leygardagur 1. desember 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hanus Kamban
Í fororðinum til bók sína Lond-
on: A Biography skrivar enski
rithøvundurin Peter Ackroyd, at
London ikki er ein býur sum eitt
nú Berlin ella París, men heldur
eitt stórt kaos, ein samanstúgvan
av húsum, gøtum og býlingum
so óskipað, so villingarsom og
fyrst og fremst so veldug, at
einki menniskja, um tað so brúk-
ar alt sítt lív til tað, nakrantíð
grynnir í henni.
Ei undur í, at ferðafólk sum
heild hava lyndi til at halda seg
til tað kenda og tamda, tey van-
ligu ferðamálini, The National
Gallery, Westminster Abbey,
Santa Páls kirkjuna osfr. Fyri tí
sanna býarstrokinum verður alt
hetta kortini, sum frá líður, eitt
sindur leiðiligt. Tann dagur kem-
ur, tá ið tú hevur válað nóg ofta í
Hyde Park og gløtt teg móðan av
stakkalastásinum í Petticoat
Lane.
Ert tú komin til hetta stigið í
metropolitanskari menning,
kanst tú fara við smogutokinum
eftir Central Line í ein beinan
eystan til Bethnal Green. Komin
upp í ljósið stendur tú við eitt
vegamót í Eysturlondon, vestan-
fyri sæst Bethnal Green Road,
eystanfyri Roman Road, og norð-
ureftir gongur Cambridge Heath
Road.
Vesaldómsins fagurfrøði
Um tú nú leggur leiðina frá
Bethnal Green smogustøð og
norðureftir, verður tú spakuliga
førdur inn í ein endaleysan hurli-
vasa av gøtum, skotum, illa farn-
um bygningum, óskotligum last-
bilum. Tú gongur fram við
kroysum, sum leka í eyri og
seyri, spøkilsisslottum um at
smokka saman, sum húsið Usher
hjá Poe, ruskplássum, oydnum
gørðum avtaktum við ókrúti.
Henda býarins oyðimørk kann
tykjast troystasleys, men hon
hevur í grundini sín egna bæði
dapra og bergtakandi poesi. Bil-
kirkjugarðar koma til sjóndar,
sum døkkar og órøktar ímyndir
av stórbýarins fremmandaskapi,
viaduktir daga brádliga móti
himli, skeivar og klombrutar,
goysandi burtur úr sær ein floym
av tvíhæddaðum
bussum, tú gongur
teg óvæntað fram á
burturgloymdar
kanalir, móran
kemur undan í
støðum, kranar og
kroysur speglast í
vatnskorpuni.
Hetta er vesal-
dómsins og hurl-
ivasans estetikk.
Sálin yngist, vall-
arin hevur funnið
sítt Mekka. Eingin
veit, hvar hann er,
hann sleppur ótarn-
aður at drukna seg
í býarins ótrivaliga
terra incognita.
Jack London og Edgar Poe
List, bókmentir og søga verða
vanliga sett í samband við tað
ríka, glæsiliga Vesturlondon.
Áðurnevndi Peter Ackroyd hevur
í sínum ævisøguligu verkum eitt
nú viðgjørt Thomas More, Will-
iam Blake og T.S. Eliot, sum
allir, í ávikavist 16., 18. og 20.
øld, vóru partar av vesturbýarins
gøtumynd.
Men tú finnur eisini bók-
mentaligan vitnisburð í tí van-
røkta eysturbýnum. Tá ið Jack
London kom til høvuðsstaðin á
vetri 1902-03, fekk hann fatur á
einum hýruvogni. »Koyr til East
End«, segði hann. »Hvagar?«,
spurdi bilstjórin. »Til East End,
onkustaðni. Koyr bara«, svaraði
høvundurin. Jack London fekk
innivist í Flower and Dean
Street, sum ikki er til meira.
Hann var skelkaður av tí neyð og
tí skitti, fólk tá livdu í í Eystur-
london. Um hetta skrivaði hann
bókina The People of the Abyss.
