiri bussleiðir, • jú fleiri gøtuljós, • jú fleiri sanitets og rørleggingar, osfr osfr og alt hetta kostar sera nógv at gera og leggja og at viðlíkahalda. At fáa ein vælorðaðan bústaðarpolitikk tekur tíð, og meðan tímaglasið renn- ur so økist trupulleikin. Og er tað tí av alstórum týdningi, at landsstýris- maðurin í íbúðarmálum fær gongd á hetta málið sum skjótast. Hava vit ongan politikk á økinum men lata marknaðarkreftirnar ráða einsamallar, so eri eg stór- liga bangin fyri, at tað verð- ur bæði dýrt fyri tann, sum leigar, og fyri tann sum keypir samstundis sum somu fólk skulu gjalda høgan kommunuskatt fyri at fíggja tað sera dýra bústaðarmynstrið. Eisini er verandi bústaðarbygging rættiliga krevjandi fyri okkara landslag og er held- ur ongin varandi loysn. VIÐMERKINGAR Bústaðarmøguleikar fyri fólk í Tórshavnar kommunu 17 16 Nr. 233 - 1. desember 2001 Undanfarna vikuskiftið skipaði B36 fyri afturvendandi innandura kappingini, Shell-Cup. Sum vanligt var undirtøkan til kappingina sera góð, og bæði dreingir og gentur drivu á at sparka alt vikuskiftið á tamb. Frá fyriskiparunum frætta vit annars, at tað gekk sera væl at avgreiða kappingina. At kalla ongar seinkingar vóru í, og tá alt kom til alt, vórðu vinnararnir av kappingini so eisini funnir. Niðanfyri prenta vit myndir av vinnandi liðunum. Shell-Cup 2001 Juventus vann kappingina hjá pinkulingum Kappingina hjá pinkum vann AB av Argjum Hjá teimum 14-17 ára gomlu gentunum vann B36 Las Palmas gjørdist vinnari í piltadeildini Í smádreingjabólkinum vann Desy City kappingina Tvørámenn fóru suður aftur við sigrinum í smápiltadeildini NSÍ úr Runavík vann kappingina fyri smágentur Eisini í gentum 10-12 ár eydnaðist tað AB at vinna kappingina Dringjaliðskappingina vann Bayern Leverkusen Elsti aldursbólkurin var unglingar, og her vann Hull City C M Y K 16