Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 233 - 1. desember 2001 Nr. 233 - 1. desember 2001 21 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Herfyri hitti eg eina føroyska konu sum glað segði mær, at hon var vorðin millióningur, tí hon hevði partabrøv í Atlantic Petroleum. Talan var um tvær milliónir og nú var einki óført. Olja er funnin á føroyskum øki, og tað sum vit higartil bara nokkso hypotetiskt hava hugsað um, er nú nógv nærri veruleikanum — sannlíkt er, at oljuævintýrið fer at væl- signa Føroyar í øllum sínum forførandi veldi. Men er tað í veruleikanum nakað ævintýr? Og er tað nakað vælsignilsi? Sjálv livi eg í løtuni mitt í einum sokallaðum oljuævintýrlandi — Noregi við sínum túsund- tals brúgvum, tunellum og oljusjeikum. Onga uttan- landsskuld hevur Noreg, men óteljandi milliardir í olju- grunni. Teir mongu norð- menninir í skínandi BMW- Audi- og Mercedes bilum við fartelefon-forleingjara permanent fast í oyranum, einsamallir í bilunum, men tó við djúpari foyru í pannuni, og álvarsliga tosandi í for- leingjaran. Teir bera vitnis- burð um ævintýrið og tað flótandi svarta vælsignilsið. Samfelagslig broyting nýtist als ikki at vera av tí ringa, øll samfeløg broytast alla tíðina í størri ella minni mun, sjálvt tey mest avbygdu smásamfeløgini djúpt inni í Amazonas. Broyting er ein náttúrligur partur av at vera samfelag, og eingin ivi er um, at pengar er eitt hitt sterkasta amboðið til samfelagsliga broyting. Ikki bara tað. Tað er eisini eitt effektivt amboð til persónliga og mentunarliga broyting. Tað er ikki nakað mystiskt ella løgið í tí, pengar er jú ikki nakað passivt, pengar eru í allar hægsta grad aktivir. So sum pengar virka í dag, hava teir eina kraft í sær sjálvum, eina kraft sum menniskjuni bara í ein ávísan mun stýra. Pengar hava eisini eina autonoma kraft sum er uttan fyri okkara ávirkan. Tað er ikki ringt at ímynda sær, at um ein partur av olju- pengunum enda í Føroyum, so fáa vit eina prísøking á fleiri økjum, t.d. húsaprísir (tað sæst longu nú í høvuðs- staðarøkinum), t.v.s at fólk mugu arbeiða meira fyri yvirhøvur at hava tak yvir høvdið. Tað førir í sínum lagi til meira strongd, fólk verða útbrend, og tað endaliga úrslitið er, at eydnupillarar verða mest selda vøra á apotekunum. Ein annar konsekvensur av ov nógvum pengum er, at tann íbúgvandi kraftin í teimum hevur lyndi til at broyta virðini, ið fólk seta sær í sínum persónliga lívi. Pengar hava eina forflatandi effekt, har tann stóri bilurin og tey dýru stílrøttu móta- klæðini brádliga yvirtaka ein stóran part av virðissaman- setingini í høvdinum á fólki. Virðir, sum í seinasta enda eru asosial og lítið saman- bindandi. Tey handla um status og mátið er peningaligt ríkidømi. Tað sum er so syndarligt við einari slíkari virðis- samanseting er, at hon lætt- liga kann skúgva nógv av teimum serstakt flottu før- oysku virðunum til viks. Ofta tá vit sammeta okkum við onnur lond, dámar okkum at leggja dent á, hvussu vit í Føroyum, í mum til nógva aðrastaðni, ikki noyðast at ringja áðrenn vit støkka inn á gólvi hjá fólki. Ella vit tosa um hvussu vit í Føroyum kenna grannar