Í býarpartinum Stoke Newing-
ton, í útnyrðingspartinum av
Eysturlondon, stóð í 19. øld ein
kostskúli, sum æt Manor House
School. Árini 1817-20 gekk ein
drongur úr Richmond — Edgar
Allan Poe æt hann — í hesum
skúla. Frá hesum tíðarskeiði fekk
Poe tilfar til stuttsøguna William
Wilson, ein av sínum bestu tekst-
um, myndina av tvímenninum,
sum Stevenson hevði lisið og var
ávirkaður av, tá hann skrivaði Dr.
Jekyll and Mr. Hyde. Bæði skúl-
in sjálvur og skúlastjórin — sum
æt John Bransby — koma fyri í
søguni, í gotiskt umbroyttum
líki.
Poe er eins og T.S. Eliot dømi
um tann bygdasliga amerikanar-
an, sum tá hann kemur til Ong-
lands verður til heimsborgara, og
sum seinni fær europeiska
ávirkan.
Tað jødiska umhvørvið í
Hackney
Um vit nú seta kós frá Bethnal
Green í ein beinan norðan, koma
vit, tá vit hava gingið ein slakan
tíma, til býarpartin Hackney. Frá
aldarskiftinum fyrra og frameftir,
tá nógvir jødar í Eystureuropa
tóku til rýmingar, fluttu mangir
teirra til Eysturlondon. Í 1930
búðu einir 40.000 jødar í teimum
norðurlondonsku býarpørtunum
Hackney, Islington og Stoke
Newington.
Ein teirra var damuskraddarin
Jack Pinter, sum í 1926 giftist
við Frances Moskowitz. Tey
búsettust í Thistlewaite Road 19,
í einum húsum í trimum hædd-
um, úr reyðum múrsteini. Í hes-
um húsum, ikki langt frá ánni
Lea og tí ferðslumiklu Lower
Clapton Road, vaks sonur teirra
Harold Pinter upp.
Ein tann mætasti enski sjón-
leikahøvundin í 20. øld er runnin
úr einum bæði lívligum og fjøl-
mentum jødiskum umhvørvi, har
áhugin fyri list og fyri handils-
skapi kappaðust um at hava yvir-
vágina. Forfedrarnir komu úr
Póllandi og úr Odessa í Ukraina.
Við sær í andaligum viðføri
høvdu teir kærleika til mentan,
minnið um líðing, ið ivaleyst var
orsakað av antisemitiskari
jagstran, og eitt óvanligt seiggi.
Tað er ikki óvanligt, at børn
við hugflogi skapa sær ósjónlig
vinfólk, sum tey spæla við.
Harold Pinter, sum var einabarn,
hevði ein hóp av ímyndaðum
vinmonnum, sum hann prátaði
við í garðinum aftan fyri húsini.
Hetta vóru, kann ein kanska siga,
hansara fyrstu sjónleikir.
Kafka og Beckett
Hóast Hackney var og er uttan
fyri »lóg og rætt«, vóru í býling-
inum tveir stovnar, har ein for-
vitin og skapandi óviti kundi
sløkkja nakað av sínum tosta.
Annar var bókasavnið, Hackney
Public Library. Í hesum »lívsins
brunni«, sum Pinter rópti tað,
fann hann av sínum eintingum
fram á høvundar sum Dostojev-
skij, Rimbaud, Lawrence og
Hemingway.
Árini 1944-48 gekk Harold
Pinter á studentaskúla, Hackney
Grammar School. Hann var so
heppin at fáa ein lærara í enskum
— Joe Brearley — sum hevði
4
Sosialurin Nr. 233 - 1. desember 2001
SKALDIÐ ÚR THISTLEWAITE ROAD
Eingilski sjónleikahøvundurin Harold Pinter avsegði tað mál,
sum politikarar og statsmenn høvdu misbrúkt og spilt. Úr toftunum reis eitt mál,
sum var kent og kortini nýtt, gerandisorð gird við gyltum ljóma
Gøtumynd tætt við Bethnal Green.
