leygardagur 1. desember 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 233 - 1. desember 2001
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Langur Leygardagur
í miðbýnum
AUTO
1234
TO
311234
TO
123
AUTO
-Dag & nátt-
Hýra bil
- ring 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234 i
Sosialurin
-tað
loysir
seg
Nr. 233 • leygardagur • 1. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Náttarravnarnir eru cool
Ein sera positivur ungdómur møtti náttarravn-
unum seinasta vikuskiftið, tá ið Sosialurin
var úti við teimum
Lesið á síðu 3
AFGHANISTAN
Árni Joensen
“Vandin er størstur, tá
vápnini tiga”.
Hesi gomlu vísdóms-
orðini hjá einum royndum
tíðindamanni vórðu enn
eina ferð prógvað í
Afghanistan í síðstu viku,
tá fýra tíðindafólk vórðu
myrd á vegnum millum
Kabul og Jalalabad. Hetta
var annars eitt øki, sum
Taliban hevði mist valdið
á. Men royndirnar hava
víst, at satt lógloysi valdar
í stórum pørtum av
Afghanistan, og at eingin
myndugleiki hevur eftirlit
við tí, sum hendir.
Tey fýra tíðindafólkini
vóru á veg úr Jalalabad til
Kabul. Tey vóru í einum
bilafylgi við tíðindafólki.
Á vegnum steðgaðu seks
vápnaðir menn teimum
átta bilunum. Tey, sum
sluppu livandi frá álop-
inum, greiddu frá, at teir
seks menninir gjørdust í
øðini, tí italska tíðinda-
kvinnan Maria Garzia
Cutuili, var ber um høvdið.
Hon og tríggir felagar
hennara, sum vóru í næst-
fremsta bilinum, fingu boð
um at fara úr út. Síðani
fingu tey boð um at koma
við teimum vápnaðu
monnunum oman at einum
áarbakka, har menninir
skutu tey fýra - eitt fyri og
annað eftir. Tey fýra bóðu
um grið, men uttan úrslit.
Teir báðir bilførararnir
sluppu við lívinum, tí teir
dugdu at endurgeva úr
Koranini.
Tann syndarligi tilburð-
urin á vegnum millum
Kabul og Jalalabad elvdi
til eina samanrenning av
ótta og øði millum tey
nógvu útlendsku tíðinda-
fólkini, sum eru í
Afghanistan. Tey fýra
høvdu drúgvar royndir sum
krígstíðindafólk, og so-
leiðis var eisini við teimum
trimum, sum vórðu skotin
norðan fyri Kabul tann 11.
november. Teir tríggir
tíðindamenninir sótu uppi
á einum stríðsvogni hjá
Norðursamgonguni, tá
Taliban-hermenn brádliga
fóru at skjóta. Framman-
undan høvdu teir fingið at
vita, at her var trygt at
ferðast, tí Taliban-herurin
var flýddur. Men so var
ikki.
Og nú um dagarnar
kravdi kríggið í tíðindini úr
Afghanistan enn eitt
mannalív. Hesaferð var tað
ein myndamaður hjá
svenska sjónvarpinum
TV4, sum doyði, tá
brotsmenn brutu inn, har
hann búði.
Váðaðu lívið
Tveir av tíðindamonnun-
um, sum doyðu tann 11.
november, arbeiddu hjá
stóru bretsku tíðindastov-
uni Reuter, og har heldur
leiðslan ikki, at teir báðir
menninir bóru seg skeivt
at, tá teir valdu at ferðast
saman við hermonnunum
hjá Norðursamgonguni.
Sagt verður, at næstan 200
onnur tíðindafólk komu til
Kabul saman við hermonn-
unum hjá Norðursamgong-
uni.
Men mannarættinda-
leiðarin hjá altjóða tíðinda-
fólkafelagsskapinum IFJ
heldur, at tíðindamenninir
hjá Reuter og felagar teirra
settu lívið í váða.
- Vegurin millum Jalala-
bad og Kabul er víða-
kendur, tí nógvir brots-
menn gera um seg har, Tí
áttu tíðindafólkini at havt
vápnaða verju við sær,
sigur Sarah de Jong.
Talsmaðurin hjá Reuter,
Adrian Duffield, er partvíst
samdur við henni, men
vísir tó á, at júst tað at
hava vápnaða verju hevur
ofta víst seg at gera ilt
verri.
IFJ heldur, at umleið
1300 tíðindafólk eru farin
til Afghanistan og tess
grannalond at greiða frá
krígnum, og Sarah de Jong
heldur, at kappingin mill-
um tey nógvu tíðindafólk-
ini hevur verið medvirk-
andi til fleiri vandamiklar
tilburðir.
– Fleiri av hesum
tíðindafólkunum vóru
ongantíð farin til
Afghanistan, um tað ikki
var tí, at tað ráddi um at
kappast við aðrar fjøl-
miðlar, sigur hon. Hon
leggur kortini dent á, at
altjóða tíðindafólkafelags-
skapurin tekur undir við, at
tíðindafólk fara til lond,
har kríggj er, men treytin
er sjálvandi, at tey eru nóg
væl fyrireikað, sigur Sara
de Jong.
Saknaði kríggið
Tað eru eisini tey, sum
spyrja, hvat tað er, sum fær
tíðindafólk at fara til lond
ella landspartar, har kríggj
er. Norski professarin
Rune Ottosen heldur, at
nógv tíðindafólk gera tað,
tí tey vilja hava fatur á
teimum týdningarmestu
tíðindunum.
Men tað kunnu eisini
vera aðrar orsøkir. Tað
verður ofta sagt um krígs-
tíðindafólk, at tey fáa seg
ikki til at gevast. Kendi
bretski tíðindamaðurin
Anthony Loyd var
tíðindamaður í krígnum í
Bosnia. Eftir kríggið
skrivaði hann eina bók,
sum hann nevndi “My war
gone by, I miss it so”
(“Kríggj mítt er av, eg
sakni tað so..:”) - eitt heiti,
sum sigur at kalla alt.
Nógv tíðindafólk síggja
kríggj sum ein tilburð, ið
kann geva teimum eitt
skump framá, og tað er
alment kent, at nógv
tíðindafólk eru vorðin
kend eftir at hava greitt frá
tilburðum í krígsherjaðum
londum. Í USA hendir
javnan, at sjónvarpsstøð-
irnar kappast um at fáa
fatur á tíðindafólkum, sum
hava víst serligt dirvi í
arbeiðinum, tí hjá
leiðslunum ræður um at
vinna sjónvarpskríggið.
Hetta ørkymlar altjóða
tíðindafólkafelagsskapin, tí
slík mannagongd hevur við
sær, at tíðindafólk váða
meira, enn gott er.
Og stundum ov nógv.
Kríggið um tíðindini
Stríðið fyri sannleikanum er vandamikið. Átta tíðindafólk hava higartil latið lív í krígnum í
Afghanistan, og fleiri hundrað onnur velja at seta lívið í váða við at arbeiða við hermótið. Men tað
eru ikki øll, sum gera tað av egnum fríum vilja
Líkið av italsku tíðindakvinnuni, Maria Garzia Cutuili
Mynd: Reuter
C
M
Y
K
19
18