okkara, ella hvussu vit hava bæði beinini niðri á jørðini. Vit hava bók- staviliga sagt enn samband við jørðina - eplir, seyður, fuglur, fiskur og grind, eru enn ein partur av okkara lívi og mentan. Ein bindiliður til siðsøguna sum ger, at vit í hesum umskiftandi heiminum hava samband við nakað støðugt og óbroytuligt. Hetta ger, at vit ikki missa okkum sjálvi burtur í fremmand- gerðini og identitetskreppum, sum eru ein alsamt vaksandi trupulleiki í okkara granna- londum. Ikki minst í tí olju- vælsignaða Noregi, har fleiri og fleiri av teimum sokallaðu væleydnaðu missa fótafestið í øllum tí nýggja, har fleksibi- litetur og ríkidømi eru lykla- orð. Nú leita urbanir norð- menn við lykt eftir teimum virðunum, sum tey í penga- rúsinum kastaðu fyri borð. Ein íslendskur granskari hevur víst á, at føroyingar eru tað fólkið í Norðurlondum, sum nýtur minst heiligvág fyri sálarligar trupulleikar. Kanska tað ikki er so undrunarvert, tá man hyggur at teimum virðum sum framvegis speglast í føroysku mentanini. Men um vit ikki ansa okkum, og ikki hava eina tilvitaða og hugsunar- sama støðu til peningsins autonomu kreftir, so vænti eg, at vit um 20- 30 ár eru líka burturvilst, forvirrað og frustrerað sum nógv fólk í tí ríka Noregi. Har kanst tú ikki longur hyggja í nakað tíðarrit ella blað uttan at fólk siga frá sínum eksistensiellu trupul- leikum. Øll eru tey samd um, at tað postmodernaða pengafikseraða samfelagið hevur skyldina. Er oljan eitt vælsignilsi? Durita Holm skrivar: FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Tann stóri sigursharrin við býráðsvalið í Havn gjørdist Fólkaflokkurin, sum fekk tríggjar mans valdar í bý- ráðið. Tað er ein meira, enn Fólkaflokkurin hevði. Fólkaflokkurin hevur áður havt tríggjar limir í bý- ráðnum. Hann misti triðja mannin við valið í 1964. Í atkvøðum fekk Fólka- flokkurin 989, og tað er ein framgongd upp á 279 atkvøður. Á Fólkaflokslistanum fekk Petur Christiansen 193 atkvøður. Kári Thorsteinson 116 og Eliesar Arge 97. Við fyrstu uppteljingina stóð á jøvn- um millum Niels Debes og Essa Arge, men við fín- teljingina broyttist støðan við einari atkvøðu. Annars lógu tær fylgjandi atkvøð- urnar hjá Fólkaflokkinum ógvuliga javnt. William Sloan og Johan Wang fingur nevniliga hvør sínar 95 atkvøður. Fýra mans valdar Uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong fekk fýra limir í tað komandi býráðið: Ingi Mohr 222 atkvøður, Heðin Mortensen 209 og Petur í Gong 210. Dánjal Larsen, sum er porkeningur, fekk 148 atkvøður. Tilsamans fekk listin hjá Peturi í Gong, ið hevur sitið í Tórshavnar býráð síðani 1962, 1153 atkvøður, og eru tað 242 atkvøður fleiri enn við valið í 1972. Helt støðuna – tó framgongd Triðstørstu framgongdina hevði Javnaðarflokkurin við býráðsvalið og er somuleiðis triðstørstur í atkvøðutali. Javnaðarflokk- urin fekk tilsamans 808 atkvøður. Tað eru 157 fleiri enn við býráðsvalið seinast. Báðir býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum vórðu afturvaldir, Jákup Sune Jacobsen við 221 atkvøðum og Leivur Johannesen við 167 atkvøðum. Næstur teimum kom Hanna Lisberg við 80, Pole Jacobsen við 73 og Hermann