Mynd: Hanus Kamban
Harold Pinter og sjónleikarkvinnan Peggy Ashcroft
ein brennandi tokka til skaldskap
og sjónleik og dugdi at kveikja
nakað av tí somu gleðini í sínum
næmingum. Joe Brearly var ikki
bara lærari, men eisini vinur og
ráðgevari. Lærari og næmingur
fingu sær til vana at ganga lang-
ar túrar gjøgnum Hackney, með-
an teir deklameraðu ørindir eftir
John Webster, samtíðarmannin
hjá Shakespeare, út í vindin ella
eftir sporvognum, sum koyrdu
framvið. Pinter las um hetta
mundið, umframt Dostojevskij,
serliga Joyce, Kafka og Beckett.
Eftir at hava tikið students-
prógv arbeiddi Pinter í nøkur ár
sum sjónleikari. Hann hevði hesa
tíðina m.a. leiklutin sum Jago í
Othello. Harold Pinter, sum ber
orð fyri at vera ein góður, við-
hvørt næstan óhugnaliga góður
leikari, hevur seinni av og á
spælt sjónleik og m.a. havt rollur
í sínum egnu leikum.
Útlegd og kongsríki
Tann fyrsti stóri sjónleikurin eftir
Harold Pinter — The Birthday
Party (Føðingardagsveitslan),
1958 — ber vitnisburð um djúp-
rendan kafkalesnað. Leikurin
tykist samstundis at spegla aftur
tann menniskjaniðrandi andan,
sum tær totaliteru rørslurnar í 20.
øld — nazisman og stalinisman
— høvdu við sær.
The Birthday Party er m.a. ein
sera politiskur leikur. Hann peik-
ar sostatt fram ímóti eini snaring
tann politiska vegin í ritverkinum
og tí hugmyndafrøðiligu menn-
ingini hjá Pinter, sum ikki kom
undan aftur av álvara fyrr enn í
áttatiárunum.
The Caretaker (Húsavørðurin)
varð frumsýndur í London í
1960. Leikurin fer fram í einum
vesalum og skitnum kamari í
Eysturlondon. Teir leikandi eru
tríggir — Davies og so brøðurnir
Mick og Aston. Søgugongdin er í
stuttum, at Davies — ein gamal
maður, eitt gøtustrok, sum ongan
góðan tykist at hava — fær inni-
vist í íbúðini hjá Mick og Aston
og fær starv sum »húsavørður«
har. Aston er bleythjartaður og
samstundis mest at kalla ein
drumbur, Mick er gløggur og
hóttandi. Hvussu megnar Davies
at skáksigla ímillum hesar báð-
ar? Tað er spurningurin, leikurin
setir.
Húsavørðurin tykist fyrst og
fremst at snúgva seg um vald,
um at duga at fóta sær, leggja
undir seg eitt umráði, um taktikk
og strategi. Harold Pinter dugir
sum fáur at endurgeva eina sam-
røðu, har tað ikki ræður um
spurning og svar, men um at
skáka sær undan, ikki avdúka
seg, ella, hinumegin, um at skapa
ótrygd, vinna sigrar. Menniskj-
anslig samrøða er ikki dialogur,
men sálarlig styrkiroynd.
Eyðkent fyri Húsavørðin er, at
leikurin tykist at vera út í odd og
egg realistiskur, umhvørvið tyk-
ist lýst við næstan fotografiskum
innliti, samrøðan tykist sannfør-
andi. Men høvundurin megnar
samstundis at samantvinna hár-
hvassa realismu við meira enn
ein farra av allegori. Mick, Aston
og Davies eru neyvt lýstir veru-
ligir persónar, men umboða sam-
stundis okkurt annað, ein sym-
bolskan veruleika, sum kann
fatast — og hevur verið fataður -
á ymsan hátt. Onkur kritikari
hevur tikið teir sum umboð fyri
tríeindina.
Tá ið eg sá Húsavørðin fram-
førdan í London í 1976, kom eg
at hugsa um søgusavnið Útlegd
og kongsríki eftir Albert Camus.