Jacobsen við 64 atkvøðum. Einar 50-60 atkvøður restaðu í, at Javnaðarflokkurin fekk ein mann afturat. Lítla framgongd Sambandsflokkurin varð- veitti tveir limir í býráð- num, men eitt skifti fór fram. Ístaðin fyri Martin Petersen varð Petur F. Christiansen, ið áður hevur sitið í býráðnum, valdur við 108 atkvøðum. Hin maðurin hjá Sambands- flokkinum er Sofus Sivertsen, sum fekk 110 atkvøður. Martin Petersen kom teimum næstur við 77 atkvøðum. Sambandsflokkurin fekk tilsamans 655 atkvøður. Við valið í 1972 fekk flokkurin 608 atkvøður, so talan er um ein vøkstur upp á 47 atkvøður. Størstu afturgongdina Størstu afturgongdina hevði Tjóðveldisflokkurin. Við býráðsvalið í 1972 var Tjóðveldisflokkurin næst- størstur við 723 atkvøðum, meðan hann við valið í seinastu viku bert fekk 524 atkvøður. Tað er eitt fall í atkvøðum upp á 199. Henda stóra afturgongdin førdi við sær, at Tjóð- veldisflokkurin misti annan av teimum sitandi býráðslimunum, Finn Johansen. Finnur Johan- sen, ið hevur sitið eitt skeið í býráðnum, fekk 97 atkvøður. Næstur honum kom Trúgvi Árting við 64 atkvøðum. Ólavur Michelsen varð afturvaldur við 170 atkvøðum. Tjóðveldisflokkurin fekk sostatt bert ein mann við yvir 500 atkvøðum, so annað kann ikki sigast, enn at limurin er dýrur í mun til uttanflokkalistan, har limirnir eru valdir við í miðal 288,25 atkvøðum. 74 atkvøður fleiri Sjálvstýrisflokkurin hevði við býráðsvalið eina framgongd upp á 74 atkvøður. Tilsamans fekk hann 386 atkvøður. Ebbe Mortensen varð valdur við 70 atkvøðum. Hann hevur sitið í býráð- num áður – bæði sum valdur limur og eitt langt tíðarskeið fyri Heina Olsen, ið ikki lat seg stilla uppaftur í farna valskeiði. Kjartan fall Við fínteljingina hendi tað, at Kjartan Mohr fall. Við fyribils uppteljingina val- kvøldið var hann annars komin inn. Kjartan Mohr hevur, eitt valskeið undantikið, sitið í Tórshavnar býráð síðani 1949. Hann hevur eisini sitið sum býráðsformaður. Við valið í farnu viku fekk Framburðsflokkurin 277 atkvøður. Tað vóru 69 færri enn við býráðsvalið fyri fýra árum síðani. Í tí komandi býráðnum eru fimm limir núvaldir: Kári Thorsteinsson, Petur F. Christiansen, Ebbe Mortensen, Ingi Mohr og Dánjal Larsen. Av teimum hava Petur F. Christiansen og Ebbe Mortensen sitið í býráðnum áður. Býráðsvalið í Havn 1976: Fólkaflokkurin størstu framgongdina – Javnaðarflokkurin styrkti støðu sína »Broytingarnar við býráðsvalið í Havn gjørdust størri, enn fólk flest høvdu væntað. Serliga vakti tað ans, at uttanflokkalistin hjá Peturi í Gong fekk so stóra undirtøku, at hann fekk ein lim valdan afturat teimum trimum, ið listin hevði frammanundan«. Soleiðis skrivaði Sosialurin eftir býráðsvalið í Havn 2. desember 1976 Hvat hava hesir tríggir í kvittanum? Marius Weihe, Georg Thorsteinsson og Petur Christiansen NÁTTARLÍV Kaj Joensen Klokkan er hálvgum eitt leygarnátt, og undirritaði hevur sett kósina oman í hølini hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, har eg skal møta seks fólkum, sum hava boðið seg fram til at ganga runt í havnar- gøtum í nátt, fyri at gera, hvat tey megna soleiðis at ungdómurin skal hava eitt trygt og gott kvøld í býnum í nátt. Jú, kaffið varð runnið niður, tá ið eg kom oman, og náttarravnarnir vórðu í ferð við at gera seg kláran til at fara í býin. Taktikkfundur Júst sum fótbóltsleikarar, so møttu vit ein hálvan tíma áðrenn farið varð í gongd. Fyrst skuldu náttarravnarnir skifta í teir eyðkendu jakkarnar, og so taktikkfund aftaná. Carl August Arge, for- maður fyri náttarravnarnar, var sjálvur ein av teimum, sum skuldi út at ganga hetta kvøldið. Allir náttar- ravnarnir fyltu jakkalumm- arnar við bæði karamellum og hítum, sum tey so kundu býta út runt í býnum, um tørvur var á tí. Carl A. Arge býtti síðani fólkini sundur í tveir bólkar, har hann sjálvur var við í øðrum. Annar bólkurin hevði til uppgávu at ganga runt í Gundadali, eftir sum dansur var í badmintonhøllini, meðan hin bólkurin kom at ganga niðri í miðbýnum. Bólk- arnir skuldu síðani býta um pláss eftir at kaffi varð drukkið um trý-tíðina. Sum vanligt, áðrenn farið var avstað, las Carl August teir fimm gyltu reglarnar hjá náttarravnun- um upp. Hann legdi dent á, at tey ikki skuldu blanda seg ov nógv uppí har tey ungu hildu til, men bert eygleiða tað sum fór fram og ikki fara inn í nakað dansihøli. Eisini skuldu tey syrgja fyri at hjálpa “strandaðum” heim, um brúk var fyri tí. Fyrstu tekini Sjálvt um veðrið ikki var nakað serligt, so fóru teir seks náttarravnarnir út í býin við góðum treysti. Men tað vórðu eisini seks ikki sørt fjálturstungnir náttarravnar, sum óttaðust fyri, hvussu tey ungu fóru at taka ímóti teimum. Men tað skuldi skjótt vísa seg, at einki var at óttast fyri. Serliga fyrsta løtan av kvøldinum var friðalig, tað var ikki nógv fólk úti í havnagøtum. Tey flestu høvdu helst valt at halda seg innandura, so sum veðrið var. Annar bólkurin helt beinanvegin leiðina í badmintonhøllina meðan hini skuldu ganga niðri í býnum, til tað var tíð at fáa sær ein kaffimunn. Bólkurin hjá Carl August hevði fyrstu vakt- ina niðri í býnum, har var friðaligt og ikki so nógv fólk til gongu. So teir nýggju náttarravnarnir kundu róliga koma inn í rútmina. Men tey fyrstu tekini um, at tey eru sjónlig skuldu skuldu skjótt vísa seg, tí næstan hvør per- sónur í bili hevði eyguni leingi eftir fólkunum í teimum gulu jakkunum, ja onkur næstan ov leingi . . . Eisini fólkini í klubba- garðinum og í gongugøtuni løgdu beinanvegin merkis til náttarravnarnar, og komu beinavegin yvir at heilsa uppá. Onkur kendi mostrina, onkur ommuna og onnur komu bara yvir at rósa náttarravnunum fyri hetta tiltakið. Serliga ung- dómurin var positivur mót- vegis náttarravnunum og náttarravnarnir nýttu høvið at bjóða teimum ungu karamellir, ella okkurt annað um tørvur var á tí. Meðan bólkurin hjá Carl A. Arge fekk eina hóvliga byrjan niðri í býnum, so fingu hini eina sindur dramatiskari uppliving uppi í høllini. Tveir politi- bilar við fýra politistum og ein sjúkrabilur vóru við stuttum millumbili uppí badmintonhøllini. Men tað vísti seg tíbetur ikki hava so nógv upp á seg. Onkur var komin upp at sláast og politiið varð tilkallað, men tá ið teir komu á staðið var friðaligt og ikki varð gjørt meir við málið enn, at teir koyrdu ein drong heim, sum var eitt