Davies er flakkarin, tann útlagna
mannasálin, tann ævigi
Ahasverus, sum eitt bil fær
innivist í himmiríki. Men hann
telvar skeivt, er sjónliga dyggari
sum taktikari enn sum strategur.
Tað verður hansara lagna.
Kvinnan
Um hetta mundið var almenning-
urin í Onglandi farin at venja seg
við, at ein sjónleikur eftir Harold
Pinter ongantíð var mjúkur kost-
ur. Orðið pinteresque — við
týdninginum: hóttandi, drálandi
og samstundis hættisligt —
smeyg sær inn í mentaða skriv-
ing og er nú eisini komið í orða-
bókina.
Tá ið leikurin The Homecom-
ing (Heimkoman) varð frum-
sýndur í 1965, eydnaðist tað
kortini Pinter at loypa hvøkk á
eisini tey meira harðkókaðu.
Heimkoman er einaferð enn
ein leikur um vald, um samrøðu
sum sálarfrøðiliga krígsførslu.
Men Pinter førir nú eina nýggja
skepnu inn í spælið um valdið:
kynslívið, girndina, kvinnuna. Í
einum gomlum húsum í Norð-
urlondon býr slaktarin Max sam-
an við tveimum ógiftum synum
— Lenny, sum er alfonsur, og
Joey, sum fæst við at boksa. Í
leikinum hitta vit eisini Sam,
sum er beiggi Max og hýru-
vognsførari. Tann triði sonurin
Teddy, sum hevur búð í Amerika
í seks ár og er professari í
heimspeki, kemur óvæntað at
vitja saman við konu síni Ruth.
Eins og Davies í Húsavørðinum
er Ruth aksilin í leikinum, hon
sum við sínum øsandi vakurleika
fær hjólini í gongd, og sum sam-
stundis skal skáksigla ímillum
fýra menn, sum allir, hvør á sín
hátt og hvør út frá sínum for-
treytum, telva um hana.
Leikurin, sum hevur ein ó-
væntaðan og órógvandi útgang,
vakti hvøkk og øsing, tá hann
kom fram, og tað hevur meira
enn so hent seg, at fólk eru rýmd
í øði, áðrenn leikurin var liðugur.
Heimkoman tykist nevniliga at
loypa á ein stovn, sum serliga
politikarar altíð taka fram sum
tað halgasta av øllum: heimið,
familjuna. Onkur kritikari hevur
nevnt, at leikurin vísir okkum
menniskju sum dýr. Men, leggur
hann aftrat, hvat eru menniskju
annað enn dýr, væl at merkja
dýr, sum hugsa og tosa? Hetta er
rætt sæð og beinrakið. Ein hevur
hug at leggja aftrat, at tey grim-
astu dýrini í heiminum í dag
helst eru politikarar og stats-
menn.
Heimkoman vísir okkum eina
ferð enn Harold Pinter sum eitt
skald sveimandi á røðini millum
veruleika og allegori, fotograf-
iska og surrealistiska ímyndan.
Tekur ein leikin sum veruleika,
støkkur hann lutvís sundur, og
serliga persónurin Ruth kenst tá
ikki sannførandi. Sæddur í alle-
goriskum ljósi verður leikurin
heilskapaður, og persónurin Ruth
— kvinnan, sum fer frá manni
og børnum og verður valdsmið-
depil, ein Grógv (sb. Nornagest
eftir Johs.V. Jensen) í einum
samfelag av ráum, blótandi og ó-
næriligum monnum — kann tá
fatast sum íholdan, gróðrarí-
mynd, persóngerð av mannligum
dreymum, enntá umboð fyri
kvinnufrígering.