sindur upp- østur. Og løtu seinni kom sjúkrabilurin á staðið, tí ein genta var smallin um í høllini. Klemm og kossar Sum kvøldið leið, og náttarravnarnir blivu troyttari og onkur stríddist við vaksandi pínu í beinin- um, var neyðugt at halda út. Tí tað vaks bara við fólki úti á gøtuni, og alt fleiri høvdu hug at heilsa uppá náttarravnarnar. Nú var tað ikki bara nokk at takka fyri ella rósa teimum fyri tiltakið, nei nú skuldu náttarravnarnir eisini klemmast, og onkur hevði eisini hug at kyssa onkran av náttarravnunum, men tá bleiv í so nógv av tí góða og tískil mátti viðkomandi bert taka til takkar við einum klemmi. Ímillum klemmini og kossarnar so vóru onkrar løtur har náttarravnarnir máttu traðka til og taka ábyrgd. Tí í faldaranum hjá náttarravnunum stendur, at teir skulu hjálpa strandað- um ungum heim, og tað bleiv eisini brúk fyri, tá ið náttarravnarnir komu fram á ein ungling sum hevði fingið heldur nógv at drekka og var sovnaður úti á gøtuni. Og tað bleiv eisini gjørt. Náttarravn- arnir vaktu unglingin og fingu í lag, at hann kom trygt heim. Ein serlig hending var, tá ið ein genta kom yvir og persónliga takkaði fyri, at náttarravnarnir vóru á rætta staðnum til rætta tíð, tá ið teir komu framvið henni meðan hon var í einari støðu har hon føldi seg hóttan. - Eg føldi ein persónligan tryggleika, at tey vóru har, tí eg føldi meg rættiliga hótta, segdi tann unga gentan, sum týðiliga stuðlaði náttar- ravnunum. Og tað sást, at náttar- ravnarnir vórðu serstakliga væl nøgdir og ernir av tí, teir høvdu útint. Vælnøgdir náttarravnar Tá ið klokkan leið ímoti fimm á morgni og gøtur- nar byrjaðu at tømast fyri fólki, settu náttarravnarnir kósina heimaftur. Avtalað var at møtast aftur í hølinum hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, fyri at lata jakkarnar inn aftur, fáa ein kaffimunn við rund- stykkum afturvið og taka samanum. Ein fastur táttur sum náttarravnarnir hava, er, at hvør bólkur skal skriva í logbókina um, hvussu kvøldið hevur gingist. Og so var eisini hesaferð, umframt at tey eisini komu ásamt um at senda eina klagu um ljósviðurskiftini aftanfyri badmintonhøllina, tí tey meta at har er ov myrkt. Men tað sum tók øll av bóli, er hvussu væl tey eru móttikin, og hvussu positivur ungdómurin var, tí tað vóru líka nógv tey heilt ungu sum róstu náttarravnunum. Onkur fór so langt at siga, at náttar- ravnarnir eru líka vælum- tóktir sum jólamaðurin. Tað er í so nógv gjørt av, men í øllum førum kann tað staðfestast at nýggju barnagenturnar er væl- umtóktar. Ein fekk var- hugan av, at hesi fólkini høvdu hugnað sær í býnum í nátt, tí stemningurin var góður og øll høvdu mót uppá at royna hetta aftur. Nú var tíð at fara til hús, klokkan var farin av hálvgum seks og náttar- ravnar skulu eisini sova. Náttarravnarnir eru cool Ein sera positivur ungdómur møtti náttarravnunum seinasta vikuskiftið, tá ið Sosialurin var úti við teimum. Orðini sum, eitt fantastiskt projekt, virkiliga flott av tykkum, og tit eru cool vórðu bert nøkur av orðunum, sum tey ungu brúktu um náttarravnarnar Náttarravnarnir eru líka vælumtóktir sum jólamaðurin Mynd: Kaj Joensen C M Y K 21 20