Politikkur
Harold Pinter var upprunaliga
giftur við sjónleikarakvinnuni
Vivien Merchant, sum hann eig-
ur ein son við. Hjúnalagið helt
ikki, og Pinter giftist í 1980 upp-
aftur við Antoniu Fraser. Tann
seinna konan hjá Pinter er søgu-
frøðingur og hevur latið úr hond-
um ein hóp av søguligum og
ævisøguligum dygdarverkum,
eitt nú bøkur um Mariu Stuart og
Cromwell. Í 1996 kom The
Gunpowder Plot, verkið um Guy
Fawkes og hansara menn, kato-
likkarnar, sum ætlaðu at
spreingja Parlamentshúsini í
luftina í 1605. Seinasta verkið
hjá Antoniu Fraser kom í ár og er
ein bók um Marie Antoinette.
Hjúnalagið við Antoniu Fraser
hevði m.a. við sær, at Harold
Pinter bleiv meira medvitin
politiskt. Hann fór, við síni kláru
og hvøssu rødd, at leggja uppí
tað politiska orðaskiftið, mót-
mæla yvirgangi og píning bæði
eystan- og vestanfyri. Tann vest-
urlendska samvitskan er sum
heild ógvuliga selektiv, og tað
verður ikki hildið at vera sømi-
ligt at tala at órætti og yvirgangi,
uttan so at teir seku er t.d. heid-
nir ella muslimar.
Harold Pinter hevur íðiliga
brotið hesa mannagongd og eitt
nú talað at, tá lond sum USA ella
Ísrael hava framt yvirgang. Tey
seinastu mongu árini hevur hann
skrivað leikir, sum bera sjónligan
dám av politiskari støðutakan,
eitt nú One for the Road og
Mountain Language, sum viðger
turkiska ágangin móti kurdum.
Orðið sum emblem
Sum skald og leikritahøvundur
er Harold Pinter helst fyrst og
fremst málmeistarin fram um
onnur. Hansara dialogur tykist at
spegla aftur veruliga samrøðu,
men er samstundis list, dramat-
iskur skaldskapur av óvanliga
musikalskum slag. Henda mál-
kenslan rínur eisini við mangar
av teimum filmum, har Pinter
ber kannuna av leikritinum —
eitt nú The Servant, The Go-
Between og The French
Lieutenant´s Woman.
Hvussu medvitin Pinter er sum
málsligur brúkari, sæst av tí
røðu, hann helt á lærda háskúl-
anum í Sofia í Bulgaria, tá hann
í 1995 fekk doktaraheiti har.
Harold Pinter segði m.a.:
Í tí heimi, vit liva í, verða orð
ofta brúkt líka so nógv til at
reingja, lumpa og villeiða sum til
at bera fram veruliga ella sanna
merking. Ein stórur partur av
okkara máli er tí í síni grund
spiltur. Málið er gjørt til eitt mál
av lygnum. Hesar lygnir kunnu
røkka so víða og so djúpt og fáa
so stórt vald, at sjálvt lygnarin
heldur seg siga sannleikan.
Henda røðan hjá Pinter fær ein at
hugsa um rumenska yrkjaran
Paul Celan, sum hevði ta áskoð-
an, at nazistarnir høvdu spilt tað
týska málið. Eins og Celan hevur
Harold Pinter við síni minimal-
istisku dramaskriving avsagt tað
spilta málið. Á toftunum hevur
hann bygt upp eitt mál, sum er
bæði kent og samstundis nýtt.
Ein kendur kritikari hevur brúkt
vendingina jewelled particularity
um hetta málið: tey einfaldu
orðini verða nakað serligt, sum
gimsteinar. Gerandisorðini rísa
av nýggjum, á einum botni av
samanstungnari tøgn, sum gevur
teimum relieffdám, ger tey til
emblem, gevur teimum sess á tí
hásæti, har tey ivaleyst sótu,
meðan verðin enn var ung og
náttin enn var nátt og hvørt heiti
ein yrking.
Sosialurin Nr. 233 - 1. desember 2001
5
Í næstu grein fara vit ein
túr til Soho, har vit skulu
hoyra um yrkjaran
William Blake.
Spøkilsishús í Eysturlondon.
Mynd: Hanus Kamban
Viadukt í Eysturlondon.
Mynd: Hanus Kamban
C
M
Y
K
23
22